Munurin millum rættingarnar hjá "Beaufort-talvan"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MelancholieBot (kjak | íkøst)
Zxabot (kjak | íkøst)
s bot-test: robot Tilføjer: simple:Beaufort scale
Linja 120: Linja 120:
[[ru:Шкала Бофорта]]
[[ru:Шкала Бофорта]]
[[sh:Beaufortova skala]]
[[sh:Beaufortova skala]]
[[simple:Beaufort scale]]
[[sk:Beaufortova stupnica sily vetra]]
[[sk:Beaufortova stupnica sily vetra]]
[[sl:Beaufortova lestvica]]
[[sl:Beaufortova lestvica]]

Endurskoðan frá 15. okt 2008 kl. 14:50

Beaufort-talvan er ein empiriskur háttur at máta vindmegina mest grundað á sjó- og alduumstøður. Fulla navnið er Beaufort-vindmegistalvan.

Beaufort  Navn Vindferð m/s Lýsing á sjógvi Lýsing á landi
 0
 
Logn 0,0 - 0,2 Havið spegilsblankt. Roykur fer beint upp í loft ella í ymsar ættir.
 1
 
Fleyr 0,3 - 1,5 Ein farri vísir, hvaðan fleyrið kemur. Roykur úr ymsum skorsteinum fer somu leið. Ein vimpul mest sum ikki rørist.
 2
 
Lot 1,6 - 3,3 Smáir vindgarðar vísa týðuliga ættina. Ein vimpul lættir sær, eitt flagg hongur slekt.
 3
 
Gul 3,4 - 5,4 Vindgarðar byrja at hvítna. Ein vimpul strekkir seg, eitt flagg lættir sær á.
 4
 
Andøvsgul 5,5 - 7,9 Stór fløgg strekkjast og vindgarðar hvítna dúgliga. Eitt flagg strekkir seg.
 5
 
Stívt andøvsgul 8,0 - 10,7 Vindaldan miðalstór og samanhangandi við hvítum ryggi. Byrjandi krøpp aldugerð á tjørnum og vøtnum.
 6
 
Strúkur í vindi 10,8 - 13,8 Tað byrjar at hvítna í lofttræðrum. Stórar hvítryggjutar aldur. Vindur ímóti merkist týðuliga.
 7
 
Hvassur vindur 13,9 - 17,1 Møðsamt at ganga ímóti ættini. Skúm frá brótandi vindaldu byrjar at fúka eftir sjónum. Møðsamt at ganga ímóti vindinum.
 8
 
Skrið 17,2 - 20,7 Tað byrjar at taka leyst. Torført at ganga ímóti ættini. Maður, ið gongur ímóti vindinum má steðga av og á.
 9
 
Stormur 20,8 - 24,4 Glaðustrok, stórur sjógvur, sum byrjar at bróta, havið tætt av skúmfroða. Maður, ið gongur ímóti vindinum, má ofta steðga á og hevur ilt við at standa stillur.
 10
 
Hvassur stormur 24,5 - 28,4 Ógvuliga stórur sjógvur, sjógvurin næstan allur hvítur. Ilt er at fóta sær uttan at flyta føturnar av og á.
 11
 
Kolandi stormur 28,5 - 32,6 Skaðavindur, allur sjógvurin hvítur frá stórum brotasjógvi. Stórur vindskaði. Fyri at standa má maður halda seg fastan.
 12
 
Ódn 32,7 - 36,9 Himmal og hav í einum roki. Ógvuliga sjáldan í Føroyum. Av mesta skaða.

Útvortis ávísingar