Munurin millum rættingarnar hjá "Søstrene Grene"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
"lat" er boðsháttur av "at lata"; tátíð eitur "læt".
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 11: Linja 11:


== Handlar ==
== Handlar ==
Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene lat upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í [[Aalborg]] og í [[Herning]] í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 lat ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum [[Reykjavík]], og handlarnir í [[Stavanger]] í [[Noreg]]i og í [[Malmö]] í [[Svøríki]] lótu upp í 2006.
Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í [[Aalborg]] og í [[Herning]] í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 lat ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum [[Reykjavík]], og handlarnir í [[Stavanger]] í [[Noreg]]i og í [[Malmö]] í [[Svøríki]] lótu upp í 2006.


Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 15 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Japan, Onglandi, Írlandi, Norðurírland, Hollandi, Spania, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.<ref>[http://cphpost.dk/news/business/sostrene-grene-planning-to-open-hundreds-of-new-stores.html cphpost.dk]</ref>
Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 15 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Japan, Onglandi, Írlandi, Norðurírland, Hollandi, Spania, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.<ref>[http://cphpost.dk/news/business/sostrene-grene-planning-to-open-hundreds-of-new-stores.html cphpost.dk]</ref>

Endurskoðan frá 2. sep 2020 kl. 17:44

Søstrene Grene er ein donsk handilsketa, sum var stovnað í danska býnum Aarhus í 1973 av Inger Grene og Knud Cresten Vaupell Olsen. Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Aarhus, men flutti í nýggj hølir í Pakhusene í Aarhus Ø í apríl 2017.

Hóast búmerkið sigur "Søstrene Grenes handelskompagnie", eitur ketan bara Søstrene Grene.

Mikkel Grene, sum er sonur stovnararnar av fyritøkuni, er í dag forstjóri (CEO) í samtakinum[1]. Beiggi hansara, Cresten Grene, er kreativur stjóri, og saman eiga og reka hesir báðir familjufyritøkuna.

Grundarlagið undir handlunum hjá Søstrene Grene

Allir handlarnir hjá Søstrene Grene eru bygdir upp sum villiniborg - ein labyrint, og klassiskur tónleikur er altíð frá í handlunum. Handlarnir selja skandinaviskt snið, tilhoyr til heimið, køksútgerð, gávur, pappírsvørur, møblar og mangt annað.

Anna og Clara hava verið tilstaðar í handlinum líka síðan byrjanina í 1973. Tær eru avmyndaðar í búmerkinum og eru eisini at síggja á skeltunum, sum hanga runt um í handlunum. Tær báðar systrarnar eru vertir í øllum handlunum hjá Søstrene Grene kring um í heiminum. Persónsmenskan hjá Onnu og Claru er grundað á persónsmenskuna hjá fastrunum hjá Inger Grene, og samanlagt umboða Anna og Clara øll tey virðir, sum Søstrene Grene standa fyri. Anna og Clara hava ikki stovnað Søstrene Grene.

Handlar

Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í Aalborg og í Herning í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 lat ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, og handlarnir í Stavanger í Noregi og í Malmö í Svøríki lótu upp í 2006.

Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 15 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Japan, Onglandi, Írlandi, Norðurírland, Hollandi, Spania, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.[2]

Keldur