Munurin millum rættingarnar hjá "Hov"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 13: Linja 13:


== Vegir og gøtur í bygdini ==
== Vegir og gøtur í bygdini ==
[[Hovstunnilin]] eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera.

Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni: Gardsvegur,Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur, Við Grind.
Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni: Gardsvegur,Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur, Við Grind.
== Brot úr føroyingasøga: ==
== Brot úr føroyingasøga: ==

Endurskoðan frá 19. mar 2009 kl. 16:06

Hov
Hov á Føroyakortinum.
Postnummar FO 960
Kommuna Hovs kommuna
Markatal 24
Íbúgvar (2008) 116

Hov er ein bygd i Suðuroy. Hov er gomul bygd og er umrødd í Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin Havgrímur, og har hevði hann hov til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Bygdin liggur við Hovsfjørð.

Vegir og gøtur í bygdini

Hovstunnilin eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera.

Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni: Gardsvegur,Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur, Við Grind.

Brot úr føroyingasøga:

Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í víkingaøld, og søgnin sigur, at stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja bygd í Hovi. Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at seinasta kirkjan varð flutt til Porkeris um trúbótarleitið.

Havgrímur æt ein maður sum búði í Suðuroy í Føroyum. Hann var mætur, múgvandi og harðrendur. Kona hansara æt Guðrið, og hon var dóttur Snæúlvs. Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum. Hann hevði fingið tær í len av Haraldi gráfeldi, sum tá var kongur í Noregi. Havgrímur var ógvuliga brályntur, og bar ikki orð fyri at vera serliga vitur maður.

Ein húskallur hansara æt Einar, og var róptur Suðringur. Ein annar maður Havgríms æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðmikil, illorðaður, fávitskutur og ilskur, latur, meinskur og eitt illmælt lyguvætti.

Hov á frímerkinum frá 2004
Hov
Hovs Kirkja

Hovs Kirkja

Tá ið Vágsbygd fekk nýggja kirkju, varð hin gamla kirkjan flutt til Hovs og vígd aftur har í 1943.

Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 6½ breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum konufólkamegin. Kirkan varð bygd 1862.

Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á.

Tann 14. februar 1943 varð kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi hana.

Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið