Munurin millum rættingarnar hjá "Havnar Róðrarfelag"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 98: Linja 98:
<references/>
<references/>


== Ávísngar úteftir ==
== Ávísingar úteftir ==
{{commonscat|Havnar Róðrarfelag}}
* [http://drekin.fo/ Drekin.fo, Heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag]
* [http://drekin.fo/ Drekin.fo, Heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag]
{{commonscat|Havnar Róðrarfelag}}


[[Bólkur:Føroysk róðrarfeløg]]
[[Bólkur:Føroysk róðrarfeløg]]

Endurskoðan frá 13. des 2019 kl. 11:48

Sermerkta drekahøvdi, sum prýðir stevni á Havnarbátinum og øðrum bátum hjá Havnar Róðrarfelag.
Sílið er mest vinnandi báturin, tá talan er um FM heitið hjá kvinnum (12 ferðir) og hjá dreingjum (8 ferðir) í tíðarskeiðnum 1973-2011.

Havnar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag við heimstaði í Havn.

Havnar Róðrarfelag eigur fleiri kappróðrarbátar. Ein av teimum er Havnarbáturin sum er 10-mannafar. Havnarbáturin hevur vunnið føroyameistaraheitið 12 ferðir.

Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum

Havnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í 2012 hevði felagið vunnið 61 FM heitið árini 1973-2012.[1] Havnar róðrarfelag er eisini mest vinnandi róðrarfelag, tá hugt verður eftir hagtølum frá 1973-2012 viðvíkjandi gull, silvur og bronsu á FM-kappróðrunum sum hava verið kring landið á stevnunum. Havnar Róðrarfelag vann 320 gull, 266 silvur og 227 bronsu heiðursmerki í tíðarskeiðnum 1973-2012.[2]

Bátar hjá Havnar Róðrarfelag

  • Drekin, 5 mannafar
  • Sílið, 5 mannafar
  • Títlingur, 5 mannafar
  • Gongurólvur, 6 mannafar
  • Víkingur, 6 mannafar
  • Ørvur, 8 mannafar
  • Bláskelin, 10 mannafar
  • Havnarbáturin, 10 mannafar

Føroyameistaraheiti

Fleiri av bátunum hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið føroyameistaraheitið. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær bátsmanningar, ið hava vunni FM. Barnaróður og Masters eru ikki við í yvirlitinum. Hagtølini eru frá heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag.

Bátur Slag av báti Slag av kappróðri Føroyameistari ár
Drekin 5-mannafar Dreingir (undir 18) 1993, 1996, 1997, 2012
Drekin 5-mannafar Dreingir 2008
Drekin 5-mannafar Kvinnur 2003
Sílið 5-mannafar Dreingir 1973, 1974, 1978, 1983, 1992, 2002, 2003, 2008
Sílið 5-mannafar Kvinnur 1974, 1976, 1980, 1981, 1982, 1985, 1995, 1996, 2002, 2005, 2007, 2008
Gongurólvur 6-mannafar Kvinnur 1984, 1985, 1988, 1994, 1995, 2003, 2011
Gongurólvur 6-mannafar Menn 1981, 1982, 1983, 1984, 1996, 2005
Ørvur 8-mannafar Menn 1974, 1975, 1984, 1986, 1987, 1999, 2003
Havnarbáturin 10-mannafar Menn 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978, 1979, 1990, 1991, 1996, 2001, 2004, 2008[3]

Heiður

Í 2011 var árliga gallaveitslan fyri kappróðrarfólk hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Havnar Róðrarfelag vann heiður í hesum bólkum:

  • Besta Start hjá monnum 2011 - 8 mannfarið Ørvur
  • Besta endaspurt 2011 hjá kvinnum - 6 mannfarið Gongurólvur
  • Ársins come back, kvinnur - 6 mannfarið Gongurólvur[4]

Nevndin

Havnar Róðrarfelag hevur 5-mannað nevnd:[5]

  • Skarpheðin Njálson, formaður
  • Róar W. Dalsgaard, skrivari
  • Sigfríður á Plógv Hansen, næstformaður
  • Jóan Pauli Lamhauge, kassameistari
  • Eirikur á Kletti, nevndarlimur

Myndir

Keldur

  1. Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)
  2. Mest vinnandi feløgini (1973-)
  3. Drekin.fo, Havnarbáturin
  4. Vagaportal.fo, Argja Róðrarfelag ársins felag
  5. Drekin.fo

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið