Munurin millum rættingarnar hjá "Dubai"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Removing CollageDubai.jpg, it has been deleted from Commons by Jameslwoodward because: per c:Commons:Deletion requests/File:CollageDubai.jpg.
Linja 6: Linja 6:
|translit_lang1_type=[[Arabisk skrift|Arabiskt]]
|translit_lang1_type=[[Arabisk skrift|Arabiskt]]
|translit_lang1_info= دبي
|translit_lang1_info= دبي
|image_skyline= CollageDubai.jpg
|image_skyline=
|image_caption= Við urinum frá ovast: umhvarv við [[Burj Khalifa]]; [[Burj Al Arab]]; fylgisveinamynd ið vísur [[Palm Jumeirah]] og [[The World Islands]]; [[Dubai Marina]]; og [[Sheikh Zayed road]].
|image_caption= Við urinum frá ovast: umhvarv við [[Burj Khalifa]]; [[Burj Al Arab]]; fylgisveinamynd ið vísur [[Palm Jumeirah]] og [[The World Islands]]; [[Dubai Marina]]; og [[Sheikh Zayed road]].
| image_map = Dubai in United Arab Emirates.svg
| image_map = Dubai in United Arab Emirates.svg

Endurskoðan frá 6. nov 2019 kl. 15:49

Dubai
دبي
Metropolis
Dubai
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum
Coordinates: 24°57′N 55°20′E / 24.950°N 55.333°E / 24.950; 55.333Coordinates: 24°57′N 55°20′E / 24.950°N 55.333°E / 24.950; 55.333
Býur  Sameindu Emirríkini
Emirat Dubai Dubai
Stovnað av Ubaid bin Saeed and Maktum bin Butti Al Maktoum
Sæti Dubai
Subdivisions
Stjórn
 • Slag Constitutional monarchy[1]
 • Emir Mohammed bin Rashid Al Maktoum
 • Krúnprinsur Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum
Øki[2]
 • Tilsamans 4.114 km2 (Bad rounding here1,600 sq mi)
Fólkatal (1. januar 2013)
 • Tilsamans 2.106.177
Tíðasona UAE Standard Time (UTC+4)
GDP US$ 82,9 milliard, PPP[3]
GDP per íbúgva US$ 24,866,PPP[3]
Heimasíða Dubai Emiratið
Dubai Kommuna
Dubai Ferðavinna

Dubai (/dˈb/; Arabiskt: دبي Dubayy, Gulf-úttala: [dʊˈbɑj]) er tann fólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni.[4] Býurin liggur á landsynningsstrondini við Persiska flógvan og er eitt av teimum 7 emiratunum í landinum. Abu Dhabi og Dubai eru tey einastu emiratini, ið hava vetarætt móti týdningarmiklum málum í tjóðartinginum.[5] Býurin Dubai liggur á norðaru strondini og er tann ovasti parturin av Dubai-Sharjah-Ajman stórbýarøkinum. Dubai hevur mark móti emiratið Abu Dhabi í vestri og suðri, emiratið Sharjah í landnyrðingi og móti Oman í landsynningi. Emiratið Dubai fevnir um 3 900 km² og hevur umleið 1,6 milliónir íbúgvar (2008), harav tey allarflestu - umleið 1,4 milliónir – búgva í býnum Dubai. Umleið 3/4 av íbúgvunum eru menn, tað er orsakað av tí stóra talinum av útlendskum arbeiðsmonnum í býnum. Dubai hevur ikki so strangar lógir viðvíkjandi vesturlendskum livimáta enn hini emirríkini, t.d. er tað søla av rúsdrekka loyvd á hotellunum og í rúsdrekkahandlum.

Dubai verður vertur fyri World Expo 2020.[6]

Emirar av Dubai

miniatyr|höger|150px|Einfaldgjørt famijutræ yvir emirar og dato. Dubai hevur verið stýrt av Al Maktoum-dynastiinum síðan 1833. Núverandi regentur í emiratinum (síðan 2006)er Mohammed bin Rashid Al Maktoum, ið eisini er forsætisráðharri og varaforseti av Sameindu Emirríkjunum.

Veðurlag

Dubai og Sameindu Emirríkini hava oyðimarkarveðurlag við einum longum turrum tíðarskeiði summarhálvuna. Avfallsmongdin er sera lítil og kemur serliga í januar, februar og mars[7]; tað regnar ikki í apríl—november. Hvørt ár regnar tað umleið 100 millimetrar.

Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti 22 23 26 31 36 37 39 39 37 33 30 25
 Lægsti miðalhiti 14 15 17 20 24 26 29 30 27 23 19 16
 Avfall 11 18 12 0 0 0 0 0 0 0 0,2 18
    Jan Feb Mar Apr Maj Jun Jul Aug Sep Okt Nov Dec
   
Vatnhitin (°C) 21 21 21 25 29 31 32 32 31 30 27 23
Sóltímar (tím./dag) 8 9 9 10 11 12 11 11 10 10 9 8
[8]

Samferðsla

Dubai hevur eitt vælútbygt buss-net við 69 leiðum, ið fluttu yvir 90 milliónir ferðafólk í 2006. Veg- og flutningsmyndugleikin (RTA) váttaði í 2006 at 620 nýggir bussar afturat vóru bílagdir til flotan ið frammanundan hevði 170 dupultdekkbussarnir.[9] Ein vælskipað hýruvognsskipan er eisini í Dubai.

Dubai hevur eisini undirgrundartok, Dubai Metro, har ið metti kostnaðurin er umleið 3,89 milliardir dollarar. Metroin læt lutvíst upp 9. september 2009 og varð liðugt í 2012. Metroin hevur tvær leiðir: "grøna leiðin" frá Rashidiya til miðbýin, og "reyða leiðin" frá flogvøllinum til Jebel Ali. Hesar báðar leiðir hava tilsamans 70 kilometrar spor og 43 støðir, 33 yvir og tíggju undir jørðini. [10]

Keldur

  1. "UAE Constitution". Helplinelaw.com. http://www.helplinelaw.com/law/uae/constitution/constitution01.php. Heintað 21 July 2008. 
  2. Økið "Dubai emiratið", fevnir eisini um manngjørdar oyggjar.
  3. 3.0 3.1 "Global city GDP 2014". Brookings Institution. http://www.brookings.edu/research/interactives/global-metro-monitor-3. Heintað 18 November 2014. 
  4. "United Arab Emirates: metropolitan areas". World-gazetteer.com. http://www.world-gazetteer.com/wg.php?x=&men=gcis&lng=en&dat=32&geo=-12&srt=pnan&col=aohdq&va=&pt=a. Heintað 31 July 2009. 
  5. The Government and Politics of the Middle East and North Africa. D Long, B Reich. p.157
  6. "Where is Dubai and Dubai city?". Thatsdubai.com. 2007-06-14. http://www.thatsdubai.com/where-is-dubai.html. Heintað 2013-03-12. 
  7. "Medelnederbörd för Dubai" (in engelska). http://www.dia.ae/dubaimet/met/climate.aspx. Heintað 3 nov 2012. 
  8. "Dubai Metrological Centre" (in enskt). services.dubaiairports.ae. https://services.dubaiairports.ae/dubaimet/MET/Climate.aspx. Heintað 28. jan. 2014. 
  9. "Fleet of new buses for Dubai" (in enskt). 2007. http://www.7days.ae/en/2007/03/12/fleet-of-new-buses-for-dubai.html. Heintað 3. nov. 2012. 
  10. Dubai Municipality signs Dhs12.45 billion Metro contract. Dubai Metro. 29 mai 2005