Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3: Linja 3:


Í 19 [[USA|amerikanskum]] statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri [[Føroyar|føroyskum]] skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg. Í bæði [[USA]] og [[Stóra Bretland]]i trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn.
Í 19 [[USA|amerikanskum]] statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri [[Føroyar|føroyskum]] skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg. Í bæði [[USA]] og [[Stóra Bretland]]i trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn.

[[Buddisma|Buddhistar]] er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan [[Jehova Vitni|Jehova vitnir]] eru tann, sum góðtekur hana minst.


== Kjak í USA ==
== Kjak í USA ==

Endurskoðan frá 6. apr 2009 kl. 17:06

Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.

Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn.

Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst.

Kjak í USA

Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna.

Fyrimynd:Link FA