Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"
EileenSanda (kjak | íkøst) Tak burtur versjón 334909 hjá 178.19.203.22 (kjak) |
|||
Linja 1: | Linja 1: | ||
[[Mynd:Mikkjal_a_Ryggi.jpg|thumb|right|165px|Mikkjal á Ryggi.]] |
|||
'''Mikkjal Dánjalsson á Ryggi''' (f. [[17. oktober]] [[1879]] í [[Miðvágur|Miðvági]] - d. [[20. oktober]] [[1956]] í [[Tórshavn]]) var lærari búsitandi í [[Gásadalur|Gásadali]]. Foreldur: [[Dánjal Pauli Michelsen]] og Maren Margrethe Petersen ([[1856]]-[[1897]]). Hann var føddur í [[Miðvágur|Miðvági]]. Sum ungur fór hann tveir vetrar til [[Danmark]]ar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í [[løgting]]inum, har hann umboðaði [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]] í [[1920-árini|1920-árunum]]. |

||
Endurskoðan frá 28. apr 2016 kl. 12:37
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 í Miðvági - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann var føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.
Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.
Álitisstørv
- 1924 - 1928 Løgtingslimur (Sjálvstýrisflokkurin).
- 1930 - 1934 formaður í Føroya Lærarafelag.
Útgivið
- 1926 - Landalæra I (saman við A. Thomsen).
- 1935 - Dýralæra I.
- 1940 - Miðvinga søga.
- 1951 - Fuglabókin.
- 1954 - Yrkingar.
Kelda
- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 (PDF-Download)
- Føroyskir Sangtekstir