Abuja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Økið kring stjórnarbýin Abuja í Nigeria
Abuja

Abuja er høvuðsstaður í Nigeria. Tað varð avgjørt í 1976, at høvuðsstaðurin skuldi flytast úr havnabýnum Lagos til tann nýggja býin Abuja, ið liggur meira miðskeiðis í landinum. Flytingin gjørdist almenn 12. desember 1991. Í 2012 búðu 979.876 fólk í býnum, ið fevnir um eitt øki á 713 km2, fólkatíttleikin var tá 1.400 íbv./km2. Í stórbýarøkinum búgva yvir 3 milliónir fólk.

Býurin er planlagdur av tí japanska arkitektinum og býarplanleggjaranum Kenzo Tange.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið