Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 8: Linja 8:
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.<br />

Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.<br />

Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí b
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.

Endurskoðan frá 29. apr 2008 kl. 16:37

Føroya Banki er ein av størru bankunum í Føroyum. Tann 30. apríl 2007 vóru 225 fulltíðarstørv í Føroya Banka spjadd yvir 20 deildir kring landið. Bankin veitur tænastur á trimum økjum: Privat, Vinna og Íløgur. Høvuðssæti er í Tórshavn.

Føroya Banki varð stovnaður í 1906 Frammanundan var ein annar peningastovnur í Føroyum, Føroya Sparikassi (nú Eik). Í sambandi við bankakreppuna vóru Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá 1. januar 1994 at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum.

Bankakreppan í 90'unum og bankamálið

Búskaparkreppan í Føroyum fyrst í 90'unum hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann 6. oktober 1992 verður kunngjørt, at landstýrið saman við donsku stjórnuni vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin í Sjóvinnubankanum var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at Fíggingargrunnurin frá 1992 sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum.
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.

Keldur

Slóðir

Heimasíðan hjá Føroya Banka; www.foroya.fo