Munurin millum rættingarnar hjá "Marita Petersen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
TXiKiBoT (kjak | íkøst)
s robot Adding: hu:Marita Petersen
No edit summary
Linja 1: Linja 1:

'''Marita Petersen''' ([[21. oktober]] [[1940]] í [[Vágur|Vági]] - [[26. august]] [[2001]]) var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] [[1993]] - [[1994|94]].
'''Marita Petersen''' (føddur ''Marita Johansen'' [[21. oktober]] [[1940]], [[Vágur]] - [[26. august]] [[2001]], [[Tórshavn]]) var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] [[1993]] - [[1994|94]]. Marita Petersen er fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í [[Føroyar|føroyskum]] politikki. Í [[1993]] var hon tann fyrsti kvinnuligi [[løgmaður]]in í [[Føroyar|Føroyum]].

Í [[1988]] varð hon fyrstu ferð vald á ting. Frá [[1990]] – [[1993]] var hon landsstýriskvinna í mentamálum, har hon m.a gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í [[Føroyar|Føroyum]] og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag.

Tíðin, sum Marita var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]], frá [[januar]] [[1993]] til [[september]] [[1994]], var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í [[Føroyar|Føroya]] [[Søga|søgu]]. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landið var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr [[Føroyar|Føroyum]] og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar.
Sum [[løgmaður]] stóð Petersen á odda fyri samráðingunum við [[Danmark|danir]] og [[Den Danske Bank]] fyri at forða fyri, at [[Føroyar]] fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at [[Føroyar|Føroya]] landsstýri keypti partabrøvini í [[Føroya Banka]] frá [[Den Danske Bank]]. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti [[Den Danske Bank]] fyri ikki at hava kunnað [[Føroyar|Føroya]] landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í [[Føroya Banka]] innan søluna av partabrøvunum.

Marita Petersen stóð sum [[løgmaður]] eisini á odda, tá ið semja var gjørd við [[Danmark|donsku]] stjórnina um eina bjarging fyri [[Føroyar|føroyska]] [[Búskapur|búskapin]]. Henda avtalan hevði við sær, at [[Danmark|danska]] stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av [[Føroya Fiskavirking]].

Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju [[Føroyar|føroysku]] stýrisskipannarlógina frá [[1994]].

Í [[1993]] bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkin]] eftir [[Atla Dam]], ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum.

Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og [[løgmaður]]. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at [[løgting]]ið í [[1994]] samtykti [[Javnstøðulóg]]ina.

Aftaná [[løgting]]svalið í [[1994]] stóð hon á odda fyri samgongusamráðingunum. [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkurin]] fekk ikki løgmann, og Marita Petersen valdi aftur at taka sæti á [[løgting]]i. Harvið breyt hon siðvenjuna hjá [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkinum]] um, at flokksformaðurin hevði sess í landsstýrinum. Hon var sum tann fyrsta kvinnan vald til [[løgting]]sformann í [[1994]].

Í [[1995]] bjóðaði [[Jóannes Eidesgaard]] henni av sum formansvalevni í [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkinum]], Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í [[1996]] legði hon frá sær sum formaður fyri [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkin]]. Til [[løgting]]svalið í [[1998]] stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr [[Føroyar|føroyskum]] politikki.

Marita var leiðari av [[Sernámsdeplinum]] frá [[1997]] og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann [[26 august]] í [[2001]].


* [[1980]] - [[1984]] formaður í [[Føroya Lærarafelag]]
* [[1980]] - [[1984]] formaður í [[Føroya Lærarafelag]]
* [[1993]] - [[1994]] løgmaður í [[Føroyar|Føroyum]]
* [[1993]] - [[1994]] [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]]


== Útvortis ávísing ==
{{stubbi}}


* [http://www.kvinfo.dk/side/170/bio/1739/query/Marita%20Petersen/ Dansk Kvindebiografisk Leksikon: Marita Petersen]
==Útvortis ávísing==
*[http://www.kvinfo.dk/side/170/bio/1739/query/Marita%20Petersen/ Dansk Kvindebiografisk Leksikon: Marita Petersen]


{{Løgmenn}}
{{Løgmenn}}

Endurskoðan frá 26. okt 2008 kl. 09:49

Marita Petersen (føddur Marita Johansen 21. oktober 1940, Vágur - 26. august 2001, Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1993 - 94. Marita Petersen er fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í føroyskum politikki. Í 1993 var hon tann fyrsti kvinnuligi løgmaðurin í Føroyum.

Í 1988 varð hon fyrstu ferð vald á ting. Frá 19901993 var hon landsstýriskvinna í mentamálum, har hon m.a gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í Føroyum og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag.

Tíðin, sum Marita var løgmaður í Føroyum, frá januar 1993 til september 1994, var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í Føroya søgu. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landið var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr Føroyum og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar. Sum løgmaður stóð Petersen á odda fyri samráðingunum við danir og Den Danske Bank fyri at forða fyri, at Føroyar fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at Føroya landsstýri keypti partabrøvini í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti Den Danske Bank fyri ikki at hava kunnað Føroya landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í Føroya Banka innan søluna av partabrøvunum.

Marita Petersen stóð sum løgmaður eisini á odda, tá ið semja var gjørd við donsku stjórnina um eina bjarging fyri føroyska búskapin. Henda avtalan hevði við sær, at danska stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av Føroya Fiskavirking.

Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju føroysku stýrisskipannarlógina frá 1994.

Í 1993 bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri Javnaðarflokkin eftir Atla Dam, ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum.

Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og løgmaður. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at løgtingið í 1994 samtykti Javnstøðulógina.

Aftaná løgtingsvalið í 1994 stóð hon á odda fyri samgongusamráðingunum. Javnaðarflokkurin fekk ikki løgmann, og Marita Petersen valdi aftur at taka sæti á løgtingi. Harvið breyt hon siðvenjuna hjá Javnaðarflokkinum um, at flokksformaðurin hevði sess í landsstýrinum. Hon var sum tann fyrsta kvinnan vald til løgtingsformann í 1994.

Í 1995 bjóðaði Jóannes Eidesgaard henni av sum formansvalevni í Javnaðarflokkinum, Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í 1996 legði hon frá sær sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Til løgtingsvalið í 1998 stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr føroyskum politikki.

Marita var leiðari av Sernámsdeplinum frá 1997 og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann 26 august í 2001.

Útvortis ávísing