Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska sjálvstýrisrørslan"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Yeah
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 3: Linja 3:
== Søga ==
== Søga ==


FUCK
=== Áðrenn donsku hjálandatíðina ===

[[Føroyar]] vóru eitt sjálvstøðugt land, frá tí at tey fyrstu norrønu niðursetufólkini úr [[Noreg]]i og norrønt ávirkaðum bretskum oyggjum og strandaøkjum, m.a. [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]] og [[Hetland]]i, búsettust her fyri góðum ellivuhundrað árum síðan. Eftir norrønum siði vórðu rættiliga skjótt skipað [[ting]] um í oyggjunum, og felags fyri allar føroyingar var tingið í [[Tinganes]]i í [[Tórshavn]], har allir frælsir menn kundu møta til tess at greiða ósemjur og tingast um felagsmál landsins. Tingið gav lógir og dømdi í rættarmálum, umframt at altingið eisini viðgjørdi ymisk mál av felags týdningi fyri føroyingar. Í nøkur ættarlið hava Føroyar havt hesa støðu sum eitt sjálvstøðugt og óheft land. Sambært [[Føroyingasøga|Føroyingasøgu]] fóru Føroyar undir norskan kong á døgum Leivs Øssursonar og Magnusar kongs Ólavssonar í 1035-1045. Noregsøga frá uml. 1180 sigur frá, at tá lótu føroyingar Noregskongum skatt. Føroyar vóru skattland, onkuntíð nevnt [[atland]], hjá Noregskongi. 

Í sambandi við Napoleonskríggini var kongur [[Danmark]]ar og [[Noreg]]s fyri stórum missi av landaøkjum. Fjórða grein í friðarsáttmálanum frá Kiel í 1814 segði, at kongsríkið Noreg skuldi latast [[Svøríki]]s kongi, “men Færøerne, Grønland og Island er ikke deri indgrebne”. <ref>http://www.kongehuset.no/artikkel.html?tid=30100</ref> Hetta varð endaliga váttað av uttanríkisráðharra Noregs og Svøríkis í 1819. Í tíðini beint eftir skilnaðin millum Noreg og Danmark í 1814, síggjast Føroyar, Grønland og Ísland ájøvn við Vesturindisku oyggjarnar ''[[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|Dansk Vestindien]]'' nevnd sum koloniir í flestum millumtjóða sáttmálum, sum Danmark ger.


=== Danskt hjáland ===
=== Danskt hjáland ===

Endurskoðan frá 14. sep 2016 kl. 09:19

Hann hevur skiti

Søga

FUCK

Danskt hjáland

Um jóltíðir í 1888 varð kallað til fundar at samráðast um at verja Føroya mál og siðir. Hetta var jólafundurin, hildin í tinghúsinum 26. desember.
Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Skotlands og Íslands. Úr Føroyum eru góðir 400 km. til t.d. Íslands. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar.

Fram til 1814 høvdu Føroyar verið roknaðar sum eitt norskt hjáland og vóru fyri mesta partin stýrdar eftir norskum lógum. Men hetta árið fer Noreg frá Danmark, meðan tey gomlu skattlondini Føroyar, Grønland og Ísland verða verandi undir Danmark. Nú verður roynt at knýta hesi lond í Norðuratlandshavi nærri at Danmark, sum tey í grundini einki høvdu havt saman við uttan tað samband, samgongan millum Noreg og Danmark við felags kongi hevði ført við sær. [1] Løgtingið verður avtikið í 1816 og Føroyar gerast tá amt í danska ríkinum. [2] Hjá føroyingum fekk danskt støðu sum tað tignarliga og heilaga málið, og danskt varð skrivað í øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. Føroyskt var bara heimamálið, sum vanliga fólkið tosaði sínámillum í gerandisdegnum. Løgmansembætið vórðu tikin av við kancelli-plakat 18. mai 1816, og aftan á hetta vóru allar avgerðir um samfelagsviðurskifti Føroya tiknar í Danmark og av danska embætismannaveldinum í Føroyum. [3] 6. juli sama ár varð fyrsti amtmaður settur í Føroyum. Í 1846 verður einaveldið avtikið og Danmark fær eina frælsa fólkaræðisliga grundlóg. Men longu áðrenn hetta høvdu føroyingar sent umsókn um at fáa Løgtingið endurreist. Tá tað í 1852 eydnast, verður tað mest at kalla sum eitt danskt amtsráð, har amtmaðurin er fastur formaður og próstur hevur fast sæti. Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir.

Studentar í Keypmannahavn fóru at yrkja fosurlandssangir, og í 1888 varð fundir hildin í tinghúsinum í Tórshavn. Har varð avgjørt at stovna Føroyingafelag, sum skuldi bøta um støðuna hjá føroyskum máli og føroyskari mentan. Bløðini fóru nú at skriva á føroyskum. Tað fyrsta var blaðið "Føroyingatíðindi", og seinni kom út eitt barnablað, ið nevndist "Ungu Føroyar". Ritstjórar á barnablaðnum vóru menninir aftan fyri Føroya Fólkaháskúla, ið varð stovnaður í 1899. Í hesum skúla kundu føroyingar á fyrsta sinni læra føroyskt innan skúlagátt. Tá ið tjóðskaparkenslan, og síðan tjóðskaparrørslan tók seg upp seinast í 19. øld við fyrst av øllum mentanarligum, og við seinni politiskum innihaldi, vaknaði eisini hugurin at hava eitt tjóðarmerki. Veðrurin var gamalt merki í Føroyum, men um somu tíð kom Tjaldursmerkið afturat. Hesi merkini vórðu javnan brúkt fram til 1940, tá ið farið varð at brúka tað flaggið, ið brúkt verður í dag. Eitt úrslit av teirri veking, sum tjóðskaparrørslan hevði við sær, var, at ungmannafeløg vórðu stovnað við tí endamáli at stimbra og verja Føroya mál og mentan. Í 1919 settu føroyskir studentar í Keypmannahavn sær fyri at gera uppskot til eitt føroyskt flagg, ið var líkt hinum fløggunum í Norðurlondum, og sum skuldi koma í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini. Teir samdust um, at reyður krossur við bláari rond á hvítum dúki var tað hóskiligasta. Síðani skuldi uppskotið berast fram fyri almenninginum. Til hetta varð eitt borðflagg seymað. Nýggja flaggið varð fyrstu ferð borið fram í Føroyingafelag í Keypmannahavn í 1919, og fólk tóku væl ímóti tí. Flaggið varð navnið Merkið. Sama ár varð Merkið fyrstu ferð vundið á stong í Føroyum. Tað var í Fámjin, og flaggið hongur nú í Fámjins kirkju.

Fólkaatkvøðan 1946

Løgtingið var eitt tíðarskeið niðurlagt millum 1816-1852. Eftir Seinna heimsbardaga broyttist virksemið hjá løgtinginum munandi. Meðan tað higartil hevði verið ráðgevandi, fekk tað lóggávuvald í yvirtiknum sermálum, tá heimastýrislógin kom.

Ásett varð, at fólkaatkvøðan skuldi fara fram 14. september 1946. Veljarin skuldi taka støðu til teir báðar møguleikarnar: 1) Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?, og 2) Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum? Men støðan gjørdist eitt sindur ógreið við tað, at Fólkaflokkurin, sum til tá ikki hevði boðað alment frá, um teir klárt og greitt vildu hava loysing (hinvegin var heilt greitt, at flokkurin ikki vildi góðkenna danska uppskotið), boðaði sínum veljarum frá, at flokkurin vildi vera takksamur, um fólkafloksveljarin atkvøddi fyri loysing; men hinvegin førdi flokkurin fram, at teir veljarar, sum ikki dámdu stjórnaruppskotið, kundu skriva "nei" við stjórnaruppskotið. Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur serliga fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot sum líktist heimastýrisskipanini ella loysing. Fólk fingu ikki rættiliga skil á støðu Fólkafloksins fyrren eftir tað, at dagurin fyri fólkaatkvøðuna varð ásettur. Dagblaðið segði, at teir veljarar, ið vildu loysing, skuldu atkvøða fyri loysing. Teir veljarar, ið ikki vildu loysing, men sum heldur ikki skuldu seta nei við stjórnaruppskotið. Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. T.d. Javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu var tó fyri loysing. Jóannes Patursson fekk eisini av fullum huga inn fyri loysing, og eisini tvørpolitiskur bólkur av monnum, sum í mei í 1946 høvdu stovnað felag, ið teir róptu Føroyingafelag.

Fólkaatkvøðan í 1946 gav ein lítlan meiriluta fyri loysing Føroya og Danmarkar ímillum. Danir, hinvegin, søgdu hetta vera einvegis gerð og íkki samsvarandi grundlógini. Fólkafloksmeirilutin var ikki at vika í sjónarmiðum sínum. Endin á hesum stríði varð, at Løgtingið varð sent til hús og nýval útskrivað. Eftir hetta val, tá Fólkaflokkurin bert fekk 8 tingmenn, kundi loysingin ikki fremjast, og umboðsmenn fyri danskar og føroyskar myndugleikar fóru til samráðingarborðið. Úrslitið av hesum samráðingum varð Heimastýrislógin frá 1948. Sambært Heimastýrislógini verða bæði føroyska flaggið og føroyska málið viðurkend av donsku myndugleikunum, men í lógini stendur eisini, at danskt skal verða lært væl og virðiliga, og danskt kann eins og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Samanumtikið ásetur eisini heimastýrislógin, at 1) Føroya Løgting hevur lóggávuvaldið, 2) Føroya Landsstýrið hevur útinnandi valdið, 3) Dømandi valdið er hjá donsku dómstólunum, 4) Ríkisumboðið hevur ríksins fyrisiting í Føroyum um hendur, 5) Sermál, ið heimastýrið kann lóggeva um og fyrisita, 6) Felagsmál, ið heimastýrið kann umsita eftir donskum fólkatingslógum, 7) Ríkismál, ið danska Fólkatingið og ríkisstjórnin lóggeva um og fyrisita.

Úrslit


Fólkaatkvøðan gav ein lítlan meiriluta fyri loysing Føroya og Danmarkar ímillum (50.7 %). Úrslitið av fólkaatkvøðuni varð, at stjórnaruppskotið fekk 5499 atkvøður (49.2 %), og loysingin fekk 5660 atkvøður (50.7 %). Úrslitið fyri alt landið gjørdist fylgjandi:

Fólkaatkvøða 14. septembur 1946 [4]:
Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum?
Val Atkvøður Prosent
Ja 5,660 50.73
Nei 5,499 49.27
Gyldugar atkvøður 11,159 95.87
Ógyldugar ella blankar atkvøður 481 4.13
Upptaldar atkvøður 11,640 100.00
Atkvøðurætt og atkvøðuprosent 17,216 67.52

Núverandi skipan

Føroyingar hava heimastýri, men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og danska stjórnin hevur ein umboðsmann, ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, búgvandi her á landi. [5][6] Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og dómsvaldið í Føroyum eru t.d. donsk. Løgtingið er ovasti myndugleiki í Føroyum. Her verða landsins lógir viðgjørd. Lógirnar eru um felagsmál og sermál. Sermál kann bert Føroya Løgting viðgera, meðan felagsmál verða viðgjørd av Løgtinginum og tí danska Fólkatinginum. Henda skipan, ið virkað undir, kallast heimastýri. Heimastýri førir við sær, at vit hava egin frímerki, flagg og mál okkara hevur umsíður vunnið frama í skúla, í kirkju og á tingi. Nakrar lógir eru felags fyri Føroyar og Danmark. Dómsvaldið, verjumál, uttanríkismál, gjaldoyramál, løgreglan eru t.d. á donskum hondum. [7] Til tey málsøkir, sum danir annaðhvørt hava um hendur rindar danski staturin umleið 630 mió. kr. (2013). Føroyingar gjalda ikki skatt ella avgjøld til danska statin. Men peningurin kemur uttan iva aftur til Danmark, tí næstan allur okkara uttanríkishandil gongur um Danmark.

Politiskir møguleikar

Politisku flokkarnir í Føroyum.

Politiskir flokkar

Sjálvstýrissinnaður [8] Sambandssinnaður [9]
Sjálvstýrisflokkurin Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
Framsókn
Miðflokkurin

Kelduávísingar

  1. http://www.logting.fo/files/File/Faldari%202012/faldari_EN_2012%20smal.pdf
  2. http://www.worldstatesmen.org/Faeroe_Islands.html
  3. Steining, Jørgen (1953). Rigsdagen og Færøerne. In Bomholt, Jul.; Fabricius, Knud; Hjelholt, Holger; Mackeprang, M.; Møller, Andr. (eds.). Den danske rigsdag 1849-1949 bind VI. Keypmannahavn: J. H. Schultz Forlag. S. 187.
  4. http://www.sudd.ch/event.php?lang=en&id=fo011946
  5. http://www.logir.fo/foldb/llofo/2005/0000079.htm
  6. http://www.stm.dk/_a_2752.html
  7. https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=20991
  8. http://www.faroeislands.fo/Default.aspx?ID=12274
  9. http://www.faroeislands.fo/Default.aspx?ID=12274