Munurin millum rættingarnar hjá "Eysturoyartunnilin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
"lat" er boðsháttur, tað eitur "læt" í tátíð.
Benadikt (kjak | íkøst)
Tunnilin kemur upp í Saltnesi
Linja 1: Linja 1:
'''Eysturoyartunnilin''' er ein tunnil í Føroyum, ið eftir ætlan letur upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020. Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, eins og [[Vágatunnilin]] og [[Norðoyatunnilin]]. Tó er Eysturoyartunnilin annarleiðis enn hinir fyrru, av tí at hann fer sundur í tvey undir Skálafirði við einari rundkoyring, og síðan førir ein tunnil til [[Strendur]] og ein annar heldur fram undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í [[Runavík]].
'''Eysturoyartunnilin''' er ein tunnil í Føroyum, ið eftir ætlan letur upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020. Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, eins og [[Vágatunnilin]] og [[Norðoyatunnilin]]. Tó er Eysturoyartunnilin annarleiðis enn hinir fyrru, av tí at hann fer sundur í tvey undir Skálafirði við einari rundkoyring, og síðan førir ein tunnil til [[Strendur]] og ein annar heldur fram undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í [[Saltnes]]i.


== Tunnilin ==
== Tunnilin ==
Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, ið er 11.250 metrar langur. Hægsta punktið er 15 metrar yvir havið, og lægsta punktið er 187 metrar undir havinum. Tunnilin hevur eina rundkoyring undir Tangafirði, ið deilir seg í tvey, har annar tunnilin fer upp á Strondum og hin fer leiðina undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Runavík. Hin endin á tunlinum byrjar við Hvítanes, stutt norðanfyri Tórshavn og liggur í Tórshavnar kommunu. Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, ið eigur bæði Eysturoyartunnilin og [[Sandoyartunnilin]], ið er í ger.
Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, ið er 11.250 metrar langur. Hægsta punktið er 15 metrar yvir havið, og lægsta punktið er 187 metrar undir havinum. Tunnilin hevur eina rundkoyring undir Tangafirði, ið deilir seg í tvey, har annar tunnilin fer upp á Strondum og hin fer leiðina undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi. Hin endin á tunlinum byrjar við Hvítanes, stutt norðanfyri Tórshavn og liggur í Tórshavnar kommunu. Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, ið eigur bæði Eysturoyartunnilin og [[Sandoyartunnilin]], ið er í ger.


== Søgan ==
== Søgan ==

Endurskoðan frá 12. des 2020 kl. 18:18

Eysturoyartunnilin er ein tunnil í Føroyum, ið eftir ætlan letur upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020. Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, eins og Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tó er Eysturoyartunnilin annarleiðis enn hinir fyrru, av tí at hann fer sundur í tvey undir Skálafirði við einari rundkoyring, og síðan førir ein tunnil til Strendur og ein annar heldur fram undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi.

Tunnilin

Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, ið er 11.250 metrar langur. Hægsta punktið er 15 metrar yvir havið, og lægsta punktið er 187 metrar undir havinum. Tunnilin hevur eina rundkoyring undir Tangafirði, ið deilir seg í tvey, har annar tunnilin fer upp á Strondum og hin fer leiðina undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi. Hin endin á tunlinum byrjar við Hvítanes, stutt norðanfyri Tórshavn og liggur í Tórshavnar kommunu. Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, ið eigur bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, ið er í ger.

Søgan

Kári P. Højgaard og CIP

Kári P. Højgaard vildi í 2013 gera avtalu við CIP um at gera Eysturoyartunnilin

Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Tað var hann ið tók stig til at byggja Eysturoyartunnilin, men tann upprunaliga verkætlanin, har privat felag skuldi gera og eiga tunnilin, varð ikki gjøgnumførd. Ætlan hansara og ætlanin hjá samgonguni var, at eitt privat felag skuldi standa fyri byggingini. Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera tunnilin fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Nógv politiskt rok tók seg upp, eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um, at yvirskotið av tunnilspengunum skuldi fara av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild frá løgtinginum í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard sjálvur gjørdist landsstýrismaður. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður kortini, tí mett varð ikki, at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri bleiv settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv.[1]

Fyrsta skotið

Henrik Old læt fyrsta skotið av hin 21. februar 2017 kl. 14:41.

Vegagerðin til tunnilin byrjaði í 2016. Hin 21. februar 2017 varð fyrsta skotið latið av, tað var Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ið læt fyrsta skotið av. Hátíðarhald var inni á Strondum við tunnilsmunnan. Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, bjóðaði vælkomin, Aksel V. Johannesen, løgmaður og Artur Johansen, bygdarráðsformaður í Sjóvar Kommunu og onnur hildu røðu. Kl. 14.41 læt landsstýrismaðurin fyrsta skotið av,[2] og síðan varð farið í bygdarhúsið á Strondum til ein drekkamunn. Í sambandi við hátíðarhaldið, sigldi Ternan av Bursatanga inn á Strendur.

Gongdin

Fríggjadagin 7. juni 2019 var alment hátíðarhald í høllini á Hálsi í Tórshavn, í samband við at Heðin Mortensen, landstýrismaður í samferðslumálum, læt seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum. Boringin á Strondum byrjaði 21. februar 2017 og var liðug 11. desember 2017. Boringin á Hvítanesi byrjaði 27. apríl 2017. Í viku 50 í 2017 byrjaði boringin frá rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni móti Rókini og suður móti Hvítanesi. Fríggjadagin 7. juni 2019 varð seinata skotið latið av.[3] Eftir ætlan letur tunnilin upp alment 19. desember 2020.

Keldur