Munurin millum rættingarnar hjá "Celsiusstigin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
Stig Celsius, hitastig, kuldastig
Linja 6: Linja 6:
Stigin er nevndur eftir [[Svøríki|svenska]] vísindamanninum [[Anders Celsius]] (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, [[Carl von Linné]] (1707–1778), broytti stigan í 1743 ella 1744 til tann, vit kenna í dag.
Stigin er nevndur eftir [[Svøríki|svenska]] vísindamanninum [[Anders Celsius]] (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, [[Carl von Linné]] (1707–1778), broytti stigan í 1743 ella 1744 til tann, vit kenna í dag.


Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius". Veðurtíðindini frá [[BBC]] skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.<ref>[https://www.youtube.com/watch?v=9E21c02Vp9k#t=18m42s 1985 BBC Special: A Change In The Weathe]</ref>
Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius", so sum mælt er til í [[Millumtjóða eindarskipanin|SI]]-reglunum. Veðurtíðindini frá [[BBC]] skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.<ref>[https://www.youtube.com/watch?v=9E21c02Vp9k#t=18m42s 1985 BBC Special: A Change In The Weathe]</ref>

Hóast celsiusstigin ikki er partur av SI, so er loyvt at brúka celsiusstigan saman við SI-eindum.<ref name="BIPM">[http://www.bipm.org/en/publications/si-brochure/ BIPM: The International System of Units (SI), 2019]</ref> Eindin eitur "stig Celsius", og symbolið er °C. Tíverri tosa summi um hitastig og kuldastig, alt eftir um temperatururin er omanfyri ella niðanfyri frostmarkið, men hetta er óheppið! Talan er ikki um ymiskar mátieindir omanfyri og niðanfri frostmarkið!



== Stigaumrokning ==
== Stigaumrokning ==

Endurskoðan frá 12. apr 2021 kl. 15:49

Hitamálari −50 °C til +50 °C.

Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortini enn, sum brúka fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá kelvinstiganum.

Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, Carl von Linné (1707–1778), broytti stigan í 1743 ella 1744 til tann, vit kenna í dag.

Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius", so sum mælt er til í SI-reglunum. Veðurtíðindini frá BBC skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.[1]

Hóast celsiusstigin ikki er partur av SI, so er loyvt at brúka celsiusstigan saman við SI-eindum.[2] Eindin eitur "stig Celsius", og symbolið er °C. Tíverri tosa summi um hitastig og kuldastig, alt eftir um temperatururin er omanfyri ella niðanfyri frostmarkið, men hetta er óheppið! Talan er ikki um ymiskar mátieindir omanfyri og niðanfri frostmarkið!


Stigaumrokning

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: TK = TC + 273,15.

Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: TC = TK − 273,15.

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: TC = (TF − 32)/1,8.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Stigaumroknarar eru eisini á internetinum.[3]

Keldur

  1. 1985 BBC Special: A Change In The Weathe
  2. BIPM: The International System of Units (SI), 2019
  3. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið