Munurin millum rættingarnar hjá "Grav"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 26. mai 2019 kl. 19:23

Upprunaliga loddið frá 1793, sum vigar 1 grav, á NIST-savninum.

Tá fransmenn arbeiddu við at gera metrisku eindarskipanina umleið 1790, arbeiddu teir við ein vekteind, nevnd grav (grave), sum varð definerað sum massin (ella vektin, sum teir brúktu tá) av einum litri av reinum vatni við frystipunktið. Eindin grav varð definerað í 1793, men longu í 1795 varð nýggj eind definerað, nevniliga 1 gramm = 1/1000 grav. Og í 1799 varð 1 gramm umdefinerað sum massin av 1 ml av reinum vatni við 4 °C (tá vatnið hevur størstan densitet).

1 grav er altso so gott sum tað sama sum 1 kilogramm.