Munurin millum rættingarnar hjá "Teitur Lassen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
Arne List (kjak | íkøst)
Linja 93: Linja 93:


== Tíðarrák ==
== Tíðarrák ==
Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »[[Káta Hornið|Káta horninum]]« gongur í fótasporunum hjá [[''Kári P.|Kára P'']]. í 70'unum og [[Frændir|Frændum]] í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.
Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »[[Káta Hornið|Káta horninum]]« gongur í fótasporunum hjá [[Kári P.|Kára P]]. í 70'unum og [[Frændir|Frændum]] í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.


<blockquote>
<blockquote>
Linja 100: Linja 100:
Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir.
Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir.
Stílurin er [[singer/songwriter]], ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum [[Útvarp Føroya]]. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, [[Faroe Boys]], [[Simmi]], [[Birni Dam]], [[Havnarkórið]], [[Herman Jacobsen]], [[Kári P]]. og [[Hanus G]]. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.
Stílurin er [[singer/songwriter]], ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum [[Útvarp Føroya]]. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, [[Faroe Boys]], [[Simmi]], [[Birni Dam]], [[Havnarkórið]], [[Herman Jacobsen]], [[Kári P]]. og [[Hanus G]]. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.



== Útgávur ==
== Útgávur ==

Endurskoðan frá 11. feb 2008 kl. 09:55

Teitur Lassen er føddur í Føroyum í 1977. Hann er ein tann fremsti føroyski sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er Singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið Universal, givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45.000 eintøk)undir heitinum "Poetry and Aeroplanes".


Lívssøgan hjá Teiti

Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik, men hvør hevði trúð, at hesin bleiki og klæntrasligi havnadrongurin fór at sleppa á konsertferðir til Kanada og skapa sær ein stóran fjepparaskara bæði heima og uttanlands. Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin Mark No Limitz, har kend fólk sum Mark Joensen og Malan Eyðunsdóttir spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í Prix Føroyum í 1997 og endaði við at vinna kappingina. Mark No Limitz spældi mest lættisoppa og søtan popp við fangandi rútmum. Síðani hoyrdi man lítið og einki frá Mark No Limitz, og til endans fór bólkurin hvør til sítt. Bæði Malan Eyðunsdóttir, Mark Joensen og Teitur byrjaðu hvør sítt solo-projekt. Teitur royndi seg við fløguni “Sólin og regnið”, ið kom út í 2002. Í dag vil hann ikki rættiliga kennast við fløguna, ið av ymiskum orsøkum gjørdist ein fusari – ikki ein ordilig Teitur-fløga, sum hann málber seg. Teitur flutti til London. Tá byrjaði hann at liva av tónleikinum hjá sær. Tað gekk so mikið væl hjá honum, at Universal skrivaðu sáttmála við hann, og hann fekk eitt umboðsfólk, Christian Ulf-Hansen. Teitur gav fløguna “Poetry and Aeroplanes” út í 2003 við plátufelagnum Universal. Hildið var, at hetta fór at geva Teiti eitt altjóða gjøgnumbrot, men ístaðin bleiv hann bert eitt av teimum mongu listafólkunum, Universal hevur sáttmála við. Teitur spældi løg av tí nýggju fløguni í samband við Prix Føroyar 2003, men hetta var ikki væl móttikið av lurtarafjøldini. Tá fløgan kom út tveir mánaðir seinni, gjørdist hon sera væl móttikin í Føroyum, har Teitur var við at gerast tað heilt stóra innan føroyskan tónleik. Vænti ikki, at sáttmálin hjá Teiti við Universal var tikin í álvara millum almenningin, fyrrenn fløgan kom út. Teitur kendi seg ikki væl at samstarva við Universal. Í 2005 gekk sáttmálin hjá honum út. Hann stovnaði við Christian Ulf-Hansen egið plátufelag, kallað Arlo & Betty recordings Ltd. Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti. Longu í 2006 kom fløgan “Stay under the Stars” út. “Stay under the Stars” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “Louis, Louis” og “Don´t want you to wake up” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til USA og Kanada, hann spældi nógv í norðanlondum og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “Stay under the Stars” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “Káta Hornið”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíl sum “Sólin og regnið”, men so var als ikki. “Sólin og regnið” og “Káta Hornið” eru torførar at samanlíkna. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “Káta Hornið” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teitur” og “Vælkomin heim Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtara-fjøld. DMA er eitt award-show, ið verður hildið í Danmark. Teitur vann heitið sum besti sangari í Danmark ár 2007. Mæt nøvn sum Simon Kvam, Troels Abrahamsen og Thomas Helmig vóru nomineraðir til sama heiti. Men klæntrasligi havnadrongurin vann á teimum øllum, og valdi at geva sína takkar-talu á føroyskum. Teitur býr enn í London. Hann skrivar sangir og løg av hjartans hugi, og hann arbeiðir við tí nýggju fløguni, “The Singer” ið kemur út í februar 2008.

Ritverkið hjá Teiti

Teitur Lassen hevur givið 4 fløgur út, og tann 5. kemur í februar. Av tí, at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í Mark No Limitz, slapp hann undan at markera seg av nýggjum. Hetta gjørdi bara, at fleiri fólk keyptu fløguna “Sólin og regnið”. Fólk vóru als ikki bergtikin av fløguni. Tey hildu, at hon var einkisigandi. Tó eru tað nógv, ið halda, at “Sólin og regnið” er besta fløgan hjá Teiti. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vóru skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og var nevnd “Poetry and Aeroplanes”. “Poetry and Aeroplanes” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan var sera væl seld í Amerika. “Poetry and Aeroplanes” var sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í samband við útgávuna. Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “Stay under the Stars” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur áfram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleika. Fløgan var á top-10 listum í Danmark, og Teitur var biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Sjálvt um »Stay Under the Stars« hevur selt betur í Evropa enn “Poetry and Aeroplanes”, so er søgan júst tann øvugta í USA, ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti.

“Tað hevur ikki gingið so væl at marknaðarføra »Stay Under the Stars« í USA. Plátufelagið, ið vit gjørdu útbreiðslusáttmála við haryviri, hevur ikki gjørt ein skit av øllum tí, sum tað lovaði, og harumframt kiksaði ein týdningarmikil útgávukonsert, tí eg fekk ikki neyðuga visumið. Alt var klárt, og tað sótu 50 amerikanskir tónleikajournalistar og bíðaðu í einum konsertsali í New York, men har dukkaði eingin Teitur upp. So tað var nakað lort”, fortelur Teitur erliga.

Teitur hevur fingið nógv rós fyri sína seinastu útgávu »Káta hornið«, har hann aftur roynir seg á føroyskum, og viðger føroyska samfelagið anno 2007. Á nýggju fløguni, “Káta Hornið”, tekur Teitur veruliga blaðið frá munninum og sigur sína hugsan um nógv føroysk viðurskiftir. Hann syngur um vantandi tolsemi og religiøsa fanatismu í Føroyum; um málsligt snævurskygni, og at Havnin í roynd og veru er ein lítil bygd, hóast havnarfólk alla tíðina royna at sannføra bæði seg sjálvi og onnur um tað øvugta. Fløgan er tann einasta, ið hevur megnað at fingið 6 stjørnur út av 6, tá ið fløgur verða ummældar í Dimmalætting:

Káta hornið”, osar av stemningi, spæligleði og yvirskoti og er snøgt sagt besta føroyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting. 11 skeringar, ið eru at rokna sum ein long perlurøð av framúrskarandi væl komponeraðum og yrktum sangum av okkara klárt sterkasta sangskrivara”

Hetta skrivaði Uni Leitistein Hansen tá hann ummældi nýggju fløguna hjá Teiti í Dimmalætting. ”Káta Hornið” markerar uppaftur týðuligari tónlistarligu broytingina, ið er í gongd í Teiti. Hendan broytingin var longu byrjað á “Stay Under the Stars”, ið var væl leysari framleidd enn poleraða “Poetry and Aeroplanes”.

“Heldur enn at fara hinvegin aftur, so havi eg meira hug til at gera mín enska tónleik soleiðis, sum tónleikurin á »Káta Horninum« er. Eg havi meir og meir innsæð, hvønn leiklut mín føroyska barlast hevur í mínum virki sum sangari og sangskrivari, og at allir teir ensku sangirnir spretta eisini burtur úr hesari somu barlast. Hetta er eisini fyrsta fløgan, ið eg sjálvur havi framleitt, og tað hevur gjørt, at eg kenni meg nógv búnaðan sum tónleikara. Eg tori at gera nøkur val við mínum tónleiki og leiða hann ein ávísan veg, og eg haldi, at tónleikurin er meira Teitur enn nakrantíð”, staðfestir Teitur.

Hóast “Káta Hornið” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður sagt, at hon er tann tónlistarliga sterkasta útgávan, Teitur higartil hevur latið úr hondum. Ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling. Spennandi verður at hoyra “The Singer”, og um hon kann liva upp til undanfarnu fløgurnar.


Sólin og regnið 2002
Poetry and Aeroplanes 2003
Stay under the Stars 2006
Káta Hornið 2007
The Singer 2008

Teitur tekur vanligar býarmyndir og brúkar tær til at seta eitt huglag. Myndirnar eru sera sigandi og lættar at skilja. Tær tosa líka nógv til undirvitskuna sum til vitskuna. Eg havi valt hesar tríggjar yrkingarnar, tí eg haldi, at tær vísa teir ymisku stílarnir, sum sangirnir hjá Teiti eru uppbygdir eftir. Hann hevur sínar kærleikssangir (“All My Mistakes”), sínar fólkasangir (“Louis, Louis”), sínar uppreistrarsangir (“Útisetin”) og sínar huglag-sangir (“Tokspor”). Allir sangirnir eru líka sigandi og tala til mín. Tað er sjáldan, at man hevur ein sangara/sangskrivara, ið dugur at skriva so ymiskar sangir.


4 umboðandi yrkingar

Louis, Louis

Sangurin “Louis, Louis” er at finna á fløguni “Stay under the Stars” og var fyrsta hitt’ið á fløguni. Sangurin er vígdur til Louis Armstrong, mæta amerikanska jazz-trompetistin, komponistin og sangaran, ið verður sæddur sum ein legenda í dag. Louis Armstrong var ein sera nógv umhildin maður, og tónleikurin hjá honum var væl umtóktur. Teitur heitir á Louis um at koma aftur til “the quiet generation” . Hetta ættarliðið hevur ikki sett sítt mark í sama mun sum tey eldru ættarliðini. Tá Louis Armstrong var frammi, skrivaði hann sangir sum t.d. “What a Wonderful World”, ið er ein ótrúligur hásongur til lívið, ljósið og okkara undurfulla heim. Slíkir sangir vóru feel-good sangir, ið vóru “easy-listening”. “Easy listening” vil siga, at man ikki noyðist at tulka sangin og tekstin fyri at skilja hann. Tónleikaheimurin var á einum heilt øðrum støði enn hann er í dag. Tónleikur var nakað man spældi, tí man dugdi og tímdi at spæla tónleik. Man legði hjarta og sál í tónleikin hjá sær. Í dag er nógvur tónleikur ein pengamaskina. Alt er um marknaðarføring og at vinna pening. “Theres no one with the right agenda” – næstan eingin ger tónleik við rætta endamálinum. Tey fáu gera tónleik, tí tey brenna fyri tí. Vit hava einki umboð, ið vísir okkum rætta andlitið innan tónleik – í dag er andlitið smurt við einum tjúkkum lagi av sminku og playback. Hjarta og sál eru ikki at hoyra í tónleikinum í dag. Innihaldið í songunum er mestsum tað sama. Tað eru tónleikarar, ið gera tónleik við hjarta og sál, men tað eru ikki teir, ið dominera á topp-listunum kring heimin. Tað er lættari at marknaðarføra eina sexuta blondinu, hvørs tónleikur er innihaldsleys meturvøra, ið ger, at man ikki noyðist at lurta sera væl eftir einum sangi fyri at fata hann. Um vit taka Radiohead sum dømi: bólkurin hevur akkurát givið eina fløgu út, ið fólk kunnu taka ókeypis niður av alnetinum, lógliga. Bólkurin er sera høgt í metum hjá tónleikarum kring heimin, og fólkunum, ið seta seg at lurta eftir einari fløgu. Men fjepparaskarðin hjá Britney Spears er størri enn tann hjá Radiohead. Britney er sex og “easy-listening”. Man fær dansað til tónleikin hjá henni, og man fær havt tónleikin sum bakgrundstónar, uttan at vera fangaður av honum. Britney er rómin á lagkakuni – Radiohead er lagkøkubotnurin. Tó skal leggjast aftrat, at tað er vamlisligt at hava tað eina uttan hitt. Perfekta javnvágin er ein lekkur lagkøka. Tátíðarinnar stjørnur dugdu at gera ein sang, ið bæði var “easy-listening” og sera sigandi. Teitur sigur, at vit hava tørv á dugnaligum sangarum at vísa okkum, hvat veruligur tónleikur er. Rætt og slætt tónleikur – ikki eitt heilt show hvørja ferð vit trýsta á play “Louis, Louis all we want is music” . Vit hava brúk fyri einum hægri støði innan tónleik – fólk mugu læra at lurta eftir tónleikinum og vera kritisk. Ikki lata seg snýta av marknaðarføringini. “the stage is aching for one” – Okkum tørvar eina veruliga stjørnu ella sangara, ið røkkur út til fólk við einum ektaðum boðskapi.


Tokspor

Tokspor” er av fløguni “Káta Hornið”. “Tokspor” snýr seg um stórbýin í mun til Havnina. Havnin er minsti høvuðsstaður í heiminum, og í mun til ein stórbý kann Havnin virka eitt sindur gimmut. Sangurin viðger Havnina í mun til ein stórbý – stórbýir mennast alla tíðina. Netverkið víðkast og samskiftismøguleikarnir mennast. Stórbýurin er ein livandi vera, har alt kann henda “Har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn” Tað er okkurt friðleyst elektriskt yvir stórbýnum. Eingin sleppur undan – tað er pulsurin í býnum. Havnin er ikki ment á sama hátt sum býir vanliga mennast. Havnin er jú í veruleikanum “ein lítil bygd”, ið Teitur sjálvur sigur í sanginum hjá sær “Havnin er ein lítil bygd”, eisini av fløguni “Káta Hornið”. Í Havn er einki at ivast í. Man dugur “(...) fuglanna song frammanundan” og hevur ikki tørv á leiðbeining. Her kennir man seg heima. Tá man situr í einum toki, fær man ikki rættiliga strekt beinini hjá sær, men tá man kemur til Havnar, fær man strekt beinini hjá sær. Á ein hátt hevur man minni rúm sum einstaklingur í stórbýnum í mun til í Havn . Í Havnini ber til at “(...) strekkja síni troyttu bein” . Ikki sita í einum toki, men heldur koma út. Tá man er í einum stórbýi, er man so ómetaliga nær fysiskt, men man er langt burtur frá hvørjum øðrum mentalt. Hetta ber næstan ikki til at vera í einum so lítlum samfelagi sum í Føroyum. Tokspor røkka víða um, men tá ein hevur verið víða um og upplivað heimin er gott at hava møguleikan at venda aftur til heimstaðin. Ein heystarkensla er gjøgnumgangandi í sanginum. Teitur syngur um kulda og hvussu býurin berur seg at, tá ið kuldin kemur. Frá at syngja um stórbýin fer Teitur yvir til at syngja um tíðina: “Klokkan fylgir sjálvsagt tíðini” ; tíðin og klokkan eru treytað av hvørjum øðrum, og annað fylgir hinum. Tíðin kann renna avstað, men somuleiðis ger klokkan. Teitur ætlar sær heim aftur til Føroyar, um so hann skal ganga allan vegin. Hann vil heim at fáa frið frá øllum hurlivasanum. Tað er heilt vist, at eingi tokspor eru í Føroyum, so tørvur er ikki á at bíða eftir tokinum. Í Føroyum bíðar man ikki eftir nøkrum á sama hátt. Tað keðiliga við ikki at hava tokspor er, at tað krevur tolsemi at bíða. Har eru ikki nógvar ymiskar leiðir man kann fara tá man er í Føroyum. Eisini framleiðslan, ið Teitur sjálvur hevur staðið fyri, er verd at taka fram, tí hon er so deiliga leys og rúmlig, men á ongan hátt tilvildarlig. Pláss er fyri spæligleðini og teimum spontanu, skeivu hugskotunum, ið ofta gera allan munin, eitt nú klokkuspælið á »Toksporum«.


Útisetin

Útisetin er at finna á “Káta Hornið”. Nú er tað so statt, at vit sum oftast noyðast av landinum fyri at útbúgva okkum. Í útvarpinum í dag varð sagt, at ¼ av føroyingum búgva uttanlands. Hetta er sjálvsagt ein stórur partur av Føroya fólki. Av tí sama hava vit nógvar útisetar. Teitur er ein av teimum. Tá man fer uttanlands, mennist man og víðkar sjónarringin. Í einum samfelagi sum Føroyar er tað eitt ivamál, um tann breiði sjónarringurin hjá einum passar inn í hetta ofta snævurskygda samfelagið. Heldur enn at koma buldrandi við fremstafingri á lofti, spyr Teitur føroyingar, hvat hann skal taka við í sítt kuffert, um hann flytur heimaftur. Er tað pláss fyri tí, sum hann er vorðin eftir nógv ár á ferð í útlondum? “Eg havi fylt við í kjakinum. / Skrivað undur í mótmælinum” Til dømis sipar Teitur til tað sera nógv umrødda kjakið um 266b og samkynd. Tað eru víðgongd religiøs sjónarmið, ið fáa alsamt størri ávirkan her á landi. Ikki bert viðvíkjandi 266b, men eisini onnur evni. Teitur spyr:
»er himmalin og Atlantshavið / eitt vandamikið útsýni? / eru vit nærri Jesusi / enn onnur fólkasløg?« Í útheiminum er tað at vera samkyndur góðtikið, í mun til støðuna í Føroyum. Tann hugsanarhátturin er góðkendur í útheiminum, og sum føroyingur mennist man og verður settur andlit til andlits við evni sum t.d. samkynd, fosturtøku og tílíkt. Teitur spyr, um hann skal “Gloyma alt eg havi lært” . Hann kemur við niðurstøðuni, at ístaðin fyri at sálda frá og gloyma alt tað, ið man hevur lært, skal alt tað, ið man hevur lært, heim við í kuffertið. Hetta er fyrstu ferð, at hetta málið er tikið upp til viðgerðar á henda hátt.

”Man hevur ein rætt at blanda seg, tá ið mann skilir tingini. Eg havi ferðast kring heimin og sæð og upplivað góðar og minni góðar síður av øllum teimum samfeløgum, ið eg havi vitjað. Tískil kenni eg meg so avgjørt skikkaðan at hava eina meining um, hvat kundi verið øðrvísi heima í Føroyum. Eg eri føroyingur, og tá eg eri í Føroyum, eri eg nógv illsintari og meira innblandaður í tingini, enn tá ið eg eri í Onglandi ella USA. Eg havi stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum allastaðni, men tað er ikki allastaðni, eg havi rætt til at blanda meg. Í Føroyum havi eg”


Í Føroyum eru røturnar hjá honum longu festar. Tað at fara uttanlands kann bæði festa tær enn meira, ella kann man byrja at kenna seg rótarleysan. Hjá Teiti verða røturnar festar. Hann hevur verið uttanlands og upplivað heimin uttan fyri heimið, og tað hevur gjørt hann klókari viðvíkjandi hvør hann er.


All My Mistakes

All My Mistakes” er seinasti sangur á “Stay Under the Stars”, og tað er sera passandi at enda við einum so vøkrum sangi. “All My Mistakes” er mín yndissangur, ið Teitur hevur gjørt. Sangurin sjálvur er sera einfaldur. Bert eitt klaver spælir afturvið røddini hjá Teiti. Teksturin er somuleiðis eisini einfaldur og friðarligur. Teitur fær reist nógvar viðkomandi spurningar við fáum orðum. Man fær meira at síggja av Teiti í hesum sanginum í mun til hinar sangirnir. “All My Mistakes” er meira persónligur. Tað kennist sum um, at Teitur hevur opnað hjartað hjá sær og skrivar um nakrar ávísar upplivingar, ið eru blivnar ein partur av honum. Hetta kundi væl verið eitt kærleiksforhold, ið er farið. Ístaðin at hókna undir og angra, at man fór inn í hetta av fyrstan tíð, ber til at hyggja at tí sum nakað, ið hevur dannað ein sum persón. Sangurin sigur okkum, hvørjari støðu Teitur er í, og hvar hann kemur frá. Heitið á sanginum peikar eisini á hetta: “All My Mistakes” – øll míni mistøk. Í sanginum sigur hann “All my mistakes have become masterpieces” . Oftast er orðið mistak negativt løtt, men hetta heldur Teitur ikki er rætt. Mistøkini hava líka nógv at siga fyri ein sum persón sum alt annað hevur. Man lærir av mistøkunum hjá sær. Mistøkini gerast listaverk, har lívið er listaskálin. Sangurin snýr seg bæði um, hvussu mistøkini ikki skulu síggjast sum mistøk, og um kærleika. Tá ið dagurin er farin, ber til at hyggja aftur og læra.“I sing to myself at the end of the day / when I know what the blues is” . Har kemur ein løta í lívinum hjá einum og hvørjum persóni, tá ein noyðist at liva í nútíðini og standa til svars fyri alt.
“There comes a time / you must stay in the moment / while your heart’s still bleeding There comes a time / when you must walk away / though your heart’s still beating”
Henda løtan kann vera sera strævin at koma ígjøgnum. Oftast hevur man hug til at droppa alt og venda aftur til tann gráa gerandisdagin, men her sigur Teitur, at man skal vera trúgvur ímóti sær sjálvum. Tað nyttar ikki at liva eitt lív, ið er grundað á neyðsemju. Sum menniskju eru vit skjót til at døma onnur. Eingin kann døma ein og siga, hvør er vinnarin, og hvør hevur gjørt nakað skeivt. Vit fáa ymiskt burtur úr okkara upplivingum, og hetta er við til at skapa okkum sum persón. Tað ber til at fáa sera nógv burturúr hesum sanginum. Sangurin kann til dømis tulkast út frá einum kristnum sjónarmiði. Sangurin viðger eisini styrkina í at fyrigeva. Tað krevur sín mann at fyrigeva næsta sínum og ikki bera alsk. Soleiðis viðger teksturin evni, ið menniskjað hugsar um og setur spurning við.


Tíðarrák

Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »Káta horninum« gongur í fótasporunum hjá Kára P. í 70'unum og Frændum í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.

“Eg haldi, at eg sigi tingini, sum tey eru. Eg og tey ungu fólkini, ið eg deili mítt lív við, vit halda hatta har. Hatta er mín veruleiki. Og ja, nógv viðurskifti eru virkuliga býtt í Føroyum, men eg haldi, at ein sovorðin sum eg hevur ábyrgd at gera vart við hesi viðurskifti. Eg havi sæð, at eg fari at halda fram við at spæla tónleik, og at hetta er tað, ið eg brenni fyri at gera, og tískil er umráðandi at hava eitt gott fundament at standa á. Tá nyttar einki ikki at hava eina meining um tingini, tí so hevur tú einki stað at standa.”

Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir. Stílurin er singer/songwriter, ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum Útvarp Føroya. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, Faroe Boys, Simmi, Birni Dam, Havnarkórið, Herman Jacobsen, Kári P. og Hanus G. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.

Útgávur

umframt:

  • 1998 Jólafløgan skering 12.
  • 1998 Sov blítt og søtt skering 16.

sí eisini: Mark No Limits.