Munurin millum rættingarnar hjá "Katrin Kallsberg"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Linja 1: Linja 1:
[[{{infobox/article/human}}
[[File:Løgtingsval 2015 Vágur-7-k.kallsberg-cropped.jpg|200px|thumbnail|Katrin Kallsberg á valplakat til løgtingsvalið 2015.]]

'''Katrin Kallsberg''' (fødd [[30. juli]] [[1967]] í [[Danmark]]) er ein føroyskur [[lækni]] og politikari. Á [[løgtingsvalið 2015|løgtingsvalinum 2015]] varð hon vald inn á [[Føroya Løgting]] fyri [[Tjóðveldi]].
'''Katrin Kallsberg''' (fødd [[30. juli]] [[1967]] í [[Danmark]]) er ein føroyskur [[lækni]] og politikari. Á [[løgtingsvalið 2015|løgtingsvalinum 2015]] varð hon vald inn á [[Føroya Løgting]] fyri [[Tjóðveldi]].



Endurskoðan frá 24. mai 2016 kl. 20:21

[[

Katrin Kallsberg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 30. jul 1967 í/á Danmark
Starv gynaecologist, politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
Commons Katrin Kallsberg

Katrin Kallsberg (fødd 30. juli 1967 í Danmark) er ein føroyskur lækni og politikari. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi.

Bakgrund

Katrin búði í Danmark tey fyrstu 6 árini, síðan flutti familjan til Føroya aftur, har faðir hennara, Kaj Kallsberg, starvaðist sum lækni á Eiði frá 1975-79[1] og í Tórshavn. Sum 16-ára gomul var hon eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, síðan tók hon student í Hoydølum, og eftir tað fór hon til Danmarkar at lesa til lækna. Tá ið hon varð liðug við útbúgvingina starvaðist hon eitt skifti í 1995 við Læknum uttan landamørk í Screbrenica í Bosnia. Síðan flutti hon til Føroya, har hon starvaðist sum lækni í nøkur ár, til hon í 1999 flutti til Noregs at útbúgva seg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu hon og maðurin Poul Henrik Poulsen aftur til Føroya og búsettust í Sandagerði í Havn. Maðurin andaðist trý ár seinni av krabbameini.[2] Katrin starvast sum yvirlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp á Landssjúkrahúsinum.[3]

Katrin var forkvinna í Javnstøðunevndini frá juni 2012 til februr 2016.[4][5][6]

Katrin hevur luttikið í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd og útvarpssendingini Also.[7]

Politisk lívsleið

Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum.[8]

Løgtingsnevndir

  • 2015-2019 Forkvinna í Trivnaðarnevndini[9]
  • 2015-2019 Limur í Mentanarnevndini

Keldur