Munurin millum rættingarnar hjá "Sørvágur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3: Linja 3:
bygdakort = Sorvagur on Faroe map.png|
bygdakort = Sorvagur on Faroe map.png|
postnummar = 380|
postnummar = 380|
mynd = Faroe stamp 510 vagar - sorvagur.jpg
mynd = Faroe stamp 510 vagar - sorvagur.jpg|
kommuna = Sørvágs kommuna|
kommuna = Sørvágs kommuna|
markatal = 48|
markatal = 48|
íbúgvar = 974|
íbúgvar = 966|
íbúgvar_ár = [[2005]]|
íbúgvar_ár = [[2007]]|
viðmerkingar =
viðmerkingar =
}}
}}

[[Mynd:Faroe stamp 510 vagar - sorvagur.jpg|left|thumb|Sørvágur - FO 510 - Postverk Føroya, [[2005]]]]
'''Sørvágur''' er bygd í [[Føroyar|Føroyum]].
'''Sørvágur''' bygd í [[Vágar|Vágum]].

== Søga ==
[[Mynd:Faroe stamp 510 vagar - sorvagur.jpg|left|thumb|Sørvágur - FO 510 - [[Postverk Føroya]], [[2005]]]]
Í tveimum av bygdunum í [[Vágar|Vágum]] hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í [[Sandavágur|Sandavági]] og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul.

=== Forna búsetingin ===

Í [[1950-árini|fimmtiárunum]], tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir har gamla fimleikahøllin varð bygd vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortlagdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í sjálvum kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kanna enn, og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við [[Hanusará]] eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri [[Kirkjuá]]nna, niðan við [[Hanusará]]. Seinni, helst einaferð millum [[1200]] og [[1400]], er so tað hent, at bygdin er flutt millum [[Kirkjuá]] og [[Stórá]] at vera. Í [[1600-talinum]] vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri [[Kirkjuá]]nna, so tá er bygdin flutt.
[[Mynd:Sorvagur,_faroe_islands,_view_on_mykines.jpg|thumb|right|270px|Sørvágur]]
=== Teir tríggir hagarnir ===

Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í [[1584]], nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: [[Philipus Gregersen]], [[Niels Andersen]] og [[Thommes Nielsen]]. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar. Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, [[Suðrtriðing]], [[Norðurtriðing]] og [[Úttriðing]]. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í [[1600]] árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í [[1500-talinum]], tí í byrjan av [[1600-talinum]] eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka til byrjan av [[1800-talinum]], men hagarnir eru framvegis tríggir í tali.

=== Aðalsjørðin og kongsjørðin ===

Aðalsættin [[Benkenstock]] í [[Noreg]]i átti, helst frá byrjan í [[1400-talinum]] og til [[1660-árini]], alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um [[1665]] seldu tey sína jørð í Sørvági til ein [[Danmark|dana]], nevndur [[Severin Fohrman]], hesin varð av [[Føroyar|føroyingum]] róptur ''Servin''. Servin byrjaði longu í [[1667]] at selja jørðina aftur til [[Føroyar|føroyingar]]. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var [[Føroyar|føroyingur]] ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá [[1729]], tá ein maður nevndur [[Sunnivu Jógvan]] rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong.

=== Fólkavøksturin ===

Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í [[1600-talinum]] ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá [[1801]], búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í [[1855]] búgva 163 fólk í Sørvági. Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir [[1856]] við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast. Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar [[Kirkjuá]] og [[Stórá]] fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi.

=== Fiskakeypararnir ===

Um ár [[1900]] vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á [[Bakka]] og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á [[Stongum]] vóru 6 fiskastykki, úti í [[Geilini]] 1 og úti á [[Bakka]] 4.

=== Føroya fyrsta flakavirki ===

Fyrsta flakavirki í [[Føroyar|Føroyum]] sá dagsins ljós í Sørvági í [[1953]], og var tað tann framfýsni [[Dánjal Niclasen]], stjóri í [[pf. N. Niclasen]], sum lat hetta gera. Fyrstu árini varð skorið við hond men í [[1962]] fekk flakavirki í Sørvági tí fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í [[1993]] var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirki, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum.

=== Kirkjan ===

[[Kirkja]]n í Sørvági er bygd í [[1886]], men [[Kirkja|kirkjur]] vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um [[1583]]. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin [[kirkja]] var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har [[Útistova]] stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í [[1920-unum]], tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað.

=== Skúlin ===

Frá u.l. [[1832]] var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá [[1854]] til [[1880]] var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í [[1880]] verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum "hjá Stoffa" rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í [[1887]]. Í [[1957]] var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá [[1959]] og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í [[1961]]. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í [[1989]]. Gamli svimjihylur við [[Bonursahyl]] varð bygdur summarið [[1930]] til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í [[1974]], beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.


== Ítróttir ==
== Ítróttir ==


* [[Sørvágs Ítróttarfelag]]
* [[Sørvágs Ítróttarfelag]]

{{stubbi}}


[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]

Endurskoðan frá 6. okt 2008 kl. 20:32

Sørvágur
Sørvágur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 380
Kommuna Sørvágs kommuna
Markatal 48
Íbúgvar (2007) 966

Sørvágur bygd í Vágum.

Søga

Sørvágur - FO 510 - Postverk Føroya, 2005

Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul.

Forna búsetingin

Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir har gamla fimleikahøllin varð bygd vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortlagdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í sjálvum kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kanna enn, og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við Hanusará eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri Kirkjuánna, niðan við Hanusará. Seinni, helst einaferð millum 1200 og 1400, er so tað hent, at bygdin er flutt millum Kirkjuá og Stórá at vera. Í 1600-talinum vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri Kirkjuánna, so tá er bygdin flutt.

Sørvágur

Teir tríggir hagarnir

Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í 1584, nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: Philipus Gregersen, Niels Andersen og Thommes Nielsen. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar. Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, Suðrtriðing, Norðurtriðing og Úttriðing. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í 1600 árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í 1500-talinum, tí í byrjan av 1600-talinum eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka til byrjan av 1800-talinum, men hagarnir eru framvegis tríggir í tali.

Aðalsjørðin og kongsjørðin

Aðalsættin Benkenstock í Noregi átti, helst frá byrjan í 1400-talinum og til 1660-árini, alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um 1665 seldu tey sína jørð í Sørvági til ein dana, nevndur Severin Fohrman, hesin varð av føroyingum róptur Servin. Servin byrjaði longu í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var føroyingur ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá 1729, tá ein maður nevndur Sunnivu Jógvan rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong.

Fólkavøksturin

Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í 1600-talinum ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá 1801, búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í 1855 búgva 163 fólk í Sørvági. Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast. Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar Kirkjuá og Stórá fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi.

Fiskakeypararnir

Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á Stongum vóru 6 fiskastykki, úti í Geilini 1 og úti á Bakka 4.

Føroya fyrsta flakavirki

Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953, og var tað tann framfýsni Dánjal Niclasen, stjóri í pf. N. Niclasen, sum lat hetta gera. Fyrstu árini varð skorið við hond men í 1962 fekk flakavirki í Sørvági tí fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í 1993 var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirki, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum.

Kirkjan

Kirkjan í Sørvági er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um 1583. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin kirkja var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har Útistova stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í 1920-unum, tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað.

Skúlin

Frá u.l. 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá 1854 til 1880 var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í 1880 verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum "hjá Stoffa" rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887. Í 1957 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá 1959 og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í 1961. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989. Gamli svimjihylur við Bonursahyl varð bygdur summarið 1930 til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í 1974, beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.

Ítróttir