Munurin millum rættingarnar hjá "Slovenia"
No edit summary |
EileenSanda (kjak | íkøst) s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá 2605:E000:634D:400:E9DB:9EC2:14BB:5CA5 Merki: Rollback |
||
Linja 27: | Linja 27: | ||
}} |
}} |
||
'''Slovenia''' er lýðveldi í [[Evropa|Miðevropa]]. Í vestri hevur Slovenia mark við [[Italia]], í norðri við [[Eysturríki]], í eystri við [[Ungarn]] og í suðri við [[Kroatia]]. |
'''Slovenia''' er lýðveldi í [[Evropa|Miðevropa]]. Í vestri hevur Slovenia mark við [[Italia]], í norðri við [[Eysturríki]], í eystri við [[Ungarn]] og í suðri við [[Kroatia]]. |
||
== Søga == |
== Søga == |
Endurskoðan frá 20. des 2017 kl. 23:13
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Zdravljica | |||
Alment mál | Slovenskt, Italskt, Ungarskt | ||
Høvuðsstaður | Ljubljana | ||
Forseti | Borut Pahor | ||
Forsætisráðharri | Miro Cerar | ||
Fullveldi | Frá Jugoslavia 25. juni 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
20 273 km² 0,6 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
2 057 660 99/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .si | ||
Telefonkota | +386
| ||
Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.
Søga
Høvuðsgrein: Slovensk søga
Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991.
Politikkur
Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur
Mentan
Høvuðsgrein: Slovensk mentan
Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.
Landafrøði
Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði
Fjallalandið Slovenia er í Útnyrðingspartinum á Balkan. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Mesta fólkið býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.
Búskapur
Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur
Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.
Hygg eisini at
Ávisingar úteftir
- Slovenia.si. Your gateway to information on Slovenia.
- Government of the Republic of Slovenia
- Slovenia
- Mountaineering in Slovenia