Munurin millum rættingarnar hjá "Jónleif Johannesen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "'''Jónleif Johannsen''' (føddur 1978, uppvaksin í Dali) er ein føroyskur lærari, fakfelagsmaður og politikari (Javnaðarflokkuri..."
 
{{infobox/article/human}}
Linja 1: Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Jónleif Johannsen''' (føddur [[1978]], uppvaksin í [[Dalur|Dali]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] [[lærari]], [[fakfelag]]smaður og politikari ([[Javnaðarflokkurin]]).
'''Jónleif Johannsen''' (føddur [[1978]], uppvaksin í [[Dalur|Dali]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] [[lærari]], [[fakfelag]]smaður og politikari ([[Javnaðarflokkurin]]).



Endurskoðan frá 25. mai 2016 kl. 18:52

Jónleif Johannesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. jul 1978
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Jónleif Johannsen (føddur 1978, uppvaksin í Dali) er ein føroyskur lærari, fakfelagsmaður og politikari (Javnaðarflokkurin).

Bakgrund

Jónleif Johannesen er dalbingur, ið býr í Klaksvík. Hann gekk á studentaskúlanum í Hoydølum, og síðan tók hann læraraútbúgving frá KDAS. Hann arbeiðir sum lærari á Skúlanum á Fossánesi í Klaksvík, men hevur farloyvi frá starvinum, meðan hann hevur sæti á Tingi. Í 2008 varð hann valdur í nevndina fyri Føroya Lærarafelag[1] í 2010 varð hann valdur til næstformann í nevndini.[2] Hann hevur eisini verið limur í Fólkaskúlaráðnum.[3]

Í frítíðini dansar hann føroyskan dans og er ein av teimum ið er vanur at skipa kvæðir.[4][5] Hann hevur eisini gjørt fleiri útvarpssendingar um føroyskan dans og kvæði. Hann er formaður fyri Slái Ring.[6]

Politisk lívsleið

Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin, men varð ikki valdur. Eftir at samgonga varð skipað tók hann tó sæti á Tingi sum fastur varamaður hjá Eyðgunn Samuelsen, eftir at hon varð vald til landsstýriskvinnu í almannamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.

Keldur