Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Andrias Djurhuus"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 81: Linja 81:
=== Sigurð Joensen sigur: ===
=== Sigurð Joensen sigur: ===
* Hans Andrias er føðin hjá okkara uppvaksandi tjóð. Hann er breyðið, hon etur í uppvøkstrinum og loftið, hon andar niður í seg. (Eg stoyti heitt. Síða 106.)
* Hans Andrias er føðin hjá okkara uppvaksandi tjóð. Hann er breyðið, hon etur í uppvøkstrinum og loftið, hon andar niður í seg. (Eg stoyti heitt. Síða 106.)



* Hann, sum hevur dugað yrkingar hansara frá barnsbeini, hann veit at tær batna við aldrinum. (Eg stoyti heitt. Síða 107.)
* Hann, sum hevur dugað yrkingar hansara frá barnsbeini, hann veit at tær batna við aldrinum. (Eg stoyti heitt. Síða 107.)

Endurskoðan frá 27. okt 2007 kl. 21:49

Hans A. Djurhuus
Mynd:JHODjurhuus JFJacobsen WHeinesen HADjurhuus.jpg
Hans A. Djurhuus (h.) saman við J.H.O. Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen.

Hans Andrias Djurhuus er føddur í Tórshavn 20. oktober 1883, deyður 6. mai 1951. Hans Andrias Djurhuus er bróðir navnframa yrkjaran Janus Djurhuus, og saman ganga teir mangan undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var Áarstova í Havn.


Lívssøga

Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin 20. oktober í árinum 1883. Hans Andrias vaks til í Tórshavn, har barnaheim hansara var Áarstova. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og søgu, og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum. Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, Janus, Christian, Hans Andrias og Poul Juel. Móðir Hans Andriasar doyði á ungum árum av tuberklasmittuni, ið herjaði um alt landið. Elsa Maria doyði í árinum 1897, og eftir sat faðirin, Óla Jákup, við fimm børnum. Eftir at móðirin var deyð, tók Armgarð, ið var elsta systir Hans Andriasar, húskið á herðar sínar. Svár hevur sorgin verið teimum, og fátæksligu liviumstøður teirra hava neyvan bøtt um støðuna.

Hin 8. august í árinum 1899 stóð grein í Fuglaframa, har Sverre Patursson skrivaði, at Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen fóru undir háskúlavirksemi í Føroyum. Nakað seinni kom Hans Andrias á Føroya Fólkaháskúla at ganga. Tað hevði sera stóran týdning fyri Hans Andrias, at hann kom á Føroya Fólkaháskúla at ganga, tí á skúlanum fekk hann kunnleika til føroyskt mál og bókmentir. Hans Andrias fór nú at yrkja á føroyskum, eftir at hava yrkt á donskum áðrenn. Hans Andrias sat nú og yrkti í Føgrulíð. Háskúlin í Føgrulíð, ið er vestantil á Borðoynni, vakti av álvara yrkjarahug Hans Andriasar.

Í árinum 1902 fór Hans Andrias á læraraskúla, har hann tók prógv í 1905. Í tveimum umførum var Hans Andrias eisini á læraraskúla í Danmark. Lærarastarvið gjørdist lívsstarv hansara, og lærari var hann í Sandavági, á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt skifti hevði Hans Andrias eisini verið avloysari í Klaksvík.

Lívið var ikki uttan trupulleikar fyri Hans Andrias. Í árinum 1923 misti hann konu sína, Juttu. Orsøkin var aftur herviliga tuberklasmittan, og Hans Andrias gjørdist einkjumaður. Hans Andrias giftist tó uppaftur í 1925, og í seinnu giftu giftist hann við Petru. Hjúnarlagið teirra millum helt síðani á, inntil Hans Andrias andaðist í 1951.

Ritverkið

Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum 1901, meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði Janus Djurhuus, eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking Janusar fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis.

Hans Andrias Djurhuus er stórvirknasta skaldið, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða.

Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar.

Hóast ritverk Hans Andriasar er sera fjølbroytt og spennir sera víða, sæst týðiliga, at týdningarmiklir felagsnevnarar eru í øllum skaldskapi hansara. Hugsað verður serstakliga um lívskáta og ljósa hugburðin, ið er sum afturljóð í skaldskapi hansara. Tískil er eyðvitað, at lyndi og heimsfatan Hans Andriasar týðiliga koma til ásýnis í skaldskapi hansara. Fatan okkara av Hans Andriasi, sum barnsins og fólksins vinur, er tískil sprottin úr káta yrkingarhátti og lyndi hansara. Føroysku náttúruna, ið er bæði harðbalin og hóttandi, lýsir hann vakra og hugtakandi. Dagsins strev og barnsins leik, ja, alt samalt lýsir hann við miklari gleði og sóma, soleiðis er Hans Andrias og skaldskapur hansara.

Hans Andrias hevur í mong ár veitt føroyska samfelagnum dýrar gripir, ið flestu fólk hava kærar. Av verkum hansara kunnu millum annað nevnast Undir víðum lofti frá 1934, Yvir teigar og tún frá 1936, Sjómansrímur frá 1925, Beinta frá 1927, Søgumál frá 1922 og Føroya søga frá 1924. Navnframastu verk hansara eru tó uttan iva barnabøkurnar Barnarímur frá 1915 og Barnabókin, bd. 1-2 frá 1923-1924. Óvitar og ungdómar hava í mong ár fingið innlit í hesi verk, tí tilfarið í teimum verður dúgliga nýtt til skúlabrúks.

Í skaldskapi sínum vendir Hans Andrias sær tessvegna til bæði vaksnamannasálina og barnasálina. Káta huglagið eyðkendi Hans Andrias sum persón, nakað ið týðiliga sæst aftur í skaldskapi hansara.

Ritverkið í pørtum

Barnaskaldskapurin

Sálmarnir

Sjómansrímurnar

Sjónleikirnir

Útgivið

Yrkingasøvn

  • 1905 - Hin gamla søgan
  • 1915 - Barnarímur
  • 1916 - Hildarljóð
  • 1922 - Søgumál
  • 1925 - Sjómansrímur
  • 1932 - Halgiljóð
  • 1934 - Morgun- og kvøldsálmar
  • 1934 - Undir víðum lofti
  • 1936 - Yvir teigar og tún
  • 1936 - Havet sang

Sjónleikir

  • 1908 - Marita
  • 1917 - Annika
  • 1930 - Álvaleikur
  • 1930 - Eitt ódnarkvøld
  • 1933 - Traðarbøndur
  • 1935 - Ólavsøkumynd
  • 1936 - Løgmansdótturin á Steig
  • 1947 - Leygarkvøld í Bringsnagøtu

Ymiskt

  • 1922 - Eitt ár til skips (smásøgur & ævintýr)
  • 1922 - Barnabókin
  • 1924 - Føroya søga
  • 1927 - Barnabókin, økt útgáva
  • 1927 - Beinta (skaldsøga)
  • 1929 - Ævintýr
  • 1950 - Í mánalýsi (minnisrit)
  • 1952 - Føroya søga, økt útgáva

Sagt um Hans Andrias

Christian Matras sigur:

Rikard Long sigur:

William Heinesen sigur:

Sigurð Joensen sigur:

  • Hans Andrias er føðin hjá okkara uppvaksandi tjóð. Hann er breyðið, hon etur í uppvøkstrinum og loftið, hon andar niður í seg. (Eg stoyti heitt. Síða 106.)
  • Hann, sum hevur dugað yrkingar hansara frá barnsbeini, hann veit at tær batna við aldrinum. (Eg stoyti heitt. Síða 107.)