Munurin millum rættingarnar hjá "Tindhólmur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
Bogdi til Bogni. Vágunum til Vágum. Lagt tekst afturat: ", men seinastu ferð um leið 1970.
Linja 2: Linja 2:
[[Mynd:Tindholmur,_Faroe_Islands_(1).JPG|thumb|Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.]]
[[Mynd:Tindholmur,_Faroe_Islands_(1).JPG|thumb|Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.]]


'''Tindhólmur''' er ein [[Hólmar í Føroyum|hólmur]] í [[Vágar|Vágunum]]. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis [[Vága Floghavn]], er tað ofta, at ein flýgur framvið Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 [[hektar]] til støddar<ref>[http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6565 US.fo, Umhvørvisstovan, "Størstu hólmar".]</ref>. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan [[Fuglur|fugl]]. Í hólminum er ofta grind deyð.
'''Tindhólmur''' er ein [[Hólmar í Føroyum|hólmur]] í [[Vágar|Vágum]]. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis [[Vága Floghavn]], er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 [[hektar]] til støddar<ref>[http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6565 US.fo, Umhvørvisstovan, "Størstu hólmar".]</ref>. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan [[Fuglur|fugl]]. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970.


Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini [[Bøur|Bø]], hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni ''Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi'', og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.
Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini [[Bøur|Bø]], hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni ''Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni'', og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.


==Søgnin um ørnina í Tindhólmi==
==Søgnin um ørnina í Tindhólmi==

Endurskoðan frá 6. jan 2020 kl. 16:38

Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum.
Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.

Tindhólmur er ein hólmur í Vágum. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis Vága Floghavn, er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 hektar til støddar[1]. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970.

Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini , hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.

Søgnin um ørnina í Tindhólmi

Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har.

Sí eisini

Hólmar í Føroyum


Kelda

  1. US.fo, Umhvørvisstovan, "Størstu hólmar".

Keldur til søgnina um ørnina í Tindhólmi

  • Weihe, A.: Tjóðminni (1938), s. 14
  • Tømmeraas, Per J.: Ørnen (1997), s. 120-121
  • Kletti, Pól á: Ørnin - ein barnarænari. Grein í Dimmalætting (íleggið Skái) 26. januar 2002
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið