Munurin millum rættingarnar hjá "Johannes Andreas Næs"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Deyður 5 juni 2018.
Guaca (kjak | íkøst)
Linja 38: Linja 38:
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Næs, Johannes Andreas]]
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Næs, Johannes Andreas]]
[[Bólkur:Føðingar í 1920]]
[[Bólkur:Føðingar í 1920]]
[[Bólkur:Andlát í 2018]]
[[Bólkur:Føroyskir lærarar]]
[[Bólkur:Føroyskir lærarar]]
[[Bólkur:Hvalbingar]]
[[Bólkur:Hvalbingar]]

Endurskoðan frá 12. jul 2018 kl. 08:44

Johannes Andreas Næs 15. februar 2013 á Seglloftinum á Tvøroyri, útgávukonsert hjá abbadóttrini Lív Næs.

Johannes Andreas Næs (Flóvin Flekk) (føddur 16 setembur 1920 á Nesi í Hvalba deyður 5. juni 2018). Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk. Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur soleiðis havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orða-talvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini. Í 2012 gav abbadóttir hansara, Lív Næs út fløguna Keldufar við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs).[1]

Nevndir

Útgivið

Lív Næs gav út fløguna Keldufar í 2012 við yrkingum eftir abba hennara, sum hon og onnur hava gjørt løg til.

Keldur

  1. Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum
  2. BFL.fo Johannes Andreas Næs
  3. Planet.fo
  4. BFL.fo Johannes Andreas Næs
  5. Salmabokin.kirkjan.fo

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið