Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

Jump to navigation Jump to search
170 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
'''Føroya Banki''' er ein av størru bankunum í [[Føroyar|Føroyum]]. Tann [[30. apríl]] [[2007]] vóru 225 fulltíðarstørv í Føroya Banka spjadd yvir 20 deildir kring landið. Bankin veitur tænastur á trimum økjum: Privat, Vinna og Íløgur. Høvuðssæti er í [[Tórshavn]].
 
Føroya Banki varð stovnaður í [[1906]] Frammanundan var ein annar peningastovnur í [[Føroyar|Føroyum]], [[Føroya Sparikassi]] (nú [[Eik]]). Í sambandi við [[Bankakreppan|bankakreppuna]] vóru [[Sjóvinnubankin]] og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá [[1. januar]] [[1994]] at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]] og navnið hjá Føroya Banka.
 
 
== Børsskráseting ==
 
Tann [[2. mai]] [[2006]] samtykti Løgtingið[[Løgting]]ið uppskot frá táverandi fíggjarmálaráðharra um at einskilja Føroya Banka. Fíggingargrunnurin frá [[1992]] átti undan børsskrásetingini 99,4% av bankanum. Aftan á søluna eigur Fíggingargrunnurin 33,4%. Føroya Banki kom á tann [[Danmark|danska]] (Københavns Fondsbørs) og [[ísland|íslendska]] (ICEX) virðisbrævamarknaðin tann [[26. juni]] [[2007]].
 
 
== Bankakreppan í 90'unum og bankamálið ==
 
Búskaparkreppan í [[Føroyar|Føroyum]] fyrst í [[1990-talinum|90'unum]] hevði við sær, at bæði [[Sjóvinnubankin]] og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann [[6. oktober]] [[1992]] verður kunngjørt, at landstýrið saman við [[Danmark|donsku]] stjórnuni vildi bjarga [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]] undan húsagangi. Allur partapeningurin í [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]] var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at [[Fíggingargrunnurin frá 1992]] sprændi pening í [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankan]]. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]].<br />
 
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - [[Danske Bank]] - sum teknaði partapeningin. [[Danske Bank]] átti nú 82% av partapeninginum.<br />
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.<br />
 
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.
Ein býtishandil millum [[Fíggingargrunnin]] og [[Danske Bank]] bleiv gjørdur [[22. mars]] [[1993]], har [[Danske Bank]] "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til [[Fíggingargrunnin]], sum rindaði við at geva [[Danske Bank]] 30% av partapeninginum í [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]] og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og [[Danmark|donsku]] stjórnini. [[Fíggingargrunnurin]] og [[Danske Bank]] býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.<br />
 
[[Fíggingargrunnurin]] kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í [[1994]].
 
== Keldur ==
Dulnevndur brúkari

Navigatiónsskrá