Munurin millum rættingarnar hjá "Vestmanna"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
geobox
Túrelio (kjak | íkøst)
Linja 52: Linja 52:
Mynd:Vestmanna, Faroe Islands (3).JPG|Vestmanna
Mynd:Vestmanna, Faroe Islands (3).JPG|Vestmanna
Mynd:Vestmenningur a Wooden Row boat from Vestmanna rowing in Tórshavn 2010.JPG|Vestmenningur á Ólavsøku 2010.
Mynd:Vestmenningur a Wooden Row boat from Vestmanna rowing in Tórshavn 2010.JPG|Vestmenningur á Ólavsøku 2010.
Mynd:Vestmannabjørgini.2.jpg|Túrur til Vestmannabjørgini
Mynd:Saksunadrangur, Vestmannabjørgini, Faroe Islands (9).jpg|Túrur til Vestmannabjørgini
Mynd:Vestmanna_foto_1_2006.jpg|Vestmanna
Mynd:Vestmanna_foto_1_2006.jpg|Vestmanna
Mynd:Kappróður 5mannafør dreingir Fjarðastevna 2012.JPG|Kappróður á Fjarðastevnu 2012 í Vestmanna, fimmmannafør dreingir. Havfrúgvin úr Vestmanna gjørdist nummar trý.
Mynd:Kappróður 5mannafør dreingir Fjarðastevna 2012.JPG|Kappróður á Fjarðastevnu 2012 í Vestmanna, fimmmannafør dreingir. Havfrúgvin úr Vestmanna gjørdist nummar trý.

Endurskoðan frá 23. jun 2020 kl. 15:44

Vestmanna
Vestmannahavn (danskt)
Bygd
Vestmanna
Vestmanna
Land  Føroyar
Sýsla Streymoyar
Oyggj Streymoy
Kommuna Vestmanna kommuna
Íbúgvar 1.208 (2015)[1]
Postnummur FO-350
Markatal 56-00-00

Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum gekk fyrr um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.

Í fólkaskúlanum ganga yvir 200 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað), Fiskivinnuskúlin kom í 1987, hann er ein gymnasialur skúli, tvs. at næmingarnir sum ganga har fáa eina miðnámsskúla útbúgving.[2] Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar. Fiskivinnuskúlin flutti inn í nýggj hølir niðri á bryggjuni í mars 2009. Skúlin er har sum gamla ferjulegan í Vestmanna var fyrr.

Búskapur

Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki (Vest Pack), skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá SEV. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.

Áhugaverd støð

Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur, sum er bygdur í 1950. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð. Áðrenn undirsvjóvartunnilin millum Streymoy og Vágar varð liðugur, var Vestmanna miðdepilin fyri ferðasamband til Vágarnar og flogvøllin. Bilferjur sigldu millum Vestmanna og Oyragjógv á Vágoynni fleiri ferðir dagliga. Onkuntíð vóru tað tvey ferðamannskip sum pendlaðu aftur og fram allan dagin, tí tørvurin var so stórur at flyta fólk millum flogvøllin og Streymoynna. Eitt av ferðamannskipunum í Vestmanna var Sam, sum nú røkir farleiðina millum Kalsoynna og Klaksvík.[3]

Søgusavnið í Vestmanna.

Ferðavinna

Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Tað eru tvær fyritøkur, sum bjóða túrar til Vestmannabjørgini: Sjóferðir sum Skúvadal spf. eigur og rekur og Vestmannabjørgini spf. hjá Palla Lamhauge (eisini nevnt Sightseeing.fo). Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar. Einasta savn í Føroyum við voksdukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið læt upp í 2009.[4] Ein kunningarstova er í Vestmanna, sum nevnist Vestmanna Tourist Centre, tað er opið frá 1. mai til 30. september. Ein matstova er inni í Vestmanna Tourist Centre, hon er somuleiðis opin um summarið.[5] Eitt annað mat- og drekkistað er Bryggjan í Vestmanna. 7Adventures fyriskipar túrar við ATV akførum, gongutúrar, fiskitúrar, haruveiðu, síging og ymiskt annað.[6]

Ítróttur

VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið eigur fleiri bátastøddir eitt nú Vestmenningur, sum er 10-mannafar, Havfrúhgving og Jómfrúgvin, sum eru 5-mannafør.[7]

Myndir

Keldur

  1. Hagstova.fo
  2. Logting.fo, 72 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað
  3. Visittorshavn.fo, Í Vestmanna er roki á tilboðunum
  4. Planet.portal.fo
  5. Visit-vestmanna.com, Matstovan Fjørukrógvin
  6. 7adventures.fo
  7. VIF.fo

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið