Munurin millum rættingarnar hjá "Celsiusstigin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Celsius temperature}}
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Pakkanen.jpg|thumb|right|180px|Hitamálari −50 °C til +50 °C.]]
[[Mynd:Pakkanen.jpg|thumb|right|180px|Hitamálari −50 °C til +50 °C.]]
'''Celsiusstigin''' verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortin enn, sum brúka [[Fahrenheitstigin| Fahrenheitstigan]]. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í [[kelvin]].
'''Celsiusstigin''' verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortin enn, sum brúka [[Fahrenheitstigin|fahrenheitstigan]]. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í [[kelvin]].


Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir Celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá [[Kelvinstigin|Kelvinstiganum]].
Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá [[Kelvinstigin|kelvinstiganum]].


Stigin er nevndur eftir [[Svøríki|svenska]] vísindamanninum [[Anders Celsius]] (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, [[Carl von Linné]] (1707–1778), broytti stigan í 1744 til tann, vit kenna í dag.
Stigin er nevndur eftir [[Svøríki|svenska]] vísindamanninum [[Anders Celsius]] (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, [[Carl von Linné]] (1707–1778), broytti stigan í 1744 til tann, vit kenna í dag.

Endurskoðan frá 20. jan 2018 kl. 00:17

Hitamálari −50 °C til +50 °C.

Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortin enn, sum brúka fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá kelvinstiganum.

Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, Carl von Linné (1707–1778), broytti stigan í 1744 til tann, vit kenna í dag.

Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius". Veðurtíðindini frá BBC skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.[1]

Stigaumrokning

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: TK = TC + 273,15.

Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: TC = TK − 273,15.

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: TC = (TF − 32)/1,8.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Stigaumroknarar eru eisini á internetinum.[2]

Keldur

  1. 1985 BBC Special: A Change In The Weathe
  2. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið