Bertolt Brecht

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bertolt Brecht
Undirskrift Bertolt Brecht (1898–1956)
Undirskrift Bertolt Brecht (1898–1956)

Bertolt Brecht, føddur Eugen Berthold Friedrich Brecht (10. februar 1898 í Augsburg í Bayern, deyður 14. august 1956 í Berlin) var ein týskur leikritahøvundur, rithøvundur og politiskur andstøðingur. Brecht var marxistur tað mesta av lívinum. Hann búði í eksil undir nasistatíðini og seinna heimsbardaga, fyrst í Skandinavia og síðan í USA. Eftir kríggið fór hann aftur til heimlandi og stovnaði tá sjónleikabólkin Berliner Ensemble.