Munurin millum rættingarnar hjá "Ingolf Jacobsen"

Jump to navigation Jump to search
1.121 bytes løgd afturat ,  2 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
No edit summary
Tað fer at ganga framá hjá Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sær inn í sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmálari á [[Kongaliga Teatrið (Keypmannahavn)|Kongaliga Teatrinum]] í [[Keypmannahavn]]. Framgongd tykist vera á øllum økjum hjá honum. Hann skrivar og prýðir greinar, ið verða prentaðar í donskum og norskum bløðum, og eisini verður hoyrispæl hansara "Under Fjeldet" framført í danska útvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth.
 
Ingolf flytir í 1943 til [[Århus]],. harHetta var sera brádliga og sambært listarmanninum Janusi Kamban, var nógv saman við Ingolf í Keypmannahavn, so var Ingolf virkin í mótstøðurørsluni, og hann kendi seg ótryggan í Keypmannahavn. Stutt eftir at hann er komin til Århus, giftist hann Klara-Marie,. teyTey fingu tvey børn, Stein og Ingun. HannIngolf gerst høvuðsteknari á [[Aalborg Stiftstidende]]. Men hann fæst eisini við nógv annað: endurstovnaði føroyingafelag í Jútlandi og er formaður har, forlagsarbeiði, fyrireiking til endurstovnan av blaðnum "Ungu Føroyum", prentarbeiði, útvarpsleikir og mangt annað. At stovnseta føroyskt útvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ítøkiligar ætlanir um hetta. Hann er eisini virkin á satirublaðnum Cimbrer-Hylet í Aalborg. Meðan hersetingin er, er hetta blað undir strongum sensuri, men eftir mai 1945 eru tekningar Ingolfs sera speiandi mótvegis týska hersetingarvaldinum, ið enn
 
Avskorin frá heimlandinum vegna seinna heimsbardaga, hevur hann ikki vitjað heim síðani hann fór av landinum. Hann er á tremur við hugskotum, at fara til Føroyar við.
 
Men Ingolf gerst sjúkur av krabba í kjálkarholuni.
 
Í brævi til bróðurin Jens, dagfest [[7. apríl]] [[1946]] á sjúkrahúsinum í [[Århus kommuna|Århus]], skrivar Ingolf:
 
''"Last og skam í hetta høvdið, sum tað fór at seinka mær í øllum. Mesta av apríli mann eisini fara, áðrenn eg sleppi hiðani ífrá. Nú skulu teir enn einaferð skera upp í kjálkan og leggja radiumpatrónirnar har niðan. Hetta er eisini ein beistatíð, eg havi so nógv at gera - bæði her og við føroysk evni .... Jú, henda kjálkaholan gjørdi stórt brek í øllum hjá okkum. Gud viti eisini, hvussu verður við Føroya-ferðini, sjálvur eri eg so ógvuliga veikur aftan á alt hetta hetta røntgen. Mergurin verður kroystur úr einum, og eg gerist móður í sveittabroti bert eg gangi í 10 minuttir. Men vónandi verður tað gjørligt onkursvegna at sleppa heim í ár .... kanska til heystar ella alrahelst í hoyna, tað hevði dámt mær væl at sloppið at hoyggja eina løtu .. Men nú fari eg at enda, nú leingjast vit skjótt eftir at tosa, ikki at skriva, tað er tó ikki tað sama!"''
Ingolf er nevndur í Myndlist í Føroyum hjá [[Bárður Jákupsson|Bárði Jákupssyni]]:
 
''"Tann fyrsta føroyska listaframsýningin í Keypmannahavn varð fyrireikað í skemmuni hjá Janusi Kamban í Nørrebrogade. Framsýnararnir vóru [[Janus Kamban]], Gudmund Hentze, [[Elinborg Lutzen]], [[Ruth Smith]], [[Sámal Joensen-Mikines|Mikines]] og Ingolf Jacobsen. Hesin seinast nevndi, av Kamarinum í Havn (1916-46), ið var upptikin á listaakademiið, hevði arbeitt sum blaðteknari. men ungur fekk hann tuberklar (sic), og áðrenn hann rættiliga náddi at koma í gongd, andaðist hann, bert 29 ára gamal"''<ref>[http://teyavkamarinum.com/Um%20Aettina/Magnas%20a%20Kamarinum/Ingolf/Ingolfsida.html Teyavkamarinum.com, Ingolf Jacobsen]</ref>
- Tað er ikki rætt, sum stendur í bókini Myndlist. Ingold doyði av krabbasjúku í kjálkarholini. Hetta var sjúka, ið hann hevði plágast av leingi.
 
William Heinesen, var nógv úti í Konradsbrekkuni (í dag Gríms Kanbansgøta), saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var granni hjá byggimeistaranum Magnusi og gávaðu børnum hansara. William skrivaði í brævi til bróðursystur Ingolfs um síni minni um hesar báðar úrmælingar, faðrin Magnus og sonin Ingolf, og at teir báðir vóru fyrimyndir til Marselius í stuttsøguni Det fortryllede lys.
 
[http://teyavkamarinum.com/Um%20Aettina/Magnas%20a%20Kamarinum/Ingolf/Ingolfsida.html Teyavkamarinum.com, Ingolf Jacobsen]</ref>
 
 
Skrivað grein: Ólavur Jakobsen

Navigatiónsskrá