Munurin millum rættingarnar hjá "Skrásett parlag"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Replacing Same_sex_marriage_map_Europe_detailed.svg with File:Same-sex_marriage_map_Europe_detailed.svg (by CommonsDelinker because: File renamed: [[:commons:COM:FR#reasons|File renaming criterion #
Linja 10: Linja 10:
== Politikkur ==
== Politikkur ==
Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í [[Føroyum]].
Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í [[Føroyum]].
[[Mynd:Same_sex_marriage_map_Europe_detailed.svg|thumb|right|250px|[[Føroyar]] er einasta [[Norðurlond|Norðurland]] og eitt av heilt fáu londunum í [[Vesturevropa]] har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.]]
[[Mynd:Same-sex marriage map Europe detailed.svg|thumb|right|250px|[[Føroyar]] er einasta [[Norðurlond|Norðurland]] og eitt av heilt fáu londunum í [[Vesturevropa]] har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.]]


=== Skrásett parlag ===
=== Skrásett parlag ===

Endurskoðan frá 5. jun 2016 kl. 18:07

Skrásett parlag er parlag millum tvey vaksin menniskju. Parlagið verður skrásett fyri at tryggja arv og fíggjarlig viðurskifti í einum parlagi og kann í summum londum nýtast av bæði hetero- og homopørum. Til dømis er hettar galdandi í Grønlandi, Bretlandi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í USA er tað ymiskt frá ríki til ríki. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum enn ikki hevur samtykt lóg um skrásett parlag [1].

Danmark verður í 1989 fyrsta landið í heiminum, ið innførur skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða tí fyrstu giftu samkyndu fólkini í heiminum [2]. Lógin um skrátsett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark og øðrum londum, har lógin er galdandi.

7. juni 2012 samtykti Fólkatingið eina nýggja lóg, ið gevur heimild til at samkynd pør kuunu giftast á sama hátt sum hinskynd. Lógin kom í gildi 15. juni sama árið. Harvið gjørdist hjúnabandið kynsóheft, men skrásett parløg ið eru skrásett áðrenn hjúnabandslógin frá 2012 kom í gildi, halda fram við at vera galdandi og kunnu eisini broytast til hjúnaband.[3]

Í Føroyum kunnu samkynd hvørki fáa skrásett parlag ella giftast. Í november 2015 varð uppskot tagt fyri Løgtingið um at seta hjúnabandslógina í gildi fyri Føroyar. Lógin kemur til aðru viðgerð í mars 2016.

Politikkur

Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum.

Føroyar er einasta Norðurland og eitt av heilt fáu londunum í Vesturevropa har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.

Skrásett parlag

Listi yvir lond

Evropa

Norðuramerika

Suðuramerika

Afrika

Kyrrahavsoyggjarnar

Keldur

  1. http://www.pinknews.co.uk/news/articles/2005-2955.html/
  2. http://www.thestranger.com/seattle/Content?oid=249273
  3. Lov om ændring af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, lov om ægteskabets retsvirkninger og retsplejeloven og om ophævelse af lov om registreret partnerskab 2. juni 2012
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið