Munurin millum rættingarnar hjá "Martin Joensen (1953)"

Jump to navigation Jump to search
{{infobox/article/human}}
No edit summary
({{infobox/article/human}})
{{infobox/article/human}}
'''Martin Joensen''' (føddur [[27. august]] [[1953]] í [[Vestmanna]]) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og listamálari. Martin er útbúgvin grafikari, men er serliga vorðin kendur sum tónleikari, sangskrivari, tónasmiður og sangari. Millum ár og dag hevur hann spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, og yrkingar hansara eru givnar út á ymsum plátum, bondum og fløgum, og í [[2006]] savnaðar í heildarsavn. Martin var føddur í [[Vestmanna]] í [[1953]], og har vaks hann upp. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Hann var næstelstur av fýra systkjum. Hann tók realprógv í 1970, síðan studentsprógv úr Hoydølum í 1973. Hann er útbúgvin teknari og grafikari á [[Skolen for brugskunst]] í [[1982]]. Martin hevur gjørt vart við seg á ymiskum listaøkjum. Hann er [[Tónleikur|tónleikari]], hevur skrivað sangir og yrkingar, myndskrýtt, skrivað sangleikir og gjørt løg. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var ''“Svarti Ravnur”,'' sum [[Kræklingar]] spældu inn í 1975-76. Hann hevur verið limur í tónleikabólkinum [[Vestmenn]] síðani fyrst í 1982, teir hava givið út fimm plátur.
 
Dulnevndur brúkari

Navigatiónsskrá