Munurin millum rættingarnar hjá "Millumtjóða eindarskipanin"
No edit summary |
sNo edit summary |
||
Linja 1: | Linja 1: | ||
'''Millumtjóða eindarskipanin''', [[Franskt mál|franskt]] ''Système International d'Unités'', stytt '''SI''', er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum. |
'''Millumtjóða eindarskipanin''', [[Franskt mál|franskt]] ''Système International d'Unités'', stytt '''SI''', er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum. |
||
[[File:World metrication.svg|thumb| |
[[File:World metrication.svg|thumb|460px|right|Lond eftir nær ið tey fóru at nýta metrisku skipanina<br />{{Col-begin}} |
||
{{Col-3}} |
{{Col-3}} |
||
{{legend|#45ff3c|umleið 1800}} |
{{legend|#45ff3c|umleið 1800}} |
||
Linja 7: | Linja 7: | ||
{{legend|#98fd00|1840}} |
{{legend|#98fd00|1840}} |
||
{{legend|#befd00|1860}} |
{{legend|#befd00|1860}} |
||
⚫ | |||
{{legend|#ddfd00|1880}} |
{{legend|#ddfd00|1880}} |
||
{{legend|#fdf700|1900}} |
{{legend|#fdf700|1900}} |
||
⚫ | |||
{{legend|#ffe10f|1920}} |
{{legend|#ffe10f|1920}} |
||
{{legend|#ff9f0f|1940}} |
{{legend|#ff9f0f|1940}} |
||
⚫ | |||
{{legend|#ff5c0f|1960}} |
{{legend|#ff5c0f|1960}} |
||
{{legend|#ff0f15|1980}} |
{{legend|#ff0f15|1980}} |
||
⚫ | |||
{{legend|#b9b9b9|ókent}} |
{{legend|#b9b9b9|ókent}} |
||
{{legend|#000000|ikki samtykt }} |
{{legend|#000000|ikki samtykt }} |
||
Linja 26: | Linja 26: | ||
Í [[Danmark|danska ríkinum]] varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann [[4. mai]] [[1907]] og bleiv tann einasta lógliga [[1. apríl]] [[1916]]. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, [[Noreg]] við lóg<ref>[http://www.justervesenet.no/getfile.aspx/document/epcx_id/564/epdd_id/1126 Lov om metrisk Maal og Vægt]</ref> longu [[22. mai]] [[1875]] við gyldi frá [[1. juli]] [[1882]], [[Svøríki]] við lóg [[22. november]] [[1878]] við gyldi frá [[1. januar]] [[1889]], og [[Finland]] við lóg [[16. juli]] [[1886]] við gyldi frá [[1. januar]] [[1892]]. |
Í [[Danmark|danska ríkinum]] varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann [[4. mai]] [[1907]] og bleiv tann einasta lógliga [[1. apríl]] [[1916]]. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, [[Noreg]] við lóg<ref>[http://www.justervesenet.no/getfile.aspx/document/epcx_id/564/epdd_id/1126 Lov om metrisk Maal og Vægt]</ref> longu [[22. mai]] [[1875]] við gyldi frá [[1. juli]] [[1882]], [[Svøríki]] við lóg [[22. november]] [[1878]] við gyldi frá [[1. januar]] [[1889]], og [[Finland]] við lóg [[16. juli]] [[1886]] við gyldi frá [[1. januar]] [[1892]]. |
||
Á myndini til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI. Í Evropa er [[Stóra Bretland|Bretland]] tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC<ref>[http://eur-lex.europa.eu/LexUriServ/LexUriServ.do?uri=CELEX:31980L0181:SV:HTML EU-direktiv nr. 80/181/EEC]</ref> í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum [[Evropeiska Samveldið|ES]]. |
Á myndini omanfyri til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI sum høvuðsmátiskipan. Í Evropa er [[Stóra Bretland|Bretland]] tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC<ref>[http://eur-lex.europa.eu/LexUriServ/LexUriServ.do?uri=CELEX:31980L0181:SV:HTML EU-direktiv nr. 80/181/EEC]</ref> í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum [[Evropeiska Samveldið|ES]]. |
||
Nú eru bara [[USA]], [[Burma]] og [[Liberia]] eftir, sum ikki alment brúka SI. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum.<ref>[https://www.unc.edu/~rowlett/units/usmetric.html University of North Carolina: The Metric System in the United States]</ref> Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki.<ref>[https://en.wikipedia.org/wiki/Metrication_in_the_United_States Enska wikipedia: Metrication in the United States]</ref> <ref>[https://www.nist.gov/sites/default/files/documents/2016/12/07/sp330.pdf NIST: The International System of Units]</ref> |
Nú eru bara [[USA]], [[Burma]] og [[Liberia]] eftir, sum ikki alment brúka SI. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum.<ref>[https://www.unc.edu/~rowlett/units/usmetric.html University of North Carolina: The Metric System in the United States]</ref> Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki.<ref>[https://en.wikipedia.org/wiki/Metrication_in_the_United_States Enska wikipedia: Metrication in the United States]</ref> <ref>[https://www.nist.gov/sites/default/files/documents/2016/12/07/sp330.pdf NIST: The International System of Units]</ref> |
Endurskoðan frá 11. jun 2017 kl. 23:55
Millumtjóða eindarskipanin, franskt Système International d'Unités, stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum.
umleið 1800 1820 1840 1860 | 1880 1900 1920 1940 | 1960 1980 ókent ikki samtykt |
SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonvensjónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900.
Síðani 1875 hava stovnarnir Conférence générale des poids et mesures (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), Comité international des poids et mesures (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og Bureau international des poids et mesures (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI.[1]
Útbreiðsla
Í danska ríkinum varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann 4. mai 1907 og bleiv tann einasta lógliga 1. apríl 1916. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, Noreg við lóg[2] longu 22. mai 1875 við gyldi frá 1. juli 1882, Svøríki við lóg 22. november 1878 við gyldi frá 1. januar 1889, og Finland við lóg 16. juli 1886 við gyldi frá 1. januar 1892.
Á myndini omanfyri til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI sum høvuðsmátiskipan. Í Evropa er Bretland tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC[3] í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum ES.
Nú eru bara USA, Burma og Liberia eftir, sum ikki alment brúka SI. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum.[4] Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki.[5] [6]
SI-eindir
Grundeindir
Stødd | Eind | |||
Heiti | Symbol | Heiti | Symbol | Orðauppruni |
longd, strekki, radius ... | l, s, r... | metur | m | forngrikskt μέτρον, métron, mát |
massi/nøgd | m | kilogramm | kg | grikskt χίλιοι, khilioi, túsund, og franskt gramme = 1/24 unsa, úr grikskum γράμμα, gramma, bræv |
tíð | t | sekund | s | latínskt secunda, onnur (onnur minni býting av einum tíma við 60) (fyrsta minni býting er 1 tími = 60 min, triðja minni býting í 1 sekund = 60 tertiur finst enn í t.d. polskum)
|
elektriskur streymur | I | ampere | A | André-Marie Ampère (1775-1836) |
termodynamiskur temperaturur | T | kelvin | K | William Thomson, Kelvin lordur (1824-1907) |
stoffmongd | n | mol | mol | latínskt mole, nøgd |
ljósstyrki | Iv | candela | cd | latínskt candela, kertiljós |
Definisjónir
Eind | Definisjónir | |
Frá | Orðing | |
metur | 1793 | 1/10 000 000 av strekkinum millum norðpólin og ekvator eftir meridianini gjøgnum París. |
1960 | ||
1983 | longdin, sum ljós ferðast í tómrúminum í 1/299 792 458 sekund. | |
kilogramm | 1793 | |
1889 | massin á millumtjóða kilogrammprototypuni (ein platin-iridium-sylindari hjá BIPM, Sèvres, París). | |
sekund | miðøld | 1/86 400 av einum døgni |
1956 | ||
1967 | tíðin fyri 9 192 631 770 periodum av strálingini frá 133Cs-atominum, tá tað skiftir millum hyperfínstrukturarnar í grundstøðuni. | |
ampere | 1881 | |
1946 | støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur í tveimum parallellum, óendaliga longum og óendaliga tunnum leiðarum í vakum og 1 m millum teirra, ger, at leiðararnir ávirka hvønn annan við 2 × 10−7 N/m. | |
kelvin | 1744 | Celsiusstigin verður fastlagdur við, at frystipunktið á vatni er 0 °C og kókipunktið 100 °C. |
1954 | ||
1967 | 1/273,16 av termodynamiska temperaturinum, sum trípunktið hjá vatni við isotopsamansetingini hjá VSMOW hevur. | |
mol | 1900 | |
1967 | ein mongd líka stór sum talið av atomum í 12 g av 12C. | |
candela | 1946 | luminansurin frá einum likami við smeltitemperaturin hjá platin er 60 cd/cm2 |
1979 | ljósstyrkin í ein rætning frá eini ljóskeldu, sum sendir út monokromatiskt ljós við frekvensinum 540 THz og strálingsstyrkini 1/683 W/sr í henda rætningin. |
Avleiddar eindir
Symbolini fyri støddunum eru frá Dansk Standard. Tey eru ikki partar av tilráðingini frá BIPM, men eru rættiliga vanlig at brúka.
Stødd | Eind | |||||
Heiti | Symbol | Heiti | Symbol | Samanseting (grundeindir) |
Samanseting (ymsar SI-eindir) |
Orðauppruni |
vinkul | radian | rad | m/m | latínskt radius, strála | ||
rúmvinkul | steradian | sr | m2/m2 | grikskt στερεός, stereos, rúmligt, og latínskt radius, strála | ||
frekvensur, títtleiki | f | hertz | Hz | s−1 | Heinrich Rudolf Hertz (1857 -1894) | |
kraft | F | newton | N | kg m s−2 | sir Isaac Newton (1642-1726/7) | |
orka | joule | J | kg m2 s−2 | N m | James Prescott Joule (1818-1889) | |
effekt, orkustreymur, máttur | P | watt | W | kg m2 s−3 | J/s = V A | James Watt (1736-1819) |
trýst | p | pascal | Pa | kg m−1 s−2 | N/m2 | Blaise Pascal (1623-1662) |
ljósstreymur | Φ | lumen | lm | cd sr | latínskt lumen, ljós ella op | |
belýsningsstyrki, lýsing | E | lux | lx | cd sr m−2 | lm/m2 | latínskt lux, ljós |
elektrisk løðing | Q | coulomb | C | A s | Charles-Augustin de Coulomb (1736-1806) | |
elektriskt potensiali | U | volt | V | kg m2 A−1 s−3 | J/C = W/A | Alessandro G.A.A. Volta (1745-1827) |
resistansur, elektrisk mótstøða | R | ohm | Ω | kg m2 A−2 s−3 | V/A | Georg Simon Ohm (1789-1854) |
kapasitansur | C | farad | F | A2 s4 kg−1 m−2 | Ω−1 s = As/V | Michael Faraday (1791-1867) |
magnetiskt fluks | Φ | weber | Wb | kg m2 s−2 A−1 | Wilhelm Eduard Weber (1804-1891) | |
magnetiskur flukstættleiki | B | tesla | T | kg s−2 A−1 | Wb/m2 | Nikola Tesla (Никола Тесла, 1856-1943) |
induktansur | L | henry | H | kg m2 A−2 s−2 | Ω s | Joseph Henry (1797-1878) |
konduktansur, elektrisk leiðing | G | siemens | S | kg−1 m−2 A2 s3 | Ω−1 | Ernst Werner von Siemens (1816-1892) |
termodynamiskur temperaturur | stig Celsius | °C | K - 273,15 | Anders Celsius (1701-1744) | ||
aktivitetur | becquerel | Bq | s−1 | Antoine Henri Becquerel (1852-1908) | ||
absorberað strálingsdosa (av ioniserendi stráling) |
gray | Gy | m2 s−2 | J/kg | Louis Harold Gray (1905-1965) | |
ekvivalentdosa (av ioniserendi stráling) |
sievert | Sv | m2 s−2 | J/kg | Rolf Maximilian Sievert (1896-1966) | |
katalytiskur aktivitetur | katal | kat | mol s−1 | mol/s | katal ytiskur aktivitetur |
Samansettar eindir
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.
Stødd | Eind | ||
Heiti | Symbol | Samanseting (grundeindir) |
Samanseting (ymsar SI-eindir)
|
vídd | A | m2 | |
rúmd | V | m3 | |
ferð | v | m/s | |
akseleratión | a | m/s2 | N/kg |
densitetur | ϱ | kg/m3 | |
massakonsentratión | ϱ, γ | kg/m3 | |
víddardensitetur | ϱA | kg/m2 | |
elektrisk feltstyrki | E | kg m A−1 s−3 | N/C = V/m |
luminansur | L | cd/m2 |
SI-prefiks
Høvuðsgrein: SI-prefiks; sí eisini binert prefiks.
Hevur ein brúk fyri størri ella minni eindum enn omanfyri nevndu, kann ein altíð gera nýggjar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 0,000 08 metrar = 80 × 10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 × 103 metrar = 6 371 kilometrar.
Prefiks | Tal | ||||
Heiti | Symbol | Heiti | 1000m | 10n | Desimaltal |
jotta/yotta | Y | Kvadrillión | 10008 | 1024 | 1 000 000 000 000 000 000 000 000 |
setta/zetta | Z | Trilliard | 10007 | 1021 | 1 000 000 000 000 000 000 000 |
eksa/exa | E | Trillión | 10006 | 1018 | 1 000 000 000 000 000 000 |
peta | P | Billiard | 10005 | 1015 | 1 000 000 000 000 000 |
tera | T | Billión | 10004 | 1012 | 1 000 000 000 000 |
giga | G | Milliard | 10003 | 109 | 1 000 000 000 |
mega | M | Millión | 10002 | 106 | 1 000 000 |
kilo | k | Túsund | 10001 | 103 | 1 000 |
hekto | h | Hundrað | 10002⁄3 | 102 | 100 |
deka | da | Tíggju | 10001⁄3 | 101 | 10 |
ein / eitt | 10000 | 100 | 1 | ||
desi/deci | d | Tíggjundapartur | 1000– 1⁄3 | 10-1 | 0,1 |
senti/centi | c | Hundradapartur | 1000– 2⁄3 | 10-2 | 0,01 |
milli | m | Túsundapartur | 1000-1 | 10−3 | 0,001 |
mikro | µ | Millióntapartur | 1000-2 | 10−6 | 0,000 001 |
nano | n | Milliardtapartur | 1000-3 | 10−9 | 0,000 000 001 |
piko | p | Billióntapartur | 1000-4 | 10−12 | 0,000 000 000 001 |
femto | f | Billiardtapartur | 1000-5 | 10−15 | 0,000 000 000 000 001 |
atto | a | Trillióntapartur | 1000-6 | 10−18 | 0,000 000 000 000 000 001 |
septo/zepto | z | Trilliardtapartur | 1000-7 | 10−2 | 0,000 000 000 000 000 000 001 |
jokto/yokto | y | Kvadrillióntapartur | 1000-8 | 10−24 | 0,000 000 000 000 000 000 000 001 |
Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV.
Skrivihættir
SI-eindir verða annahvørt skrivaðar fult út við lítlum bókstavum ella við symbolinum uttan styttingarpunktum. Symbolið kann vera ein, tveir ella tríggir bókstavir, teir seinnu altíð lítlir. Symbolið er við stórum, um eindin er uppkallað eftir einum persóni. Millum tal og eind er millumrúm, møguligt prefiks verður skrivað framman fyri eind uttan millumrúm; øll verða skrivað við loddrættari skrift. Hevur talið fimm ella fleiri siffur, skulu sifrini bólkast, so allir uttan møguliga fyrsti bólkurin hava trý siffur; bólkarnir verða skildir við lítlum millumrúmi. Legg til merkis, at tað ikki longur er loyvt at skilja bólkarnar við punktum ella komma.[7] Støddir verða skrivaðar við skráskrift.
Dømi um skrivihættir | ||||||||||||
Rættir skrivimátar | Skeivir skrivimátar | |||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
p = 101 325 Pa | p = 101 325 pascal | p = 101,325 kPa | p = 101,325 kilopascal | p = 101 325 Pa | p = 101 325 Pa | 101.325 pa | 101,325 Kpa | 101 325 Pascal | ||||
s = 1,234 56 m | s = 1,234 56 metur | s = 1 234,56 mm | s = 1 234,56 millimetrar | s = 1,234 56 m | s = 1,234 56 m | 1,234 56 M | 1.234,56 MM | 1,234 56 Metur | ||||
Umax = 10 800 V | Umax = 10 800 volt | Umax = 10,80 kV | Umax = 10,80 kilovolt | U = 10 800 Vmax | Umax = 10,80 KV | 10,80 Kv | 10,80 Kilovolt | 10,80 kilo-volt |
Prefiksið er sterkari bundið til eindina enn eksponentur, tað vil til dømis siga, at 1 km2 = (1 000 m)2 = 1 000 000 m2, og at 1 km3 = (1 000 m)3 = 1 000 000 000 m3.
Eindir og prefiks kunnu hava stavseting, sum er tillagað stavsetingini í landinum. Hinvegin má symbolið ikki broytast. T.d. er "k" einasta loyvda symbolið fyri "kilo" í øllum londum, sum brúka SI, men "kilo" verður skrivað "chilo" á italskum, "quilo" á portugisiskum, "kîlo" á kurdiskum, "кило" á russiskum og "χιλιο" á grikskum.
Loyvdar ikki-SI-eindir
Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir[8], summar til nýtslu innanfyri serlig øki.
Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at uppgeva støddir í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan m = 3 me ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum v = 0,9 c0.
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.
Stødd | Eind | |||
Heiti | Heiti | Symbol | Umrokning | |
vinkul | stig | ° | 1° = π/180 rad | |
bogaminuttur | ' | 1' = (1/60)° = π/10 800 rad | ||
bogasekund | '' | 1'' = (1/60)' = π/648 000 rad | ||
tíð | minuttur | min | 1 min = 60 s | |
tími | h | 1 h = 60 min = 3 600 s | ||
døgn | d | 1 d = 24 h = 86 400 s | ||
longd, strekki | ångström | Å | 1 Å = 0,1 nm = 100 pm = 10–10 m | |
sjómíl | M | 1 sjómíl = 1 852 m | ||
astronomisk eind | au | 1 au = 149 597 870 700 m | ||
ferð | knobb | kn | 1 knobb = 1,852 km/h = (1852/3600) m/s | |
vídd | hektari | ha | 1 ha = 104 m2 | |
rúmd | litur | L, l | 1 L = 10-3 m3 | |
massi/nøgd | unit, dalton | u, Da | 1 u = 1 Da = 1,660 538 922 × 10-27 kg | |
tons | t | 1 t = 103 kg | ||
trýst | bar | bar | 1 bar = 1000 mbar = 100 kPa = 1000 hPa = 105 Pa | |
millimetrar kyksilvur | mmHg | 1 mmHg ≈ 133,322 Pa | ||
elektrisk løðing | elementarløðing | e | e = 1,602 176 565 × 10-19 C | |
lutfall | Bel | B | LF = 2 log(F/F0) B | 1 B = 10 dB = ln(10)/2 Np |
LP = log(P/P0) B | ||||
Neper | Np | LF = ln(F/F0) Np | 1 Np = 100 cNp | |
LP = 1/2 ln(P/P0) Np |
Referansur
- ↑ BIPM: The International System of Units (SI), 2014
- ↑ Lov om metrisk Maal og Vægt
- ↑ EU-direktiv nr. 80/181/EEC
- ↑ University of North Carolina: The Metric System in the United States
- ↑ Enska wikipedia: Metrication in the United States
- ↑ NIST: The International System of Units
- ↑ BIPM: Formatting numbers, and the decimal marker
- ↑ BIPM: Units outside the SI