Munurin millum rættingarnar hjá "Ruth Vang"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Tey eiga ikki fýra, men trý børn. Hesi eita Ester, Petur Kristinn (ið var av óvart nevndur sum tvey) og Hanna.
Linja 12: Linja 12:


== Familja ==
== Familja ==
Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga fýra børn: Ester, Petur, Kristin og Hanna.
Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna.


== Keldur ==
== Keldur ==

Endurskoðan frá 3. jan 2018 kl. 00:26

Ruth Vang
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. apr 1966
Starv ljósmóðir, politikari
Politiskur flokkur Framsókn
Dátuheiti

Ruth Vang (fødd 5. apríl 1966)[1] er ein føroysk ljósmóðir, bankakvinna og politikari (Framsókn).[2]

Bakgrund

Ruth Vang býr í Havn. Hon er útbúgvin ljóðmóðir frá Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn í 1992 og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005.[3] Meðan hon var í starvi sum ljósmóðir las hon HD í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Handelsskole 2001 – 2005 og broytti síðan yrkisleið til fíggjarheimin. Frá 2005-11 var hon fíggjarráðgevi í Eik Banka. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið í starvi sum deildarleiðari í Tórshavnar kommunu.[4] men er í farloyvi, meðan hon er í Løgtinginum.

Politisk lívsleið

Ruth Vang stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða vald, men eftir at landsstýrið varð skipað og flokkur hennara kom í samgongu, tók hon sæti í løgtinginum sum avloysari fyri formannin í Framsókn, Poul Michelsen, tá ið hann varð valdur til vinnu- og uttanríkismálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Framsókn telvaði seg til formanssessin í Fíggjarnevndini, tá ið nevndarsessirnir vóru býttir. Júst tá var Annika Olsen, ið varð vald fyri Fólkaflokkin, farin úr Fólkaflokkinum og blivin limur í Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, ið varð vald fyri Javnaðarflokkin, fór úr flokkinum og gjørdist leysgangari,[5] og harvið misti samgongan meirlutan. Tá ið Annika Olsen gjørdist limur í Framsókn fekk samgongan aftur meirluta, og Annika fekk formanssessin í Fíggjarnevndini, men eftir stórt trýst, valdi hon at fara úr aftur Framsókn og gerast leysgangari og segði eisini formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, og samgongan kom aftur í minniluta, men Sonja Jógvansdóttir lovaði at stuðla samgonguni, hóast hon var leysgangari. Ruth Vang gjørdist síðan forkvinna í Fíggjarnevndini.[6]

Løgtingsnevndir

Familja

Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna.

Keldur


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið