Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurkorea"

Jump to navigation Jump to search
68 bytes løgd afturat ,  4 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
== Politikkur ==
 
Fá lond eru so diplomatisk avbyrgd sum kommunistiska Norðurkorea. [[Juche]] er [[Politisk hugsjón|politiska hugsjónin]] í Norðurkorea og er smíðja av [[Kim Il-sung]]. Juche stendur fyri at stóla uppá egna megi sum tjóð. Tað vil siga at man hevur sjálvforsýnandi búskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik og harvið ein herð sum er nóg sterkur til at verja landið móti álopum. [[Songun]] er eitt hugtak, sum hevur verði brúkt tey seinnu árinið í Norðurkorea. Tað merkir stutt sagt "herurin fyrst" og hevur havt tað við sær at herurin er voksin seinnu árini og hevur fingið meira ressorsir at ráða yvir.
 
Eingin veit serliga nógv um ein av seinastu [[Kommunisma|kommunistisku]] skansunum, norðurkoreanska [[Kim Jong-il]]. Hann verður so at siga bert avmyndaður av norðurkoreanskum statsmiðlum og altíð í eins klæðum og brillum. Norðurkorea hevur í áravís verið mett sum ein tann størsta hóttanin móti vesturheiminum, og óteljandi altjóða royndir eru gjørdar at steðga eitt nú ætlanunum við kjarnorkuvápnum hjá [[Kim Jong-il]]. Sum lukkað land er torført at siga nakað fyri vist, men ágangur, torturur og ekstremt fátækradømi er gerandisdagur í Norðurkorea.

Navigatiónsskrá