Munurin millum rættingarnar hjá "Dilkadagur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
s New page: '''Dilkadagur''' er høgtíðardagur um heystið, tá okkurt serliga gott varð havt til matna. Tríggir dagar um heystið bera hetta heitið: mariumessa 8. september, [[mikkjalsme...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 6. sep 2007 kl. 19:33

Dilkadagur er høgtíðardagur um heystið, tá okkurt serliga gott varð havt til matna. Tríggir dagar um heystið bera hetta heitið: mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og alhalgunadagur 1. november.

Navnið dilkadagur kemur av orðinum dilkur, sum hevur ymsa merkið ymsastaðni í oyggjunum, men fyri tað mesta merkir gott lamb ella góður matur av lambi, eitt nú blóðmørur og lambskjøt.