Munurin millum rættingarnar hjá "Skotland"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Scotland}}
→‎Søga: leinkja
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 35: Linja 35:
''Høvuðsgrein: [[Skotlands søga]].''
''Høvuðsgrein: [[Skotlands søga]].''


Seinast í [[830-árini|830-árunum]] var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra [[Piktar|piktaríkini]] fyri eystan og norðan og [[Dalriada]] fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]]. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri [[Víkingur|víkingum]]. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í [[Piktar|piktaríkini]] og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av Gwynedd við víkingar og [[Ongland|enskar]] herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av [[Wales]]. Tá ið [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]] doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum [[Skotia]] norðan fyri ánna [[Forthá|Forth]].
Seinast í [[830-árini|830-árunum]] var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra [[Piktar|piktaríkini]] fyri eystan og norðan og [[Dalriada]] fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]]. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri [[Víkingur|víkingum]]. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í [[Piktar|piktaríkini]] og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av [[Gwynedd]] við víkingar og [[Ongland|enskar]] herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av [[Wales]]. Tá ið [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]] doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum [[Skotia]] norðan fyri ánna [[Forthá|Forth]].


Alt frá tíðliga í [[11. øld]] høvdu [[Ongland|enskir]] kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í [[1296]] sigraði [[Edward 1.]] (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í [[1307]], legði [[Robert Bruce]] (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka [[Ongland|onglendingar]] úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í [[1314]] møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við [[Bannockburn]] mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn [[Ongland]] formliga viðurkendi tað.
Alt frá tíðliga í [[11. øld]] høvdu [[Ongland|enskir]] kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í [[1296]] sigraði [[Edward 1.]] (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í [[1307]], legði [[Robert Bruce]] (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka [[Ongland|onglendingar]] úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í [[1314]] møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við [[Bannockburn]] mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn [[Ongland]] formliga viðurkendi tað.

Endurskoðan frá 8. jun 2019 kl. 11:48

Scotland
Alba
Flagg Skotland
(Flagg Skotland)
Skjaldarmerki Skotland
(Skjaldarmerki Skotland)
Tjóðarslagorð: Nemo me impune lacessit (latín)
føroyskum: "Eingin bjóðar mær av snikkaleysur")
Tjóðsangur: Flower of Scotland
Alment mál Enskt
Skotskt gæliskt
Høvuðsstaður Edinburgh
Drotning Elizabeth II
Fyrsti ráðharri Alex Salmond
Fullveldi 843-1296
1314-17031
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
78.772 km²
1.9
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
5.313.600
68/km²
Gjaldoyra Bretskt pund GBP2
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .uk2
Telefonkota +44
(1) Heimastýri síðani 1999. (2) Felags fyri Sameinda kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands.

Skotland (enskt og skotskt Scotland),(skotskt gæliskt: Alba) er eitt av teim fýra londunum ið mynda Kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. Skotland fevnir formliga um norðasta partin av oynni Bretlandi umframt oyggjabólkarnar norðanfyri Suðuroyar, Orknoyar og Hetland umframt aðrar oyggjar har á leið. Orknoyggjar og Hetland gjørdust partur av Skotlandi í 1468, tá tær gjørdust heimafylgja hjá eini danskari prinsessu, sum giftist James 3 kongi.

Skotska kongsríkið Alba varð savnað í 843 undir Kenneth I skotakong. Kenneth gjørdi Scone í Piktaríkinum til høvuðsstað í ríkinum. Við sær tók hann Lagnusteinin, dalriadiska krýningarsteinin. Í 1296 varð steinurin fluttur í Westminister Abbey, men í 1996 var hann fluttur aftur til Skotlands. Skotska flaggið, The Saltire, er mett at vera elsta tjóðarflaggið enn í nýtslu.

Skotland hevur verið undir bretskum harradømi síðan 1707.

Søga

Høvuðsgrein: Skotlands søga.

Seinast í 830-árunum var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra piktaríkini fyri eystan og norðan og Dalriada fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt Kenneth Mac Alpin. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri víkingum. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í piktaríkini og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av Gwynedd við víkingar og enskar herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av Wales. Tá ið Kenneth Mac Alpin doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum Skotia norðan fyri ánna Forth.

Alt frá tíðliga í 11. øld høvdu enskir kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í 1296 sigraði Edward 1. (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í 1307, legði Robert Bruce (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka onglendingar úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í 1314 møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við Bannockburn mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn Ongland formliga viðurkendi tað.

1. mai 1707 varð skotskt fullveldi avtikið við Sameiningarsáttmálanum 1707, tá ið Ongland og Skotland vórðu løgd saman í Kongsríki stóra Bretlands.

Í 1997 gjørdi fólkaatkvøða av, at skotska tjóðartingið skuldi endurreisast, og at Skotland skuldi fáa heimastýri. Við sonevndu Skotlandslógini varð hetta sett í verk, og skotar sluppu fyrstu ferð síðani sameiningina í 1707 at velja tjóðarting í 1999.

Politikkur

Høvuðsgrein: Skotskur politikkur.

Skotland hevur minni sjálvræði enn Føroyar, sum støðan er nú. Hin 18. september 2014 var fólkaatkvøða um loysing í Skotlandi. Úrslitið gjørdist nei til loysing, 55% atkvøddu nei og 45% atkvøddu ja.

Samkynt hjúnarlag

Myndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í juli 2012, at Skotland fer nú at loyva samkyndum at verða vígd, og Skotland er sostatt tann fyrsti parturin av Stóra Bretlandi, sum tekur hetta stigið. Tann katólska kirkjan í Skotlandi er ímóti avgerðini og sigur, at talan er um eitt hættislig stig. Ætlanin hjá stjórnini er so, at lógin skal koma nýggjársdag í 2015. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av tí skotska fólkinum tekur undir við ætlanini hjá stjórnini [1].

Mentan

Høvuðsgrein: Skotsk mentan.

Landafrøði

Høvuðsgrein: Skotsk landafrøði.

At kalla allur norðari partur av Skotlandi er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum døum ímillum; ofta renna stríðar áir í dølunum. Uppi í fjøllunum kunnu ofta vera heilt slættar heiðar og mýrar. Loðið er í grasi, og bøndurnir, sum ofta búgva langt frá hvørjum øðrum, hava nógvan seyð, og summir hava eisini ein hóp av neytum. Vøtn eru nógv millum fjøllini, og í summum er væl av sílum. Onglendingum dámar væl at fiska sil, og tl kemur nógv fólk niðan í fjøllini á hvørjum ári at royna eftir sílum. Við summar av teimum størstu áunum hava teir nú bygt elverk. Skógi er heilt lítið til av, men tey seinnu árini eru menn farnir at seta trø niður í stórum. Vesturstrondin í Skotlandi er meinlík teirri norsku; skergarður er allan vegin uttanfyri. Nakað sunnarlaga er tann djúpi Clyde-fjørðurin. Í sunnara parti av Skotlandi er nógv slættlendi, og landið har er væl dyrkað. Á eystursíðuni er fyri tað mesta slættlendi, og har eru fleiri góðar skipahavnir.

Búskapur

Høvuðsgrein: Skotskur búskapur.

Skotskt whisky er størsta útflutningsvøran hjá landinum aftaná gass og olju.

Keldur

  1. http://www.bbc.co.uk/news/uk-scotland-scotland-politics-18981287
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið