Dulnevndur brúkari
Munurin millum rættingarnar hjá "Ingolf Jacobsen"
gjørt setning lidnan, ið var dottin út
(→Keldur) |
(gjørt setning lidnan, ið var dottin út) |
||
Tað fer at ganga framá hjá Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sær inn í sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmálari á [[Kongaliga Teatrið (Keypmannahavn)|Kongaliga Teatrinum]] í [[Keypmannahavn]]. Framgongd tykist vera á øllum økjum hjá honum. Hann skrivar og prýðir greinar, ið verða prentaðar í donskum og norskum bløðum, og eisini verður hoyrispæl hansara "Under Fjeldet" framført í danska útvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth.
Ingolf flytir í 1943 til [[Århus]]. Hetta var sera brádliga og sambært listarmanninum Janusi Kamban, ið var nógv saman við Ingolf í Keypmannahavn, so var Ingolf virkin í mótstøðurørsluni, og hann kendi seg ótryggan í Keypmannahavn. Stutt eftir at hann er komin til Århus, giftist hann Klara-Marie. Tey fingu tvey børn, Stein og Ingun. Ingolf gerst høvuðsteknari á [[Aalborg Stiftstidende]]. Men hann fæst eisini við nógv annað: endurstovnaði føroyingafelag í Jútlandi og er formaður har, forlagsarbeiði, fyrireiking til endurstovnan av blaðnum "Ungu Føroyum", prentarbeiði, útvarpsleikir og mangt annað. At stovnseta føroyskt útvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ítøkiligar ætlanir um hetta. Hann er eisini virkin á satirublaðnum Cimbrer-Hylet í Aalborg. Meðan hersetingin er, er hetta blað undir strongum sensuri, men eftir mai 1945 eru tekningar Ingolfs sera speiandi mótvegis týska hersetingarvaldinum, ið
Avskorin frá heimlandinum vegna seinna heimsbardaga, hevur hann ikki vitjað heim síðani hann fór av landinum. Hann er á tremur við hugskotum, at fara til Føroyar við.
|