Munurin millum rættingarnar hjá "Jóannes Patursson"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
s Løgtingslimur
Arne List (kjak | íkøst)
http://fo.wikisource.org/wiki/N%C3%BA_er_tann_stundin
Linja 37: Linja 37:


== Útgivið ==
== Útgivið ==
* 1888 - [http://wikisource.org/wiki/Nú_er_tann_stundin Nú er tann stundin...].
* 1888 - [http://fo.wikisource.org/wiki/N%C3%BA_er_tann_stundin Nú er tann stundin...].
* 1903 - ''Færøsk politik''
* 1903 - ''Færøsk politik''
* 1922 - 1945 ''Kvæðabók I-V'',
* 1922 - 1945 ''Kvæðabók I-V'',

Endurskoðan frá 23. des 2007 kl. 03:39

Jóannes Patursson
Mynd:Jóannes Patursson.png
Føddur 6. mai 1866
Deyður 2. august 1946
Yrki Bóndi
Flokkur Hin føroyska fólkaflokkin


Jóannes Patursson (6. mai 1866 í Kirkjubø - 2. august 1946) vanliga nevndur Bóndin, búði í Kirkjubø, har hann eisini festi størsta kongsgarðin í Føroyum. Foreldrini vóru Elin f. Dalsgarð av Velbastað og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttir úr Karlsskála í Íslandi.

Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini.

Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt var, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889.

Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var

  1. at fáa Føroya mál til æru, og
  2. at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir.

Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt.

Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.

1906-1940 var Jóannes í Sjálvstýrisflokkinum. Men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Saman við Vinnuflokkinum stovnaði hann Hin føroyska fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri). Hetta samsvaraði væl við broytta lyndi hansara. Í byrjanini var Jóannes hóvligur sjálvstýrismaður, men til endans var hann radikalur loysingarmaður.

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí, at Jóannes doyði 6. mai, slapp hann ikki at síggja tað henda.

Útgivið

Keldur

  • Løgting 150 - Hátíðarrit 2, Løgtingið, Tórshavn 2002, s. 334.
  • Jóannes Patursson, eftir Hans Jacob Debes, Forlagið Søgumál, 1991.