Munurin millum rættingarnar hjá "Torkil Nielsen"
No edit summary |
No edit summary |
||
Linja 4: | Linja 4: | ||
=== A-landsliðsleikari, sum skoraði mál fyri Føroyar === |
=== A-landsliðsleikari, sum skoraði mál fyri Føroyar === |
||
Torkil Nielsen gjørdist víðakendur, tá hann skeyt tað avgerandi málið í dystinum, sum endaði við 1-0 sigri móti |
Torkil Nielsen gjørdist víðakendur, tá hann skeyt tað avgerandi málið í dystinum, sum endaði við 1-0 sigri móti [[Eysturríki]] [[12. september]] [[1990]] í [[Landskrona]]. Torkil leikti 18 A-landsdystir fyri Føroya og skoraði 2 mál. |
||
=== SÍF og FS Vágar leikari === |
=== SÍF og FS Vágar leikari === |
Endurskoðan frá 13. aug 2020 kl. 16:09
Torkil Nielsen (føddur 26. januar 1964) í Sandavági er fyrrverandi føroyskur fótbólsspælari og leikari á føroyska A-landsliðnum, hann er eisini telvari.
Fótbóltsleikari og telvari
A-landsliðsleikari, sum skoraði mál fyri Føroyar
Torkil Nielsen gjørdist víðakendur, tá hann skeyt tað avgerandi málið í dystinum, sum endaði við 1-0 sigri móti Eysturríki 12. september 1990 í Landskrona. Torkil leikti 18 A-landsdystir fyri Føroya og skoraði 2 mál.
SÍF og FS Vágar leikari
Umframt at gera seg galdandi á A-landsliðnum, spældi Torkil Nielsen við SÍF og seinni við FS Vágar, eftir at SÍF og MB vóru løgd saman til eitt felagslið.
Føroyameistari í Talv
Torkil er eisini telvari. Hann gjørdist føroyameistari í talv í 1984, 86 og 88. Torkil telvaði á føroyska talv landsliðnum í 1982 í Sveis, í 1984 og 88 í Thessaloniki í Grikkalandi.
Familja
Tveir synir Torkils eru telvarar og fótbóltsleikarar eins og pápin. Tann eldri, Rógvi Egilstoft Nielsen (føddur 1992), vann FM í talvi í 2012 og luttók á føroyska talvlandsliðnum á Talv-OL í Turkalandi, hann fekk 4½ stig. Harafturat hevur Rógvi spælt 4 dystir á U19 landsliðnum í fótbólti hjá Føroyum.[1] Yngri sonurin, Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 1997) vann FM í talvi í apríl 2014 og setti tvey nýggj met, hann var yngsti telvari nakrantíð ið vann FM og hann var eisini einasti telvarin til tá,[2] ið hevði megnað at vunnið øll talvini í einum talv føroyameistaraskapi. Høgni hevur spælt fleiri dystir á føroyska U17 landsliðnum í fótbólti.[3]
Keldur
- ↑ Faroesoccer.com, Rógvi E. Nielsen
- ↑ Aktuelt.fo, Eitt umfar eftir – Høgni er yngsti FM-vinnarin nakrantíð
- ↑ faroesoccer.com, Høgni E. Nielsen