Munurin millum rættingarnar hjá "Moska"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s EileenSanda moved page Moskur to Moska over redirect: flutt til eintal
meira tekst, týtt úr ensku wp-greinini
Linja 2: Linja 2:
Ein '''moska''' er eitt hús (vanl. við torni) til [[Islam|muslimska]] gudstænastu og halgigerðir <ref>http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php?leitord=moska&button_leita=&action=1&pageno=0</ref>. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald.
Ein '''moska''' er eitt hús (vanl. við torni) til [[Islam|muslimska]] gudstænastu og halgigerðir <ref>http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php?leitord=moska&button_leita=&action=1&pageno=0</ref>. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald.


Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur.
Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja.
== Reglur og siðvenja ==
Moskur hava eina røð av reglum, ið skulu fáa tey trúgvandi at hugsavna seg um at tilbiðja Gud.

=== Bønarleiðari ===
Ein bønarleiðari, imamur, verður vanliga - men ikki altíð - útpeikaður ella valdur av samkomuni, og hann leiðir bønarmøti. Allir muslimskir myndugleikar eru samd um, at bert men kunnu leiða møtini fyri menn. Tó eru kvinnuligir bønarleiðarar loyvdar at leiða møtini frammanfyri kvinnunum,<ref>{{cite book |url=https://books.google.com/books?id=Z9WF1fRGOsQC&pg=PA63&dq=false#v=onepage&q=false&f=false |title=Karin van Nieuwkerk, "Women Embracing Islam" |page=63 |publisher=University of Texas Press |isbn=9780292773769 |year=2006}}</ref> ið antin eru í einum øðrum rúmi enn menninir ella sita aftast í rúminum.

=== Reinføri ===
Allar moskur hava reglur um reinføri. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur. Fólk mugu ikki fara inn í bønarhøllina, har teppi er á gólvinum, uttan at lata seg úr skógnum fyrst.

=== Klæðir ===
Sambært islam mugu tey trúgvandi ið koma inn í moskurnar vera ílatin klæðir ið sýna tey sum lítilætin. Menn mugu vera í leystsitandi klæðum, ið ikki avdúka kropsformin. Somuleiðis mugu kvinnur lata seg í leystsitandi klæðir, ið fjalir handliðið og øklarnar, og tær mugu fjala høvdið við einum ''hijab'' ella øðrum klædnaplaggi.

=== Kynsskilnaður ===
[[File:Sultan Abdul Majid mosque in Byblos, Lebanon (for women only).JPG|thumb|right|Ein moska í A [[Byblos]], [[Libanon]], ið bert er fyri kvinnur.]]
Tað finst onki skrivað í Kuranini um evnið kynsskilnaður í moskunum. Men sambært siðvenju eru kvinnur og menn skild sundur í moskuni. Kvinnur fáa ofta at vita, at tær skulu seta seg í aftastu røðini aftanfyri menninir. Hetta er lutvíst ein praktiskur spurningur, av tí at tann siðbundni matin at biðja er at liggja á knæ á gólvinum og fram eftir rommum við høvdinum niðri á gólvinum, og har hevði tað verið ótespiliga avdúkandi fyri nógvar kvinnur og órógvandi fyri menninir. Traditionalistar siga, at Muhammad heldur sá, at kvinnur bóðu heima heldur enn í moskuni, og tey endurgeva eitt ''[[hadith]]'' har Muhammad skal hava sagt: "Tann besta moskan fyri kvinnur er innari parturin av heimi teirra," sjálvt um kvinnur vóru virknir luttakarar í moskuni, ið Muhammad stovnaði. Muhammad segði við muslimar, at teir ikki skuldu banna kvinnum at koma inn í moskurnar. Tær hava loyvi til at fara inn. Tann annar Sunni-kaliffurin ʻ[[Umar]] bannaði einaferð kvinnum at fara inn í moskurnar um kvøldið, tí hann var bangin fyri, at tær kundu blíva álopnar ella útsettar fyri seksuellum ágangi frá monnum, so hann kravdi, at tær bóðu heima við hús.<ref>{{cite web|url=http://www.usc.edu/dept/MSA/humanrelations/womeninislam/womeninsociety.html#mosque |accessdate=April 15, 2006 |title=Women in Society |publisher=University of Southern California |work=Compendium of Muslim Texts |last=Doi |first=Abdur Rahman I. |deadurl=yes |archiveurl=https://web.archive.org/20060409200739/http://usc.edu:80/dept/MSA/humanrelations/womeninislam/womeninsociety.html |archivedate=April 9, 2006 }}</ref> Nógvar moskur í dag hava atskild rúm fyri kvinnur. Moskur í Suður- og Landnyrðingsasia seta menn og kvinnur í hvør sítt rúm, tí soleiðis hava moskurnar har verið bygdar í øldir. Í nærum tveimum triðingum av amerikonskum moskum biðja kvinnur aftanfyri ein skilavegg ella í einum ørðum rúmi, ikki í høvuðs biðihøllini. Summar moskur loyva als ikki kvinnum við teirri grundgeving, at har er onki atskilt rúm til tær, og tí at fríggjadagsbønin er kravd fyri menn, men ikki fyri kvinnur, tær kunnu velja um tær vilja luttaka ella ikki. Sjálvt um tað eru sektiónir ið bert eru fyri kvinnur og børn í [[Masjid al-Haram|Stórmoskuni]] í Mecca, so er tann moskan integrerað fyri bæði kynini.<ref>{{cite news|url=http://www.columbiajournalist.org/rw1_dinges/2005/article.asp?subj=national&course=rw1_dinges&id=624 |accessdate=April 9, 2006 |date=January 26, 2006 |title=Muslim Women Seek More Equitable Role in Mosques |last=Rezk |first=Rawya |publisher=The Columbia Journalist}}</ref>


== Keldur ==
== Keldur ==

Endurskoðan frá 12. jun 2016 kl. 09:57

Kababir-moskan í Haifa.

Ein moska er eitt hús (vanl. við torni) til muslimska gudstænastu og halgigerðir [1]. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald.

Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja.

Reglur og siðvenja

Moskur hava eina røð av reglum, ið skulu fáa tey trúgvandi at hugsavna seg um at tilbiðja Gud.

Bønarleiðari

Ein bønarleiðari, imamur, verður vanliga - men ikki altíð - útpeikaður ella valdur av samkomuni, og hann leiðir bønarmøti. Allir muslimskir myndugleikar eru samd um, at bert men kunnu leiða møtini fyri menn. Tó eru kvinnuligir bønarleiðarar loyvdar at leiða møtini frammanfyri kvinnunum,[2] ið antin eru í einum øðrum rúmi enn menninir ella sita aftast í rúminum.

Reinføri

Allar moskur hava reglur um reinføri. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur. Fólk mugu ikki fara inn í bønarhøllina, har teppi er á gólvinum, uttan at lata seg úr skógnum fyrst.

Klæðir

Sambært islam mugu tey trúgvandi ið koma inn í moskurnar vera ílatin klæðir ið sýna tey sum lítilætin. Menn mugu vera í leystsitandi klæðum, ið ikki avdúka kropsformin. Somuleiðis mugu kvinnur lata seg í leystsitandi klæðir, ið fjalir handliðið og øklarnar, og tær mugu fjala høvdið við einum hijab ella øðrum klædnaplaggi.

Kynsskilnaður

Ein moska í A Byblos, Libanon, ið bert er fyri kvinnur.

Tað finst onki skrivað í Kuranini um evnið kynsskilnaður í moskunum. Men sambært siðvenju eru kvinnur og menn skild sundur í moskuni. Kvinnur fáa ofta at vita, at tær skulu seta seg í aftastu røðini aftanfyri menninir. Hetta er lutvíst ein praktiskur spurningur, av tí at tann siðbundni matin at biðja er at liggja á knæ á gólvinum og fram eftir rommum við høvdinum niðri á gólvinum, og har hevði tað verið ótespiliga avdúkandi fyri nógvar kvinnur og órógvandi fyri menninir. Traditionalistar siga, at Muhammad heldur sá, at kvinnur bóðu heima heldur enn í moskuni, og tey endurgeva eitt hadith har Muhammad skal hava sagt: "Tann besta moskan fyri kvinnur er innari parturin av heimi teirra," sjálvt um kvinnur vóru virknir luttakarar í moskuni, ið Muhammad stovnaði. Muhammad segði við muslimar, at teir ikki skuldu banna kvinnum at koma inn í moskurnar. Tær hava loyvi til at fara inn. Tann annar Sunni-kaliffurin ʻUmar bannaði einaferð kvinnum at fara inn í moskurnar um kvøldið, tí hann var bangin fyri, at tær kundu blíva álopnar ella útsettar fyri seksuellum ágangi frá monnum, so hann kravdi, at tær bóðu heima við hús.[3] Nógvar moskur í dag hava atskild rúm fyri kvinnur. Moskur í Suður- og Landnyrðingsasia seta menn og kvinnur í hvør sítt rúm, tí soleiðis hava moskurnar har verið bygdar í øldir. Í nærum tveimum triðingum av amerikonskum moskum biðja kvinnur aftanfyri ein skilavegg ella í einum ørðum rúmi, ikki í høvuðs biðihøllini. Summar moskur loyva als ikki kvinnum við teirri grundgeving, at har er onki atskilt rúm til tær, og tí at fríggjadagsbønin er kravd fyri menn, men ikki fyri kvinnur, tær kunnu velja um tær vilja luttaka ella ikki. Sjálvt um tað eru sektiónir ið bert eru fyri kvinnur og børn í Stórmoskuni í Mecca, so er tann moskan integrerað fyri bæði kynini.[4]

Keldur

  1. http://www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php?leitord=moska&button_leita=&action=1&pageno=0
  2. Karin van Nieuwkerk, "Women Embracing Islam". University of Texas Press. 2006. p. 63. ISBN 9780292773769. 
  3. Doi, Abdur Rahman I.. "Women in Society". Compendium of Muslim Texts. University of Southern California. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann April 9, 2006. https://web.archive.org/20060409200739/http://usc.edu:80/dept/MSA/humanrelations/womeninislam/womeninsociety.html. Heintað April 15, 2006. 
  4. Rezk, Rawya (January 26, 2006). "Muslim Women Seek More Equitable Role in Mosques". The Columbia Journalist. http://www.columbiajournalist.org/rw1_dinges/2005/article.asp?subj=national&course=rw1_dinges&id=624. Heintað April 9, 2006. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið