Munurin millum rættingarnar hjá "Týskt mál"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 28: Linja 28:
|frágreiðing = Týska stavraðið
|frágreiðing = Týska stavraðið
}}
}}
Týska stavraðið er bygt á [[latínska stavraðið]].


{|class=wikitable
{|class=wikitable

Endurskoðan frá 4. nov 2016 kl. 07:03

Týskt
Deutsch
Tosað í: Eysturríki, Belgia, Týskland, Liktinstein, Luksemborg, Sveis, Pennsylvania.
Tosandi íalt: 101 mió.
Málætt: Indoevropeiskt

  Germanskt
   Vesturgermanskt
      Týskt.

Málkotur
ISO 639-1: de
ISO 639-2: ger
ISO 639-3: deu

.

Týskt (deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.

125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika (t.d. í Namibia og Suðurafrika) og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA.

Stavraðið

Týska stavraðið er bygt á latínska stavraðið.

Úttala
A a /aː/
Ä ä /ɛː/
B b /beː/
C c /t͡seː/
D d /deː/
E e /eː/
F f /ɛf/
G g /ɡeː/
H h /haː/
I i /iː/
J j /jɔt/;
í Eysturríki /jeː/
K k /kaː/
L l /ɛl/
M m /ɛm/
N n /ɛn/
O o /oː/
Ö ö /øː/
P p /peː/
Q q /kuː/;
í Eysturríki /kveː/
R r /ɛʁ/
S s /ɛs/
SS ß /ɛsˈt͡sɛt/
T t /teː/
U u /uː/
Ü ü /yː/
V v /faʊ̯/
W w /veː/
X x /ɪks/
Y y /ˈʏpsilɔn/;
í Eysturríki /ʏˈpsiːlɔn/
Z z /t͡sɛt/

Mállæra

Grundtøl Talorð
0 null
1 eins
2 zwei
3 drei
4 vier
5 fünf
6 sechs
7 sieben
8 acht
9 neun
10 zehn
11 elf
12 zwölf
13 dreizehn
14 vierzehn
15 fünfzehn
16 sechzehn
17 siebzehn
18 achtzehn
19 neunzehn
20 zwanzig
21 einundzwanzig
22 zweiundzwanzig
30 dreißig
40 vierzig
50 fünfzig
60 sechzig
70 siebzig
80 achtzig
90 neunzig
100 (ein) hundert
1000 (ein) tausend

Kenniorð

Navnorð

Sagnorð

Fyrisetingarorð

Lýsingarorð

Fornøvn

Sambindingarorð

Bøkur

  • André Niclasen: Týsk mállæra á grundstigi. Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1992. 67 síður.
  • André Niclasen: Deutsch schreiben. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 2001. (74 síður) - ISBN 99918-0-287-8
  • Richard Kölbl: Färöisch Wort für Wort. Bielefeld: Reise Know-How Verlag, 2004. (160 síður, við orðalista føroyskt-týskt-føroyskt) - ISBN 3-89416-350-X

Orðabøkur

týskt-týskt

  • Duden: Deutsches Universalwörterbuch - plus CD. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2003. ISBN 3-411-71422-0 (1900 síður, 250.000 greinir, upplýsning um orðanýtslu, yrkisøki, stílvirði, bending,... við fløgu). (les meira...)
  • Duden: Deutsch als Fremdsprache: Standardwörterbuch. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2002. ISBN 3-411-71731-9 (les meira...)

Ávísingar úteftir

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið