Munurin millum rættingarnar hjá "Jólafundurin 1888"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
JhsBot (kjak | íkøst)
s robot Modifying: en:Christmas Meeting 1888
Arne List (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 53: Linja 53:
== Kelda ==
== Kelda ==
* [http://www.faroestamps.fo/index.php?side=d3af46e8aec8fd41d2ed153c076d9749 Postverk Føroya]
* [http://www.faroestamps.fo/index.php?side=d3af46e8aec8fd41d2ed153c076d9749 Postverk Føroya]
* [http://wikisource.org/wiki/Nú_er_tann_stundin Nú er tann stundin komin til handa]
* [http://fo.wikisource.org/wiki/Nú_er_tann_stundin Nú er tann stundin komin til handa]


[[Bólkur:Føroya søga]]
[[Bólkur:Føroya søga]]

Endurskoðan frá 23. des 2007 kl. 03:53

3.00 kr frímerki
3.20 kr frímerki
12.00 kr frímerki
Mynd:Ein og hvör.png
Lýsingin í Dimmu

22. desember 1888 stóð hendan stutta lýsing í Dimmalætting:

               Ein og hvör
bjóðast at koma í tinghúsið annan jóladag
kl. 3 e.m., har. sum vit atla, at samráðast
um at verja Förja mál og Förja siðir.

E. D. Bærentsen. H. N. Jacobsen. D. Isaksen.
      S. F. Samuelsen. R. C. Effersø.
        Jens Olsen. Just Jacobsen.
      C. L. Johannesen. J. Padurson.

Við hesi innbjóðing, ið 9 vælkendir føroyingar skrivaðu undir, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu Føroya fólks - tá byrjaði tjóðskaparrørslan av álvara.

Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið. Har vórðu røður hildnar og fosturlandssangir sungnir. Serliga sterka ávirkan hevði tað á fundarfólkið, tá Rasmus Effersøe las upp striðsljómin Nú er tann stundin komin tíl handa, ið tann ungi Jóannes Patursson úr Kirkjubø hevði yrkt til hetta høvið. Boðskapurin í hesi longu yrking verður borin fram longu i fyrsta ørindi:

Nú mugu føroyingar semjast um at bjarga móðurmálinum. Tað er fólksins skylda bæði móti sær sjálvum og forfedrunum at verja og menna dýrasta mentanararvin av øllum -málið. Men móðurmálið er nú so forfjónað og eyðmýkt í sínum egna landi, at tað býður tess ikki bøtur, uttan fólkið alt sýnir vilja og evni og tekur lógvatak saman.

Fundarsamtykt

Fundurin endaði við fundarsamtykt í 6 greinum:

  • Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega.
  • Í søgufrálæruni eigur dentur at verða lagdur á Føroya søgu.
  • Øll uttanatlæra á donskum í kristnikensluni skal burtur, í staðin skal tað lisna endurgevast á føroyskum.
  • Prestarnir eiga at hava rætt til at nýta føroyskt mál innan og uttan kirkjugátt.
  • Føroyskt mál eigur at fáa fullan rætt í øllum almennum viðurskiftum.
  • Arbeitt eigur at verða fyri at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.

Stovnanin af Føroyingafelag

Tað ringa veðrið forðaði bygdarfólki í at koma til Havnar, tí varð innkallað tíl nýggjan fund 6. januar 1889, har Føroyinga-felag varð stovnað við hesum stevnumiði:

  • At fáa Føroya mál tíl æru.
  • At fáa føroyingar til at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir.

Sostatt varð tjóðskaparhugsjónin longu tá rúmkað til sjálvstýrishugsjónina.

Frímerki

Bárður Jákupsson hevur sniða frímerkjuni høgrumegin ið avmynda teir 9 sum sendu inbjóðingina til Jólafundin út í 1888.

  • 3.00 kr frímerki - Lýsingin í Dimmalætting 22. desember 1888, ið nevnd er í tekstinum.
  • 3.20 kr frímerki - Tekning av fólkafundi í Reynsmúlalág í 1908 eftur William Heinesen.
  • 12.00 kr frímerki - Fyrsta ørindi í yrking Jóannesar bónda.

Bøkur

  • Jóhannes av Skarði: Jólafundurin 1888 - og eitt sindur um høvuðsmenninar í Føroyingafelag í Føroyum. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 1980

Kelda