Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

Jump to navigation Jump to search
113 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
s
'''Summartíð''' er, at [[klokka]]n summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki.
 
[[Benjamin Franklin]] skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í [[1784]]. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í [[Eysturríki]] og [[Týskland]]i undir [[fyrri heimsbardagi|fyrra heimsbardaga]] - [[30. apríl]] [[1916]] - fyri at spara [[Olja|olju]], meðan kríggj var. Fleiri [[Evropa|evropeisk]] lond, teirra millum [[Danmark]], fóru yvir til summartíð [[21. mai]] sama árið.
 
Summartíð hevur verið í gildi í [[Danmark]] í fleiri umførum. Fyrst í [[1916]], síðani aftur í [[1940]] - [[1948]]. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í [[Danmark]] síðani [[1980]]. Í [[Føroyar|Føroyum]] varð farið yvir til summartíð við støði í "[[Løgtingslóg]] nr. 66 frá [[21. mai]] [[1980]] um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 91 frá [[3. oktober]] [[2006]] um summartíð [[2007]], [[2008]], [[2009]], [[2010]] og [[2011]]". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í [[apríl]] og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í [[september]]. Síðan [[1996]] hava vit flutt til summartíð samstundis sum [[ES]]-londini, frá seinasta [[Sunnudagur|sunnudegi]] í [[mars]] til seinasta [[Sunnudagur|sunnudag]] í [[oktober]].
 
Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta [[sunnudagur|sunnudag]] í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta [[Sunnudagur|sunnudag]] í [[oktober]] verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00.
Dulnevndur brúkari

Navigatiónsskrá