Munurin millum rættingarnar hjá "Ingolf Jacobsen"

Jump to navigation Jump to search
5 bytes tikin burtur ,  6 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
No edit summary
sNo edit summary
Faðirin andaðist, tá ið Ingolf var bara 5 ára gamal. Hetta hevur merkt heimið og umstøður teirra, men hóast hetta, so fer Ingolf í realskúla at ganga. [[Rikard Long]] var lærari hansara og segði hann, at Ingolf skaraði framúr. Hann var úrmælingur, tá ið tað umráddi tekning. Longu 16 ára gamal teknaði hann til smárit og m.a. til jólabøkur Varðans.
 
Evnini vóru eyðsýnd, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu. Hetta tykist ikki at hava nervað Ingolf. Blaðungur fer hann av landinum til Keypmannahavnar at nema sær lærdóm innan tekning og list. Í brøvum hansara til bróðurin, Jens, fáa vit innlit í, hvussu strævið tað mangan var í byrjanini hjá honum í fyrstuni.
 
Ingolf stríðist í [[Keypmannahavn]]. Hann klárar seg við fyrifallandi arbeiði og við at selja tekningar og myndir til bløðini tey fyrstu árini. Í [[1940]] søkir hann inn á [[Kunstakademiet]] og kemur hann inn. Lærari hansara varð kendi professarin [[Aksel Jørgensen]].
 
Tað byrjarfer at ganga framá hjá Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sær inn í sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmálari á [[Kongaliga Teatrið (Keypmannahavn)|Kongaliga Teatrinum]] í [[Keypmannahavn]]. Framgongd tykist vera á øllum økjum hjá honum. Hann skrivar og prýðir greinar, ið verða prentaðar í donskum og norskum bløðum, og eisini verður hoyrispæl hansara "Under Fjeldet" framført í danska útvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth.
 
Ingolf flytir til [[Århus]], har ið hann giftist Klara-Marie, tey fingu tvey børn. Hann gerst høvuðsteknari á [[Aalborg Stiftstidende]]. Men hann fæst eisini við nógv annað: endurstovnaði føroyingafelag í Jútlandi og er formaður har, forlagsarbeiði, fyrireiking til endurstovnan av blaðnum "Ungu Føroyum", prentarbeiði, útvarpsleikir og mangt annað. At stovnseta føroyskt útvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ítøkiligar ætlanir um hetta.
2.857

rættingar

Navigatiónsskrá