Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Mortensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
"lat" er boðsháttur av "at lata"; tátíð eitur "læt".
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 92: Linja 92:
Bæði í og uttanfyri [[Tórshavnar Býráð]] elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður [[Sofus Sivertsen]], býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið.<ref>Jf. Sosialurin nr. 27 – 9. april 1975, s. 3</ref> Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið.<ref>Sosialurin nr. 37 – 24. maj 1975, s. 3</ref> Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið.
Bæði í og uttanfyri [[Tórshavnar Býráð]] elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður [[Sofus Sivertsen]], býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið.<ref>Jf. Sosialurin nr. 27 – 9. april 1975, s. 3</ref> Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið.<ref>Sosialurin nr. 37 – 24. maj 1975, s. 3</ref> Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið.


Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 lat táverandi borgarstjóri, [[Petur C. Christiansen]], fyrsta skotið av, og mikudagin [[2. november]] [[1977]] læt sølumiðstøðin hurðar sínar upp fyri almenninginum.
Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 læt táverandi borgarstjóri, [[Petur C. Christiansen]], fyrsta skotið av, og mikudagin [[2. november]] [[1977]] læt sølumiðstøðin hurðar sínar upp fyri almenninginum.


Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu ([[Thetis]]).{{tk}}
Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu ([[Thetis]]).{{tk}}

Endurskoðan frá 2. sep 2020 kl. 17:46

Hans Mortensen
Hans Mortensen, 2012
Fødd(ur) (1943-09-02)2. september 1943
Andaðist 11. september 2019(2019-09-11) (aldur 76)
Bústaður Hoyvík
Tjóðskapur Føroyskur
Starv Virkisstjóri, iverksetari, keypmaður, handbóltsleikari
Virkin ár 1963 - 2007
Heimstaður Tórshavn
Hjúnafelagi(ar) Birgith Aslaugh Mortensen (g. 1964)
Marjun á Plógv (g. 2007)
Børn Elisabeth Mortensen (f. 1965)
Niels Heini Mortensen (f. 1966)
Foreldur Niels Gustav Mortensen
Ebba Mortensen
Virðislønir Móðurmálsvirðislønina 2015

Hans Mortensen (føddur 2. september 1943 í Tórshavn, Føroyum, deyður 11. september 2019)[1], var føroyskur virkisstjóri, handilsmaður og íverksetari. Han var fyrst og fremst kendur fyri at stovna sølumiðstøðina SMS á Trapputrøðni í Havn, men var eisini viðurkendur slóðbrótari innan føroyskt handilsmál og var frá 1964 til 1976 virkin í føroyskum úrvalshandbólti.

Bakgrund

Hans Mortensen varð føddur í Tórshavn og er uppvaksin í Frantsabrekkuni í miðbýnum. Hann er sonur handilsmannin Niels Gustav Mortensen (1913 – 1987), sum rak heilsølu og matvøruhandil í Tórsgøtu í 50’unum, og handilskvinnuna Ebbu Mortensen (1920 – 2000), sum hevði tógvhandilin P/F Ebba í Sverrisgøtu í Havn.[2] Í 1964 giftist Hans Mortensen við Birgith Aslaugh Mortensen (f. Sivertsen). Saman fingu tey dóttrina Elisabeth Mortensen og sonin Niels Heina Mortensen. Sonurin, Niels, tók við SMS-samtakinum, tá Hans Mortensen legði virkisstjórasessin frá sær og tók seg úr ognarfelagnum í 2007. Hans Mortensen giftist uppaftur við Marjuni á Plógv í 2007.

Skúlagongd og lærutíð

Hans Mortensen gekk í Havnar Kommunuskúla og í Føroya Millum- og Realskúla. Síðani fór hann í bankalæru í Føroya Banka. Eftir lokna lærutíð fór hann í 1965 niður til Danmarkar at lesa á handilsskúlanum Niels Brock. Í 1967 nam hann sær endaligt handilsskúlaprógv og fann stutt aftaná starv í Magasin du Nord á Kongens Nytorv í Keypmannahavn. Her starvaðist hann sum sølumaður í tvey ár, áðrenn hann vendi heimaftur til Havnar fyri at skapa sær sín egna vinnuveg og royna at tamba karmarnar kring føroysku handilsvinnuna.

Úrvalshandbólt

Átjan ára gamal gjørdist Mortensen í 1963 formaður í handbóltsfelagnum Neistin og setti seg stutt aftaná á odda fyri byggingini av Neistahúsinum í Gundadali, sum varð tikið í nýtslu árið eftir.[3]Í 1964 leikti Mortensen við á fyrsta føroyska handbóltslandsliðnum, og í 1976, sama ár sum byggingin av sølumiðstøðini fór fram á Trapputrøðni, var Mortensen venjari hjá manslandsliðnum í handbólti í C-HM kappingini í Portugal. [4].

Virkisleið

Heimkomin úr Keypmannahavn rak Hans eitt skifti handilin Zanzibar í hølunum hjá foreldrunum í Sverrisgøtu. [5][6] Og í 1970 fór hann undir at skipa fyri fyrstu føroysku keypsstevnuna (einstakar royndir at skipa fyri tílíkum tiltaki vóru gjørdar í Klaksvík í 1968[7]). Hetta var byrjanin til tær mongu sølustevnurnar kring oyggjarnar næstu árini. [8] Fram til 1976 var Mortensen aðalkraftin í hesum virkseminum. Undirtøkan var stór hesi árini, og sum frá leið stóð greitt, at eftirspurningurin á føroyska marknaðinum var størri og øðrvísi, enn føroyska handilsvinnan var gjørd út til at nøkta í táverandi líki.

Miðbýurin í Havn hevði tá leingi ligið darvaður av einum alsamt vaksandi ferðslu- og byggitrýsti. Í samsvari við tálmandi býarsamtyktini frá 1972[9], vóru hugskot í umbúna innanhýsis í býráðnum, ið høvdu til endamáls at bøta um alsamt vaksandi avbjóðingarnar í miðbýnum.[10][11] Trupulleikarnir skuldu millum annað loysast við at stovnseta eina arkadulíknandi handilsgøtu sum framhald av nýggja apotekinum, sum tá var í gerð á Trapputrøðni millum R.C. Effersøes Gøtu og Tinghúsvegin. Hugsanin var at flyta partar av handilslívinum longur niðan í býin og harvið eisini veita stóran part av býarferðsluni og høpisleysu byggingini burtur úr býarkjarnanum. [12].

Tá Hans Mortensen av tilvild kom framá eitt uppkast [13] til hesa verkætlan og gjørdist varugur við ynskini í býráðnum, legði hann fram uppskot fyri býráðið um at flyta verkætlanina yvir á privatar hendur, har ein slík verkætlan eftir hansara tykki hoyrdi heima. Eftir tógvið stríð í býráðnum fekk Mortensen játtan til at byggja sítt handilshús, sum millum annað skuldi veita borgarum møguleika at ganga til handils undir einari tekju í friði fyri regni og vindi.

Bæði í og uttanfyri Tórshavnar Býráð elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður Sofus Sivertsen, býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið.[14] Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið.[15] Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið.

Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 læt táverandi borgarstjóri, Petur C. Christiansen, fyrsta skotið av, og mikudagin 2. november 1977 læt sølumiðstøðin hurðar sínar upp fyri almenninginum.

Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu (Thetis).[tørvar keldu]

Virkisleistur og visjónir

Virki Hans Mortensens var eyðmerkt av bæði framtakshugi og íhaldi. Sipandi til upprunaføroysku neystini, varð sølumiðstøðin á Trapputrøðni sniðgivin sum sjey raðsettar lonir og myndar sostatt eitt framhald av føroyskum byggisiði, tó við tíðarhóskandi rúmd, byggitilfari, vøruúrvali og hentleikum innan (parkeringskjallara, tiltaks- og sølutorgi, handlum, kaffistovum, matstovum og, eitt skifti, eisini barnaparkering) – svarandi til táverandi sølumiðstøðirnar á meginlandinum.

Sami tvíbotnaði hugburðurin rann sum ein reyður, málpolitiskur tráður ígjøgnum handilsliga virksemi Hans Mortensens: føroysk handilsnøvn og handilshugtøk vórðu smíðað í samstarvi við kundafjøldina, ofta skipað sum navnakappingar. Á hendan samvirkandi hátt varð so líðandi eitt meiri rættiligt føroyskt handilsmál sett í staðin fyri táverandi danskt-føroyska blandingsmálið.

Blandingurin av framtakshugi øðrumegin og ansi fyri uppruna hinumegin kom eisini stundum til orða í almenna føroyska orðaskiftinum. Serliga tá ið orðaskiftini snúðu seg um vinnupolitikk og býarskipanarætlanir, sum Mortensen var ein natúrligur og stundum eisini umstríddur partur av, síðan SMS varð stovnsett í 1977. Serliga tvey ískoyti eru av tílíkum vavi og slagi, at tey kunnu nevnast í hesum sambandi.

Sundsdepilin

12. apríl 1984 legði Mortensen fram eitt vavmikið uppskot um ein felags vitanar-og granskingardepil fyri menning og útflutning av føroyskum vørum.[16]. Uppskotið, ið vanliga verður nevnt sundsdepilin, varð tó fyri atfinningum. Serliga vóru tað løgtingsumboð fyri føroyska útjaðaran, ið bóru ótta fyri avleiðingarnar av eini tílikari miðsavnan. [17][18] Hóast fleiri tillagingarroyndir vórðu gjørdar, var tað stríðið millum útjaðaran og miðstaðarøkið, sum endaði við at koppa verkætlanini.[19]

Havnin innan fyri Stóragarð

Í samstarvi við fyrrverandi býararkitekt Gunnar Hoydal og arkitektunum Mette Skjold og Ósbjørn Jacobsen fyriskipaði Hans Mortensen í 2012 verkætlanina Havnin innan fyri Stóragarð, ið var skipað sum eitt savn av fakliga grundaðum uppskotum til, hvussu miðbýurin í Havn bygnaðarliga kann mennast og varðveitast. [20]

Viðurkenning

Við modernaða handilshúsi sínum slóðaði Mortensen fyri handilsvinnuligum nýbroti: SMS var ikki bara karmur um smásølu, men varð frá fyrsta degi rikið sum eitt slag av mentanarligum og sosialum miðdepli, har eitt nú listin og vinnan tóku sjáldsamt lógvatak. [21] Tað var tó fyri nýbroti sínum innan føroyskt handilsmál, Hans Mortensen gjørdist alment viðurkendur. Fyri sín nærlagda og avgjørda málpolitikk fekk hann handað Móðurmálsvirðislønina 2015. [22] Grundgevingin frá táverandi mentamálaráðharra, Bjørn Kalsø, var millum annað soljóðandi:

“Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina” [23].

Bókmentir

Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken? En analyse af den politiske økonomi på Færøerne i efterkrigstiden, Speciale, Roskilde Universitetscenter. Institut for Miljø, Teknologi og Samfund, 1997.

Heimildir

  1. Hans Mortensen farin, vp.fo
  2. Arge, Jógvan (1. november 2012). "Hans Mortensen - Um lívsverkið á Trapputrøðni". SMS. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18. 
  3. http://www.hvannrok.fo/2016/03/30/neistaeldsalin-hans-mortensen-var-framsiggin-hondboltsleidari/, lisin 29-04-2018
  4. http://www.todor66.com/handball/World/Men_C_1976.html, lisið 14-05-2018
  5. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18
  6. http://www.hvannrok.fo/2017/05/30/ur-myndasavninum-nogv-eru-godu-minnini-i-sverrisgotu-13/, lisið 14-05-2018
  7. Jf. Tingakrossur nr. 29 – 26. Juli 1968, s. 4
  8. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18, lisið 16-08-2018
  9. Jf. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11, lisið 15-08-2018
  10. Dagblaðið nr. 43 – 28. juli 1976, s. 4
  11. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11
  12. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11
  13. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=20, lisið 14-05-2018
  14. Jf. Sosialurin nr. 27 – 9. april 1975, s. 3
  15. Sosialurin nr. 37 – 24. maj 1975, s. 3
  16. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken? En analyse af den politiske økonomi på Færøerne i efterkrigstiden, Speciale, Roskilde Universitetscenter. Institut for Miljø, Teknologi og Samfund, 1997, s. 134
  17. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken?, s. 139
  18. Sosialurin nr. 46 - 14. april 1984, s. 19
  19. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken?, s. 146
  20. Hoydal, Gunnar et al, Havnin innan fyri Stóragarð: hugsjónir og dreymar, Tórshavn 2012
  21. Sosialurin, 12. november 1987, sektion 1, s. 20
  22. http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/modurmalid/modurmalsvirdisloen/, lisið 29-04-2018
  23. http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/modurmalid/modurmalsvirdisloen/, tilgået 29-04-2018