Munurin millum rættingarnar hjá "Millumtjóða eindarskipanin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 48: Linja 48:
|style="line-height: 23pt;"|[[Temperaturur|termodynamiskur temperaturur]] ||  ''T''|| [[kelvin]] ||   K ||William Thomson, Kelvin lordur (1824-1907)
|style="line-height: 23pt;"|[[Temperaturur|termodynamiskur temperaturur]] ||  ''T''|| [[kelvin]] ||   K ||William Thomson, Kelvin lordur (1824-1907)
|-
|-
|style="line-height: 23pt;"|[[stoffmongd]] ||  ''n''|| [[Mol (eind)|mol]] ||   mol ||latínskt ''mole'', ''nøgd''
|style="line-height: 23pt;"|[[evnismongd]] ||  ''n''|| [[Mol (eind)|mol]] ||   mol ||latínskt ''mole'', ''nøgd''
|- style="line-height: 11pt"
|- style="line-height: 11pt"
|style="line-height: 23pt;"|[[ljósstyrki]]||&nbsp; ''I''<sub>v</sub>||[[candela]]||&nbsp; &nbsp;cd||latínskt ''candela'', ''kertiljós''
|style="line-height: 23pt;"|[[ljósstyrki]]||&nbsp; ''I''<sub>v</sub>||[[candela]]||&nbsp; &nbsp;cd||latínskt ''candela'', ''kertiljós''
Linja 262: Linja 262:
Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir<ref>[http://www.bipm.org/en/publications/si-brochure/chapter4.html BIPM: Units outside the SI]</ref>, summar til nýtslu innanfyri serlig øki.
Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir<ref>[http://www.bipm.org/en/publications/si-brochure/chapter4.html BIPM: Units outside the SI]</ref>, summar til nýtslu innanfyri serlig øki.
Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.<br>
Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.<br>
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at uppgeva støddir í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan ''m''&nbsp;=&nbsp;3&nbsp;''m''<sub>e</sub> ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum ''v''&nbsp;=&nbsp;0,9&nbsp;''c''<sub>0</sub>.
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at geva støddir upp í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan ''m''&nbsp;=&nbsp;3&nbsp;''m''<sub>e</sub> ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum ''v''&nbsp;=&nbsp;0,9&nbsp;''c''<sub>0</sub>.


Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.

Endurskoðan frá 5. sep 2017 kl. 16:26

Millumtjóða eindarskipanin, franskt Système International d'Unités, stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum.

Lond eftir nær ið tey fóru at nýta metrisku skipanina

SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonvensjónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900.

Síðani 1875 hava stovnarnir Conférence générale des poids et mesures (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), Comité international des poids et mesures (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og Bureau international des poids et mesures (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI.[1]

Útbreiðsla

Í danska ríkinum varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann 4. mai 1907 og bleiv tann einasta lógliga 1. apríl 1916. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, Noreg við lóg[2] longu 22. mai 1875 við gyldi frá 1. juli 1882, Svøríki við lóg 22. november 1878 við gyldi frá 1. januar 1889, og Finland við lóg 16. juli 1886 við gyldi frá 1. januar 1892.

Á myndini omanfyri til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI sum høvuðsmátiskipan. Í Evropa er Bretland tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC[3] í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum ES.

Nú eru bara USA, Burma og Liberia eftir, sum ikki alment brúka SI. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum.[4] Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki.[5] [6]

SI-eindir

Grundeindir

Stødd Eind
Heiti Symbol Heiti Symbol Orðauppruni
longd, strekki, radius ... l, s, r... metur    m forngrikskt μέτρον, métron, mát
massi/nøgd   m kilogramm    kg grikskt χίλιοι, khilioi, túsund, og franskt gramme = 1/24 unsa, úr grikskum γράμμα, gramma, bræv
tíð   t sekund    s latínskt secunda, onnur (onnur minni býting av einum tíma við 60)
(fyrsta minni býting er 1 tími = 60 min, triðja minni býting í 1 sekund = 60 tertiur finst enn í t.d. polskum)
elektriskur streymur   I ampere    A André-Marie Ampère (1775-1836)
termodynamiskur temperaturur   T kelvin    K William Thomson, Kelvin lordur (1824-1907)
evnismongd   n mol    mol latínskt mole, nøgd
ljósstyrki   Iv candela    cd latínskt candela, kertiljós

Definisjónir

Eind Definisjónir
Frá Orðing
metur 1793 1/10 000 000 av strekkinum millum norðpólin og ekvator eftir meridianini gjøgnum París.
1960
1983 longdin, sum ljós ferðast í tómrúminum í 1/299 792 458 sekund.
kilogramm 1793
1889 massin á millumtjóða kilogrammprototypuni (ein platin-iridium-sylindari hjá BIPM, Sèvres, París).
sekund miðøld 1/86 400 av einum døgni
1956
1967 tíðin fyri 9 192 631 770 periodum av strálingini frá 133Cs-atominum, tá tað skiftir millum hyperfínstrukturarnar í grundstøðuni.
ampere 1881
1946 støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur í tveimum parallellum, óendaliga longum og óendaliga tunnum leiðarum í vakum og 1 m millum teirra, ger, at leiðararnir ávirka hvønn annan við 2 × 10−7 N/m.
kelvin 1744 Celsiusstigin verður fastlagdur við, at frystipunktið á vatni er 0 °C og kókipunktið 100 °C.
1954
1967 1/273,16 av termodynamiska temperaturinum, sum trípunktið hjá vatni við isotopsamansetingini hjá VSMOW hevur.
mol 1900
1967 ein mongd líka stór sum talið av atomum í 12 g av 12C.
candela 1946 luminansurin frá einum likami við smeltitemperaturin hjá platin er 60 cd/cm2
1979 ljósstyrkin í ein rætning frá eini ljóskeldu, sum sendir út monokromatiskt ljós við frekvensinum 540 THz og strálingsstyrkini 1/683 W/sr í henda rætningin.

Avleiddar eindir

Symbolini fyri støddunum eru frá Dansk Standard. Tey eru ikki partar av tilráðingini frá BIPM, men eru rættiliga vanlig at brúka.

Stødd Eind
Heiti Symbol Heiti Symbol Samanseting
(grundeindir)
Samanseting
(ymsar SI-eindir)
Orðauppruni
vinkul radian    rad m/m latínskt radius, strála
rúmvinkul steradian    sr m2/m2 grikskt στερεός, stereos, rúmligt, og latínskt radius, strála
frekvensur, títtleiki    f hertz    Hz s−1 Heinrich Rudolf Hertz (1857 -1894)
kraft    F newton    N kg m s−2 sir Isaac Newton (1642-1726/7)
orka joule    J kg m2 s−2 N m James Prescott Joule (1818-1889)
effekt, orkustreymur, máttur    P watt    W kg m2 s−3 J/s = V A James Watt (1736-1819)
trýst    p pascal    Pa kg m−1 s−2 N/m2 Blaise Pascal (1623-1662)
ljósstreymur    Φ lumen    lm cd sr latínskt lumen, ljós ella op
belýsningsstyrki, lýsing    E lux    lx cd sr m−2 lm/m2 latínskt lux, ljós
elektrisk løðing    Q coulomb    C A s Charles-Augustin de Coulomb (1736-1806)
elektriskt potensiali    U volt    V kg m2 A−1 s−3 J/C = W/A Alessandro G.A.A. Volta (1745-1827)
resistansur, elektrisk mótstøða    R ohm    Ω kg m2 A−2 s−3 V/A Georg Simon Ohm (1789-1854)
kapasitansur    C farad    F A2 s4 kg−1 m−2 Ω−1 s = As/V Michael Faraday (1791-1867)
magnetiskt fluks    Φ weber    Wb kg m2 s−2 A−1 Wilhelm Eduard Weber (1804-1891)
magnetiskur flukstættleiki    B tesla    T kg s−2 A−1 Wb/m2 Nikola Tesla (Никола Тесла, 1856-1943)
induktansur    L henry    H kg m2 A−2 s−2 Ω s Joseph Henry (1797-1878)
konduktansur, elektrisk leiðing    G siemens    S kg−1 m−2 A2 s3 Ω−1 Ernst Werner von Siemens (1816-1892)
termodynamiskur temperaturur stig Celsius    °C K - 273,15 Anders Celsius (1701-1744)
aktivitetur becquerel    Bq s−1 Antoine Henri Becquerel (1852-1908)
absorberað strálingsdosa
(av ioniserendi stráling)
gray    Gy m2 s−2 J/kg Louis Harold Gray (1905-1965)
ekvivalentdosa
(av ioniserendi stráling)
sievert    Sv m2 s−2 J/kg Rolf Maximilian Sievert (1896-1966)
katalytiskur aktivitetur katal    kat mol s−1 mol/s katalytiskur aktivitetur

Samansettar eindir

Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.

Strekkið frá ekvator til norðpólin gjøgnum París skuldi eftir ætlan vera eksakt 10 000 000 m.
Stødd Eind
Heiti Symbol Samanseting
(grundeindir)
Samanseting
(ymsar SI-eindir)
vídd    A    m2
rúmd    V    m3
ferð    v    m/s
akseleratión    a    m/s2    N/kg
densitetur    ϱ    kg/m3
massakonsentratión    ϱ, γ    kg/m3
víddardensitetur    ϱA    kg/m2
elektrisk feltstyrki    E    kg m A−1 s−3    N/C = V/m
luminansur    L    cd/m2

SI-prefiks

Høvuðsgrein: SI-prefiks; sí eisini binert prefiks.

Hevur ein brúk fyri størri ella minni eindum enn omanfyri nevndu, kann ein altíð gera nýggjar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 0,000 08 metrar = 80 × 10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 × 103 metrar = 6 371 kilometrar.

Tær sjey grundeindirnar í SI-skipanini, K, s, m, kg, cd, mol og A, og sjey náttúrukonstantar, sum tær hava samband við.
Prefiks Tal
Heiti Symbol Heiti 1000m 10n Desimaltal
jotta/yotta     Y Kvadrillión 10008 1024 1 000 000 000 000 000 000 000 000
setta/zetta     Z Trilliard 10007 1021 1 000 000 000 000 000 000 000
eksa/exa     E Trillión 10006 1018 1 000 000 000 000 000 000
peta     P Billiard 10005 1015 1 000 000 000 000 000
tera     T Billión 10004 1012 1 000 000 000 000
giga     G Milliard 10003 109 1 000 000 000
mega     M Millión 10002 106 1 000 000
kilo     k Túsund 10001 103 1 000
hekto     h Hundrað 100023 102 100
deka     da Tíggju 100013 101 10
ein / eitt 10000 100 1
desi/deci     d Tíggjundapartur 1000– 13 10-1 0,1
senti/centi     c Hundradapartur 1000– 23 10-2 0,01
milli     m Túsundapartur 1000-1 10−3 0,001
mikro     µ Millióntapartur 1000-2 10−6 0,000 001
nano     n Milliardtapartur 1000-3 10−9 0,000 000 001
piko     p Billióntapartur 1000-4 10−12 0,000 000 000 001
femto     f Billiardtapartur 1000-5 10−15 0,000 000 000 000 001
atto     a Trillióntapartur 1000-6 10−18 0,000 000 000 000 000 001
septo/zepto     z Trilliardtapartur 1000-7 10−2 0,000 000 000 000 000 000 001
jokto/yokto     y Kvadrillióntapartur 1000-8 10−24 0,000 000 000 000 000 000 000 001

Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV.

Skrivihættir

SI-eindir verða annahvørt skrivaðar fult út við lítlum bókstavum ella við symbolinum uttan styttingarpunktum. Symbolið kann vera ein, tveir ella tríggir bókstavir, teir seinnu altíð lítlir. Symbolið er við stórum, um eindin er uppkallað eftir einum persóni. Millum tal og eind er millumrúm, møguligt prefiks verður skrivað framman fyri eind uttan millumrúm; øll verða skrivað við loddrættari skrift. Hevur talið fimm ella fleiri siffur, skulu sifrini bólkast, so allir uttan møguliga fyrsti bólkurin hava trý siffur; bólkarnir verða skildir við lítlum millumrúmi. Legg til merkis, at tað ikki longur er loyvt at skilja bólkarnar við punktum ella komma.[7] Støddir verða skrivaðar við skráskrift.

Dømi um skrivihættir
Rættir skrivimátar Skeivir skrivimátar
p = 101 325 Pa p = 101 325 pascal p = 101,325 kPa p = 101,325 kilopascal p = 101 325 Pa p = 101 325 Pa 101.325 pa 101,325 Kpa 101 325 Pascal
s = 1,234 56 m s = 1,234 56 metur s = 1 234,56 mm s = 1 234,56 millimetrar s = 1,234 56 m s = 1,234 56 m 1,234 56 M 1.234,56 MM 1,234 56 Metur
Umax = 10 800 V Umax = 10 800 volt Umax = 10,80 kV Umax = 10,80 kilovolt U = 10 800 Vmax Umax = 10,80 KV 10,80 Kv 10,80 Kilovolt 10,80 kilo-volt

Prefiksið er sterkari bundið til eindina enn eksponentur, tað vil til dømis siga, at 1 km2 = (1 000 m)2 = 1 000 000 m2, og at 1 km3 = (1 000 m)3 = 1 000 000 000 m3.

Eindir og prefiks kunnu hava stavseting, sum er tillagað stavsetingini í landinum. Hinvegin má symbolið ikki broytast. T.d. er "k" einasta loyvda symbolið fyri "kilo" í øllum londum, sum brúka SI, men "kilo" verður skrivað "chilo" á italskum, "quilo" á portugisiskum, "kîlo" á kurdiskum, "кило" á russiskum og "χιλιο" á grikskum.

Loyvdar ikki-SI-eindir

Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir[8], summar til nýtslu innanfyri serlig øki. Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at geva støddir upp í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan m = 3 me ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum v = 0,9 c0.

Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.

Stødd Eind
Heiti Heiti Symbol Umrokning
vinkul stig ° 1° = π/180 rad
bogaminuttur ' 1' = (1/60)° = π/10 800 rad
bogasekund '' 1'' = (1/60)' = π/648 000 rad
tíð minuttur min 1 min = 60 s
tími h 1 h = 60 min = 3 600 s
døgn d 1 d = 24 h = 86 400 s
longd, strekki ångström Å 1 Å = 0,1 nm = 100 pm = 10–10 m
sjómíl M 1 sjómíl = 1 852 m
astronomisk eind au 1 au = 149 597 870 700 m
ferð knobb kn 1 knobb = 1,852 km/h = (1852/3600) m/s
vídd hektari ha 1 ha = 104 m2
rúmd litur L, l 1 L = 10-3 m3
massi/nøgd unit, dalton u, Da 1 u = 1 Da = 1,660 538 922 × 10-27 kg
tons t 1 t = 103 kg
trýst bar bar 1 bar = 1000 mbar = 100 kPa = 1000 hPa = 105 Pa
millimetrar kyksilvur mmHg 1 mmHg ≈ 133,322 Pa
elektrisk løðing elementarløðing e e = 1,602 176 565 × 10-19 C
lutfall Bel B LF = 2 log(F/F0) B 1 B = 10 dB = ln(10)/2 Np
LP = log(P/P0) B
Neper Np LF = ln(F/F0) Np 1 Np = 100 cNp
LP = 1/2 ln(P/P0) Np

Referansur

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo