Munurin millum rættingarnar hjá "Sumba"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Replacing Sumba_kirke.JPG with File:Suðuroy.Sumba.2.jpg (by CommonsDelinker because: Duplicate: Exact or scaled-down duplicate: c::File:Suðuroy.Sumba.2.jpg).
Linja 47: Linja 47:


<gallery>
<gallery>
Mynd:Sumba kirke.JPG|Sumbiar kirkja.
Mynd:Suðuroy.Sumba.2.jpg|Sumbiar kirkja.
Mynd:Sumba and Beinisvord in Suduroy, Faroe Islands.JPG|Sumba er syðsta bygd í Føroyum.
Mynd:Sumba and Beinisvord in Suduroy, Faroe Islands.JPG|Sumba er syðsta bygd í Føroyum.
Mynd:Faroese Chain Dance in Dansistovan in Sumba 2011.JPG|Sumbingar dansa [[Føroyskur dansur|føroyskan dans]] í Dansistovuni í Sumba.
Mynd:Faroese Chain Dance in Dansistovan in Sumba 2011.JPG|Sumbingar dansa [[Føroyskur dansur|føroyskan dans]] í Dansistovuni í Sumba.

Endurskoðan frá 23. jun 2020 kl. 21:22

Sumba
Sumbø (danskt)
Bygd
Sumba
Sumba
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Sumbiar kommuna
Íbúgvar 239 (2015)[1]
Postnummur FO-970
Markatal 64-00-00

Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er størsta bygdin í Sumbiar kommunu, ið eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akraberg. Tó eru tað bert í Sumba, Lopra og Økrum at fólk búgva, ongin fastbúgvandi er í Víkarbyrgi og Akrabergi. Sumbiar kommuna hevur høvuðssæti í Sumba. Fólkatalið í Sumba er farið nógv aftur síðan kreppuna í 1990-árunum. Í 1985 var fólkatalið í bygdini 540. Hin 1. januar 2016 var tað 237.

Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum. Ein er býlingurin í Hørg, ið liggur ovarliga í bygdini. Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og verður eisini nevndur "Hargaskaldið".

Sagnir

Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "Hargabrøðurnir" synir Sterku Marjun. Søgnin um Hargarbrøðurnir er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.[2]

Kendir sumbingar

Myndasavn

Keldur

  1. Hagstova.fo
  2. snar.fo - Hargarbrøðurnir
  3. kvf.fo - Dokumentarurin: »Viljin til lívið«

Ávisingar úteftir

  • Sumba.fo Heimasíðan hjá Sumbiar kommunu
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Coordinates: 61°24′15″N 6°42′40″W / 61.40417°N 6.71111°W / 61.40417; -6.71111