Munurin millum rættingarnar hjá "Maria Stuart"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 4: Linja 4:


Hon var dóttir [[Jákup V av Skotlandi]] (1512-1542) og Mariu av Guise (1515-1560). Harafturat var hon langabbadóttir [[Henrik VII av Onglandi]].
Hon var dóttir [[Jákup V av Skotlandi]] (1512-1542) og Mariu av Guise (1515-1560). Harafturat var hon langabbadóttir [[Henrik VII av Onglandi]].
Maria Stuart var uppald í [[Katólska kirkjan|katólskari trúgv]]. Tá faðirin knappliga doyði, gjørdist Maria skotadrotning, bert nakrar fáar dagar eftir at hon varð fødd.<ref>[http://archive.today/cDb1 Mary, Queen of Scots], royal.gov.uk</ref>
Maria Stuart var uppald í [[Katólska kirkjan|katólskari trúgv]]. Tá faðirin knappliga doyði, gjørdist Maria skotadrotning bert nakrar fáar dagar eftir at hon varð fødd.<ref>[http://archive.today/cDb1 Mary, Queen of Scots], royal.gov.uk</ref>


== Lívsleið ==
== Lívsleið ==

Endurskoðan frá 23. mai 2019 kl. 17:55

Maria Stuart í 1558
Maria skotadrotning

Maria Stuart (á enskum Mary, Queen of Scots; fødd sum Mary Stewart tann 8. desember 1542 í Linlithgow Palace, deyð 8. februar 1587 í Fotheringhay Castle, Northamptonshire) var drotning av Skotlandi frá 14. desember 1542 til 24. juli 1567.

Hon var dóttir Jákup V av Skotlandi (1512-1542) og Mariu av Guise (1515-1560). Harafturat var hon langabbadóttir Henrik VII av Onglandi. Maria Stuart var uppald í katólskari trúgv. Tá faðirin knappliga doyði, gjørdist Maria skotadrotning bert nakrar fáar dagar eftir at hon varð fødd.[1]

Lívsleið

Hjúnabond

Maria var gift tríggjar ferðir. Fyrsti maður var franski trónarvingin sum æt Frans. Tey giftust tann 24. apríl 1558. Hesin trónarvingin gjørdist franskur kongur undir navninum Frans II tann 10. juli 1559; hann doyði tó árið eftir. Konan hevur sostatt verið drotning av Frankaríki frá 1559 til 1560.

Maria Stuart vendi aftur til Skotlands.

Lord Darnley og Maria Stuart

Í 1565 gifti hon seg í Holyroodhouse við Henry Stuart, betur kendur sum Lord Darnley. Árið eftir átti hon Jákup, fyrsta barnið hjá Darnley og henni, í juni 1566.

James Hepburn,
4th Earl of Bothwell

Í februar 1567 hendi ein ógvuslig spreinging í Kirk o’Field-kleystrinum, sum tá var fyribils bústaðurin hjá Darnley í Edinburgh. Darnley varð seinni funnin deyður. Hann lá í urtagarðinum, nakin og uttan nakrar sjónligar skaðar á kroppinum. James Hepburn, 4th Earl of Bothwell var mistonkt fyri at hava dripið Darnley, men hann varð fríkendur frá øllum ákærum tann 12. apríl.

Nakrar vikur seinni, tann 15. mai 1567, giftust Maria og Bothwell í Edinburgh.

Mong fólk í Skotlandi vóru tó illgrunasom og ónøgd. Umleið tveir mánaðir seinni, tann 24. juli 1567, varð Maria tvungin til at leggja frá sær sum drotning. Tíðliga í mai 1568 valdi hon at flýggja til Onglands, men Elisabet drotning var eisini illgrunasom, tí Maria noktaði at viðurkenna Edinburgh-sáttmálan. Tann 19. mai gav enska drotningin boð um at handtaka hana.

Húsavarðhald og deyði

Í næstan 20 ár, frá 1568 til 1587, varð Maria Stuart sett í húsavarðhald í ymiskum støðum í Onglandi. Umsíðir varð hon dømd sek í svikagerð í sambandi við Babington-samansvørjingini. Hon varð tikin av døgum við hálshøgging tann 8. februar 1587.[2]

Ættin

Jákup Stuart, barnið hjá Darnley og henni, gjørdist tó seinni kongur av Skotlandi sum Jákup VI (1567-1625) og kongur av Onglandi og Írlandi sum Jákup I (1603-1625).

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

  1. Mary, Queen of Scots, royal.gov.uk
  2. Mary, Queen of Scots, royal.gov.uk