Munurin millum rættingarnar hjá "2013"

Jump to navigation Jump to search
1 byte tikið burtur ,  5 mánaðir síðan
ongin frágreiðing um rættingina
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Kringvarpið tók uppá film og legði tað á heimasíðuna og vísti tað í Degi og Viku sama kvøld. Filmsbrotið ferðast kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
* [[14. desember]] og [[15. desember]] - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
* [[28. desember]] - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]] onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin [[4. januar]] [[2014]] kl. 13.44.
 
=== Mentan ===
512

rættingar

Navigatiónsskrá