Munurin millum rættingarnar hjá "New Hampshire"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 36: Linja 36:
|}
|}


'''Staturin New Hampshire''' ([[enskt]]: ''State of New Hampshire'') er stakríki í [[Nýongland]]i, í landnyrðingshorninum av [[USA|Sambandsríkinum Amerika]]. New Hampshire er tað fjórðstørsti stakríkið í Nýonglandi, næst eftir [[Maine]], [[Massachusetts]] og [[Vermont]]. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. [[Concord, New Hampshire|Concord]] er høvuðsstaðurin og [[Manchester]] er størsti býurin.
'''Staturin New Hampshire''' ([[enskt]]: ''State of New Hampshire'') er stakríki í [[Nýongland]]i, í landnyrðingshorninum av [[USA|Sambandsríkinum Amerika]]. New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir [[Maine]], [[Massachusetts]] og [[Vermont]]. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. [[Concord, New Hampshire|Concord]] er høvuðsstaðurin og [[Manchester]] er størsti býurin.


Í norðri hevur Maine mark við [[Kanada]] ([[Quebec]]), í eystri við [[Maine]], í suðri við [[Massachusetts]], og í vestri við [[Vermont]]. Í eystri liggur [[Atlantshav]]ið. Eyknavni er Granittstaturin ([[Enskt mál|enskt]]: ''The Granite State''). Stórur partur av landi er hagi og [[skógur]]. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.<ref>http://www.nrs.fs.fed.us/news/release/us-tree-cover</ref> Norðan fyri bygdina [[Jackson, New Hampshire|Jackson]] røkkur [[Mount Washington]] upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í [[Nýongland]]i (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í [[Rockingham County]].
Í norðri hevur Maine mark við [[Kanada]] ([[Quebec]]), í eystri við [[Maine]], í suðri við [[Massachusetts]], og í vestri við [[Vermont]]. Í eystri liggur [[Atlantshav]]ið. Eyknavni er Granittstaturin ([[Enskt mál|enskt]]: ''The Granite State''). Stórur partur av landi er hagi og [[skógur]]. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.<ref>http://www.nrs.fs.fed.us/news/release/us-tree-cover</ref> Norðan fyri bygdina [[Jackson, New Hampshire|Jackson]] røkkur [[Mount Washington]] upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í [[Nýongland]]i (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í [[Rockingham County]].

Endurskoðan frá 26. jun 2019 kl. 21:42

New Hampshire
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Concord
Størsti býur: Manchester
Innlimað: 21. juni 1788
Guvernørur: Chris Sununu (R)
Vídd: 24,217 km²
Íbúgvar (2014): 1,326,813
fyri km²: 56,8/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.nh.gov

Staturin New Hampshire (enskt: State of New Hampshire) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine, Massachusetts og Vermont. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. Concord er høvuðsstaðurin og Manchester er størsti býurin.

Í norðri hevur Maine mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni er Granittstaturin (enskt: The Granite State). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.[1] Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County.

Politikkur

New Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi. Í New Hampshire er m.a. deyðadómur. Í 1734 til 1939 eru í minsta lagi 24 fólk dømd til deyða. Ongin hevur verið tikin av døgum tey seinastu 76 árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Heinging er eisini ongantíð strikað í New Hampshire-lóggávu, og dómararnir hava framhaldandi møguleika at døma deyðarevsing.[2]

Samkynt hjúnaband

1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu [3]. Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell.

Myndir

Sí eisini

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Kelda

  1. http://www.nrs.fs.fed.us/news/release/us-tree-cover
  2. http://www.gencourt.state.nh.us/rsa/html/lxii/630/630-5.htm
  3. http://www.gencourt.state.nh.us/legislation/2009/HB0436.html