Munurin millum rættingarnar hjá "Jóannes Eidesgaard"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Arne List (kjak | íkøst)
nýggj mynd
Linja 1: Linja 1:
{{Infoboks Løgmaður
{{Infoboks Løgmaður
|navn = Jóannes Dan Eidesgaard
|navn = Jóannes Dan Eidesgaard
|mynd = New_smyril_12.46_-_prime_minister_Eidesgaard.jpg
|mynd = Joannes Eidesgaard in Gjogv.jpg
|nummar = 37
|nummar = 37
|tíðarskeið = [[2004]] – nú
|tíðarskeið = [[2004]] – nú

Endurskoðan frá 24. mai 2008 kl. 19:24

Jóannes Dan Eidesgaard

Løgmaður nr.37
Tíðarskeið 2004 – nú
Undanmaður Anfinn Kallsberg
Føddur/Fødd 19. apríl 1951
Tvøroyri
FlokkurJavnaðarflokkurin

Jóannes Dan Eidesgaard varð valdur til løgmann 3. februar 2004.

Sum løgmaður hevur Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting.

Jóannes Eidesgaard er føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri. Hann er sonur Jonu og Erling Eidesgaard á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.

Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.

Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.

Síðan 1996 hevur Jóannes Eidesgaard verið formaður Javnaðarfloksins og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.

Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður.

Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið