Munurin millum rættingarnar hjá "Apostólska trúarjáttanin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Haukur (kjak | íkøst)
SieBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: simple:Apostles' Creed
Linja 61: Linja 61:
[[qu:Iñini]]
[[qu:Iñini]]
[[ru:Апостольский символ веры]]
[[ru:Апостольский символ веры]]
[[simple:Apostles' Creed]]
[[sl:Apostolska veroizpoved]]
[[sl:Apostolska veroizpoved]]
[[sv:Apostoliska trosbekännelsen]]
[[sv:Apostoliska trosbekännelsen]]

Endurskoðan frá 21. jul 2007 kl. 23:24

Apostólska trúarjáttanin (lat. apostolicum) er ein frumkristin orðing, sum í stuttum sýnir nakrar av týdningarmestu lærusetningum kristindómsins

Søgan handan Apostólsku trúarjáttanina

Orsøkin til at trúarjáttanin verður kallað "apostólsk" er hon, at teir tólv apostlarnir hava orðað trúarjáttanina. Søguliga letur hetta seg tó ikki prógva. Hinvegin er trúarjáttanin sprottin úr fleiri trúarorðingum, ið hava verið nýttir í ymiskum kirkjuliðum í fornkirkjuni. Trúarjáttanin, júst soleiðis sum hon er orðað nú, hevur helst verið at funnið í ár 200 e.Kr. Í dag verður Apostólska trúarjáttanin góðtikin av nærum øllum kristnum kirkjuliðum og kirkjufelagsskapum. Millum annað nýtir føroyska fólkakirkjan Apostólsku trúarjáttanina, har hon verður messað, upplisin ella sungin til allar guðstænasturnar. Fólkakirkjan nýtir eisini Apostólsku trúarjáttanina í dóps- og konfirmatiónsritualinum.

Apostólska trúarjáttanin

Vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Vit trúgva á Guð Faðir, hin alvalda,
skapara himins og jarðar.

Vit trúgva á Jesus Kristus,
Guðs einborna son, váran Harra,
sum er gitin av heilagum anda,
borin í heim av Mariu Moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar,
triðja dagin staðin upp frá deyðum,
farin til Himmals,
sitandi við høgru hond, Guðs Faðirs, hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Vit trúgva á heilagan anda,
eina heilaga almenna kirkju,
samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Amen!